Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-05, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. apríl 2016síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 6. apríl 2016 · Nr. 39 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen Tá ið fólkaatkvøða verður næsta ár um eina føroyska grundlóg, skulu tey 16 ára gomlu eisini sleppa at velja. Tað halda tey í Tjóðveldi, og nú fara tey at reisa málið í samgonguni. Tað varð samtykt á floks­ tingi hjá Tjóðveldi í Skopun nú um vikuskiftið. Tað var Unga tjóðveldi, sum vildi hava flokstingið at sam­tykkja at lækka val­ ald­urin niður í 16 ár á fólka­ at­kvøð­uni, sum skal vera næsta ár um eina føroyska grund­lóg. Unga Tjóðveldi sigur, at hetta skal vera eitt royndar­ val, har spurning­urin um val­ aldurin sum heild, skal eftir­ metast aftan á. Tey vísa á, at í 2006 løgdu Páll á Reynatúgvu, Tórbjørn Jacobsen, Bill Justinussen og Jenis av Rana uppskot fyri Løg­tingið um at lækka val­ ald­urin niður í 16 ár. – Tá fekk tað ikki undir­ tøku, men vit halda, at tíðin er búgvin at gera eina nýggja roynd, siga tey í Unga Tjóð­ veldi. Tey vísa á eisini á, at Tjóð­ veldi hevur samtykt at virka fyri, at valaldurin verður lækk­aður niður í 16 ár. – Í Skotlandi er valaldurin lækkaður niður í 16 ár. Tað varð fyrstu ferð roynt á fólka­atkvøðuni í 2014 um full­veldi, staðfestir Unga Tjóð­veldi. – Hetta eydnaðist serstak­ liga væl, og kanningar hava víst, at nógv vóru á vali. Somu­leiðis eru royndir gjørdar í Eysturríki og Noregi at lækka valaldurin til úrvald val, leggja tey afturat. Heilt serstøk fólkaatkvøða Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi heldur, at tað eru allar orsøkir til at taka undir við uppskotinum. Hann vísir á, at tá ið tosað hevur verið um at lækka valaldurin niður í 16 ár, hevur ofta verið ført fram, at so er ikki samsvar ímill­ um valaldurin og myndug­ leikaaldurin, sum er 18 ár og summi halda, at tað er skeivt at ung, sum ikki eru myndug, sleppa at velja. – Men her her talan um at eina heilt serstaka fólka­at­ kvøðu, tí her skulu vit, fyrstu ferð yvirhøvur á eina fólka­ atkvøðu um eina før­oyska stjórnarskipan og tað eiga tey ungu eisini at fáa ávirkan á, heldur Høgni Hoydal. Umboð fyri Tjóðveldi vóru í Skotlandi, tá ið fólka­ at­kvøða var har um fullveldi, og Høgni Hoydal sigur, at har var týðiligt, at tey ungu høvdu heilt stóran áhuga fyri málinum. Og Flokstingið tók eis­ini einmælt undir við upp­skot­ inum, og sostatt verður hetta eitt mál, Tjóðveldi nú fer at reisa í politisku skipanini í næst­um. Meir á síðu 6 VALALDURIN SKAL LÆKKA NIÐUR Í 16 ÁR Tað eru allar orsøkir til at lækka valaldurin niður í 16 ár, tá ið fólkaatkvøða verður næsta ár um eina føroyska grundlóg, heldur Tjóðveldi, sum nú fer at reisa málið í samgonguni FLOKSTING GREIÐ BOÐ Á myndini eru øll tingfólkini hjá Tjóðveldi, uttan Pauli Trónd Petersen, saman við Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu. Frá vinstru eru tey Bjørt Samuelsen, Kristina Háfoss, Páll á Reynatúgvu, Katrin Kallsberg, Ingolf S. Olsen, Óluva Klettskarð, og fremst, Annita á Fríðriksmørk. Og nú hava tey fingið greið boð frá evsta myndugleika hjá flokkinum um at virka fyri, at tá ið fólkaatkvøða verður um eina føroyska grundlóg, skulu tey 16 ára gomlu eisini sleppa at velja