mánadagur 4. apríl 2016síða 63
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 14 • 4. APRÍL 2016
31
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Nú er møguleikin at fáa eitt megafeitt lærligapláss.
Skemman søkir eftir einum lærlingi við “go” í sum
veruliga hevur áhuga at arbeiða í einum aktivum
umhvørvi við fullari ferð alla tíðina.
Vit leggja stóran dent á at geva eina sera góða
kundatænastu. Tí mást tú vera tænastusinnað/ur.
Tú mást tíma at arbeiða hart og tora at taka ímóti
avbjóðingum í gerandisdegnum.
Afturfyri bjóða vit eitt lærupláss, har tú sleppir
allan vegin runt og stendur við einari altjóða
handilsútbúgving, sum handilsfólk, tá ið lærutíðin
er liðug.
Tú sleppur at arbeiða saman við dugnaligum og
hart arbeiðandi starvsfeløgum, sum øll eru sinnað at
læra frá sær.
Fyri at søkja skalt tú hava tikið FHS ella eina
miðnámsútbúgving
Umsóknin skal sendast til:
SKEMMAN
Smyrilsvegur 7
Boks 3278
Fo 100 Tórshavn
Ella á mail: dan.hansen@skemman.fo
Meira fæst at vita um starvið við at ringja og spyrja
eftir Dan Hansen
Tlf: 555 888
Umsóknarfreistin er 24 Apríl
Vit leita eftir einum goymslufólki, sum er
fyrikomandi, ágrýtið, tímir at arbeiða og dugir at
samstarva við kundar og starvsfelagar.
Arbeiðsuppgávurnar eru at røkja goymslurnar hjá
okkum – bæði útgangandi og inngangandi vørur.
Við øðrum orðum hevur tú eisini samband við allar
okkara kundar, sum koma á goymsluna eftir vørum,
tey hava keypt.
Vit bjóða eitt fast og trygt starv við góðum
arbeiðsfeløgum.
Arbeiðstíðin er 40-50 tímar um vikuna og tú fært løn
eftir sáttmálanum við Havnar Arbeiðarafelag.
Tað er ein fyrimunur um tú hevur trukk koyrikort,
men ongin treyt.
Starvið verður sett skjótast gjørligt.
Samband:
Vilt tú vita meira um starvið ert tú vælkomin at
ringja 555800 ella senda mail til dan.hansen@
skemman.fo
Umsókn skal sendast til:
Mail: dan.hansen@skemman.fo
mrk: Goymslufólk
Lærlingur til
Skemmuna
Eitt spennandi
starv til tann rætta
Hey tit!
Hevur tú hug at vera við, har tingini
henda og har ferð er á gerandisdegnum,
so er hetta starvið til tín
Skemman hevur virkað síðani 1986
Vit selja alt, sum hoyrir til húsarhaldið
Í løtuni starvast 16 fólk í Skemmuni