Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-05, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. apríl 2016síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 6. apríl 2016 · Nr. 39 mikudagsblaðið Stovnaður: 1927 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Tað er nærmast láturligt soleiðis, sum fleiri politikarar og fyrrverandi pol­itik­arar viðgera málið um, hvørt tað skal vera ókeypis at koyra í­gjøgn­um Vágatunnlin nú tá lán­ini eru goldin niður, ella tá all­ur parta­ pen­ing­urin er goldin lands­kassa­ num aftur. – Ein púra greið avtala, siga summ­ir. Marjus Dam, fyrrverandi ting­mað­ur Sambandsfloksins er ikki í iva. Tað er ein klokkurklár avtala, sig­ur hann. Og tað sama sigur Jørg­ en Nicla­sen. Men avtalan er ikki klokkuklárari enn so, at eingin hevur avtaluna. Eing­in veit, hvat stendur í henni, ella hvar hon er. Tí nú er bara talan um ein munn­liga a­v­talu í løg­tingi­num. Og í politisku skipanini eru bara fimm fólk tey somu, sum tá hendan »klokk­uklára« avtalan hjá Marjusi Dam og Jørgen Niclasen varð gjørd. Vit kunnu geva teimum rætt, sum halda uppá, at meiningin var, at tá lán­ini vóru aft­ur­goldin, so skuldi tað vera ó­keypis at koyra. Tað ljóðar log­ iskt, og tað ljóðar rímuligt. Men tað ljóðar beinleiðis tollut, tá ein fyrr­verandi tingmaður mælir til fólka­upp­reistur, lógarbrot og sjálv­ tekt. Tá kunnu vit bara prísa okkum lukk­u­lig fyri, at maðurin ikki situr á tingi, tí hvønn skaða kunnu slík fólk ikki gera har? Men Jørgen Niclasen fær ikki skák­að sær undan, at hann hevur sov­ið í tíma­num. Snork­sovið. Hann hevði allar møguleikar at fáa málið framt bæði í landsstýrinum og í løg­ ting­i­num. Hann umsat bæði fíggj­ar­ mál og samferðslumál – umframt at hann var maðurin, sum ráddi í sam­ gong­uni, sum sat fyri valið. Kaj Leo Johnnesen, táverandi løg­ mað­ur og umsiting hansara komu til ta nið­ur­støðu – í einum svarið til Poul Mich­elsen, sum royndi at fáa greiðu á mál­inum – at tulkingin hjá Jørg­en Niclasen, Marjus Dam og ørð­ um var skeiv. Løgmaður og umsiting hans­ara søgdu, at tað kann ikki verða ókeypis at koyra, fyrr enn lán­ ini og parta­pen­ing­urin hjá landinum til­samans, eru goldin aftur. Um hetta er ein feilur ella feiltulk­ ing ella ein bein­leið­is in­kompe­tent nið­ur­støða á Løgmansskrivstovuni, so átti Jørgen Niclasen sum evsti mynd­ug­leiki at tikið málið upp og loyst tað. Men tað gjørdi hann ikki. Tí hev­ur Hen­rik Old nú arvað mál­ið. Men hann hevur ikki somu geo­graf­ i-politisku áhuamál, sum vága­ting­ menn – og helst er tað tí, at hann ikki vil loypa framav í málinum. Men trupulleikin er ikki størri enn so, at hann kann loysast. Tað er bara at leggja málið fyri tingið. Tað kann landsstýrismaðurin gera. Og um hann ikki ger tað, so kann Jørgen Niclasen gera tað. So er málið avgreitt – ikki bara fyri Vágatunnilin, men fyri Norðoyatunnilin eisini. Alt annað er uttanumtos og vánaligt politiskt handverk Tað er gott at Marjus Dam ikki longur situr á Løgtingi Einki problem at loysa Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Halt Vikuskifti við Sosialinum! Brellbitar til Vikuskifti 8. apríl Kom við Sosialinum í Mjørkadal. Eiler á Liknargøtu sigur sina søgu. Stórt tema um føroyska filmslist i 2016. Umstøðurnar hjá fangunum Dialysu í ein mansaldur Films- listin skal uppraðfestast Føroysk filmslist TEMA Mentan, tónleika­ ummæli, mat­ upp skriftir, politikkur, klummur o.m.a.