Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-25, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. august 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 160 - 25. august 2004 Nr. 160 - 25. august 2004 11 Málið um útlendingarnar var um at fara heilt av leið, og tað er tí í tøkum tíma, at steðgað verður á, so myndugleikarnir fáa summa seg. Hetta hevur allan vegin verið eitt løgið mál. Hvussu ber tað til, at hesin spurningur knappliga tekur seg upp nú? Hví verður farið so harðliga, ja, næstan náðileyst fram ímóti nøkrum heilt fáum útlendingum og hví er alt hetta málið handfarið so óhegnisliga, at tað nærkast tí ósømiliga? Her eru nógvir spurningar, men fá svar. Nógv teir flestu útlendingarnir eru ikki komnir higar av sínum eintingum, men teir eru komnir, tí boð hava verið eftir teimum. Teir flestu eru heintaðir higar at styrkja ávís ítróttar- feløg. So hava teir herumframt verið noyddir at taka arbeiði í fiskivinnuni ella í øðrum vinnum. Nakrir hava verið her í fleiri ár og hava fingið familjuna til Føroya. Hetta er ein mannarættur, sum einki landsstýri kann sýta innflytarum. Men aftur til spurningin um timingina. Hví upp- stendur trupulleikin júst nú? Hetta hevur ivaleyst nakað at gera við, at at eitt ávíst arbeiðsloysi hev- ur tikið seg upp serstakliga í fiskivinnuni á landi, har útlendingarnir vanliga starvast. Men hetta hevur kanska eisini nakað at gera við valstríðið seinast, har ein av flokkunum rak upp undir hetta, at ov nógvir útlendingar vóru í landinum. Sama ger. Tað, sum nú er umráðandi er, at hesi fólk verða væl viðfarin, og at eingi mannarættindi verða brotin. Tað ber væl til at tátta eitt sindur í, uttan at fara so langt sum at splitta familjur og taka til heilt absurdar avgerðir sum eitt nú at senda konu av landinum frá manni og soni. Tað er ikki bannað embætisfólki og politikkarum at sýna menniskj- anligar kenslur og sýna menniskjanslig fyrilit. Vit kunnu ikki fyrst bjóða fólki higar at arbeiða fyri síðan at fara við teimum, sum vóru tey óynskt. Hetta er lítið sømiligt og sera óføroyskt. Tá vit hartil hugsa um, at føroyingar í túsundtali starvast uttanlanda, so verður hesin politikkur heilt gro- teskur. Tað er tú gleðiligt at politisk semja nú er gjørd um at orða ein føroyskan útlendingapolit- ikk. Allar útvísingar eiga at verða lagdar til burt- ur, meðan hetta arbeiði fer fram. Tey, sum ynskja at verða integrerað, eiga at fáa tilboðið at vera verandi her. Hini fara av sær sjálvum av aftur landinum, tá ella um arbeiðið minkar. Hetta reg- ulerar seg av sær sjálvum. Nú bíða vit eftir einum vælskipaðum, humanum og siviliseraðum útlend- ingapolitikki sum sømir seg mentaðar og fram- komnari tjóð. DAGSINS MEINING Sosialurin Útlendingamálið VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Alment bræv til politisku flokkarnar Ítróttasamband Føroya He in Mortensen, forseti Sølvi R. Hansen, ítróttará gevi Føroyski ítrótturin er í djúpari kreppu. Landsins myndugleikar eru farnir undir at reka útlendsk ítróttarfólk av landinum. Dagliga frættist um leik- arar og venjarar hjá feløg- um kring landið, ið verða riknir av landinum, tí ítrótt- arfeløgini ikki megna at gjalda teimum ta løn, sum landsstýrismaðurin í Inn- lendismálum krevur, at tey skulu fáa. At tey hava annað arbeiði við síðuna av, og í allar mátar trívast væl í Føroyum, tykist ongan týdning at hava. Tað er ein gáta, at lands- stýrismaðurin í Innlendis- málum kann meta útlendsk ítróttafólk og venjarar vera ein trupulleika fyri før- oyska samfelagi . Í flestu førum hava tey hinvegin avgerandi týdning fyri trivna og menning hjá okkara unga fólki. Hóast Ítróttasamband Føroya, sersambond og feløg fleiri ferðir hava heitt á landsstýrismannin í inn- lendismálum og Løgmann, ið er verji hjá ítróttini, at gera nakað við málið, hendir einki. Tað frættist um eina av- talu, sum landsstýrið hevur gjørt við donsku stjórnina. Eingin hevur enn víst ítrótt- inum hesa avtaluna. Men feløgini merkja dagliga sviðan av henni. Ítrótturin er vónbrotin av, at landsins myndugleikar gera avtalur, ið beinleiðis skaða ítróttin. Sum skilst eru tað føroysku myndugleikarnir, ið einsa- mallir hava ynskt hesa av- taluna. Landsstýrismaðurin hevur ført fram, at hann bert ger tað, sum »hansara politiska bakland« ynskir. Og løgmaður hevur fleiri ferðir staðfest, at samgong- an stendur aftanfyri lands- stýrismannin í hesum ítøki- liga málinum. Tí vil Ítróttasamband Føroya við hesum heita á politisku flokkarnar hvør sær alment at svara Føroya fólki, um teir taka undir við førda politikinum hjá landsstýrismanninum í inn- lendismálum, og nú hjá Løgmanni eisini. Er tað veruliga so galið, at flokkarnir á tingi standa saman um hesa herferðina móti føroyskum ítrótti? Um teir halda, at skeivt verður farið fram, eiga teir at steðga hesum sum skjót- ast, áðrenn óbótaligur skaði verður gjørdur. So mikið skylda teir fólkavaldu fólk- inum. Genta situr á garði Genta við síðum, myrkum hári og reyðum skóm situr á garðinum og skoðar háhúsini eitt skelti lýsir í myrkrinum meðan peningagreðingarnir og teirra leigusveinar vaska tjóvagóðsið og teirra hendur proletararnir knógva undir tungum trælaoki í túsundatali líða neyð og doyggja í hungri tyngjandi drepandi einsemi luksusdýrini stuttleika sær við gleðisgentum vesturheimsins ómettandi girnd børn og ungdómur søluvøra fyri at nøkta hesi illtýggini gentan rópar: tilfeingi tjóvagóðsið aftur til fólkið! alt tit hava er fólksins ogn taki tykkara skarn, eiturevni og 110 milliónir landminir stórreiðaradótturin og dóttur vápnaframleiðslubølmenni drekka heita kakamjólk reiðarin og vápnaframleiðslubølmenni spæla sær við krígsleiku ein úlvur í seyðaskinni stendur hjá teim ein eingil situr og grætur við eldstaðin á vøllinum við garðin bíðar skúlataskan. Sólmundur Joensen – juli 2004 Dia Ellindsson Runavík Er innlendismálaráðið bliv- ið til eina útflutningsfyri- tøku við Hunter Jógvan við Keldu Export sum stjóri við sínum 17 sangara kóri? Tað ber ikki til at handla við handilsvørum eins og við mannalagnum, her verður hugsað um ítróttar- fólk og arbeiðsmegi uttan úr heimi. Fyrispurningur til bæði høgan og lágan Hallur Hjalgrímsson Heilt frá barni av havi eg, og flest øll við mær, verið av tí fatan, at jólamenn ella nissur búðu í Grønlandi, ella sum tað er her heima hjá okkum, í fjøllunum. Hettar kann undirritaði nú staðfesta, at so er ikki í øllum førum. Tí eg haldi meg hava »spottað« eina á flogvøllinum. Tað sum vendir niður vendir upp! Eg má nokk heldur byrja við byrjanini, og so taka tað har frá. Here we go: Unnusta mín var á ólav- søku úti fyri eina sera dramatiskari hending, ið gjørdi, at hon var flutt á landsjúkrahúsið, og longu dagin eftir var hon send niður á ríkissjúkrahúsið. Eg fór sum vera man glað- beintur glorvandi við, vildi ikki lata hana vera einsa- malla í stóra og øðiliga kongsins-Keypmannahavn. Nå men vit komu so niður í øllum góðum, unnustan bleiv løgd undir skurð, og longu 5. dagin, 4. august, kundu vit flúgva heimaftur, tað er nú at vit rena okkum nissumannin og mammuna. Tað skal sigast, at mær dámar ikki nakað serliga væl at flúgva, so eg má við- ganga, at eg var heldur enn ikki moyrur, tá ið vit um síðir fingu fast undir føt- urnar. Tá vit so langt um leingi høvdu fingið viðføri og skuldu fara gjøgnum tollin, sá eg tað sum eg allatíðina hevði verið beingin fyri, nissumannin. Og alt fyri eitt visti eg, hvat ið klokkan hevði sligið. Har var neyv- an nakað at gera, hugsadi eg. Nú var nokk ikki annað at gera, enn at byrja at lata seg úr øllum klæðunum, nissumaðurin er jú vanur at biða ein um at lata seg úr. Eg skal siga tykkum alt fyri eitt, at hettar er ikki nøkur vanlig nissa, nei tað sum vendir niður vendur upp, tí hendan nissan tekur frá fólki, meðan allar aðrar nissur leggja lívið í at geva. Kanska hevur hendan fing- ið sekkin sum nissa og fór tí at arbeiða sum tollari í staðin, ella hvat veit eg, hann stendur so í øllum før- um har á flogvøllinum og ger sær dalt av teimum, ið kanska síggja eitt sindur øðrvísi út, ella sum hann heldur síggja »kriminell« út. Eg kann í øllum førum siga tað, at fyri mín part er talan um ikki minni enn regulera forfylging. Hend- an nissan hevur verið per- sónliga úti eftir mær síðani mamma lovaði mær at flúgva einsamallan. Og sum um tað ikki er ringt nokk, so hevur hann Guð hjálpi mær nú eisini fingið mammu sína at stuðla sær í hesari herferð. Har var so eitt kvendi, ið stóð og skræddi seg undir liðuni á nissuni. Hon er vist nokk eisini tollari, Guð má vita, hvat tað er fyri eitt ólukku- dýr, ið hevur sett mamm- una sum tollara. Í mínum stilla sinni hugsaði eg við mær, at tað er kanska ikki so løgið, at tollvaldið ikki fær fatur á fleiri veruligum lógbrótarum, tey hava jú sett eina reyðharda nissu og mammu hansara at ansa eftir á flogvøllinum, Guð forbarmi seg. Ikki úr klæðunum Vit hava so fingið viðførið í øllum góðum og ganga so yvir til útgongdina. Komin til har, ið tollararnir standa, fái eg eyga á tey bæði. Fyri mær virkar tað, sum at tey fullkomiliga missa tamar- haldið á sær sjálvum. Alt fyri eitt verða vit rópt yvir til diskin, og øll hini, ið eis- ini eru komin við flogfarin- um, verða veitrað víðari. Øll kundu fara víðari uttan tey bæði »kriminellu«, sum tey nú høvdu fingið hógv- arnar í. Nissan, hovin og ótiltalandi sum hann er, byrjar beinanvegin at spyrja spurningar, sum í veruleik- anum einki hava við tað aktuellu støðuna at gera. Her hugsi eg um vanlig ting, sum ein væntar, at ein tollari eigur at spyrja, so sum: Hava tit nakað at tolla. Nei, tey vildu vita, hvar vit høvdu verið. Vit svaraðu sum var, at vit høvdu verið niðri í sjúkra- ørindum. Tað vildu tey so ikki rættuliga trúgva uppá. Tey hildu tað vera løgið, at vit bæði høvdu verið niðri, tá tað bara var ein av okk- um, ið tørvaði læknahjálp. Men tápulingarnir gevast ikki her. Mamman vildi nú eisini vera við, at vit høvdu alt ov nógv viðføri, »tit hava jú bara verið niðri í 5 dagar«. Hvat hava tit brúkt alt hettar viðførið til? Havi ikki í mínum døg- um hoyrt ein so innantóm- an og láturligan spurning fyrr, í øllum førum ikki av vaksnum fólki. Hvat brúkar man klæðir til? Meginpart- urin av viðførinum var jú klæðir. Hvat skal man svara til ein tílíkan spurning? Eg má viðganga, at nú var eg í ferð við at missa tamar- haldið á mær sjálvum, hvussu í ólukkan skulu hesir báðir tápulingarnir kunna tryggja, at einki kemur ígjøgnum tollin, ið ikki skal koma? Sum sagt so trúðu tey ikki einum orði, vit søgdu. Nú vildu tey hava skriftligt prógv fyri, at vit høvdu verið í DK í sjúkraørindum. Tað høvdu vit so ikki, men eg vil halda, at tá tað stend- ur ein persónur framman fyri tær við einari so stórari forbinding um armin, so átti tað at verið ein klokka sum fór at ringja eitt ella annað stað inni í hasum innan tómu tollaraheysun- um, men nei, tað var so eiðasørt. Í staðin fyri at síggja støðuna, so sum hon var, so vildu nissan og mamma hansara nú hava at vita, hvat unnustan hevði inni í forbindingini. Um hattar ikki er óndsinnað forfylging, so veit eg ikki. Nú kundi eg ikki halda mær meira, so eg greiddi teim- um frá, so týðuliga sum eg kundi, hvat eg helt um teirra framferð og tey sum heild. »Skulu tit við bussin- um?« spurdu tey, hvat í ólukkan kemur tað tykkum við, um vit skula við buss- inum ella um vit skulu á løbihjuli til Havnar? Eg bað tey gera tað, tey skuldu, so vit kundu sleppa avstað. Eg spurdi nissuna, um eg skuldi lata meg úr, tað ert tú jú vanur at biða um, men tað skuldi eg til mítt yvir- raskilsi ikki. Kanska er tað tí, at har vóru fólk til staðar, ella hvat veit eg, so tað slapp eg altso frá. Tað ein- asta, tey funnu, var nakað av heiluvági og eina recept, sum unnustan hevði fingið við sær av hospitalinum niðri. Hesum komu tað eisini nógvir óhugnaligir og ikki minst óviðkomandi spurningar burturúr. Niður aftur 22.8.2004 Sum sagt kann eg ikki góðtaka ta viðferð, eg og daman fingu á flogvøllin- um 4.8.2004. Tó skal sig- ast, at hettar als ikki er nak- að, ið kom bak upp á meg, eg havi jú verið sjikanerað- ur av hasari nissuni fyrr og verði tað óiva aftur. Kanska hevði tað verið ein idé at nýtt Nørrunu ístaðin. Tí hasari nazi-líknandi við- ferðini, eg nú í skjótt nógv ár havi verið úti fyri, er ikki nakað, ið eg longur vil standa model til. Tað ið eg eri mest argur um, er at tað sýnist sum at tað nú eisini skal ganga út yvir gentu mína, og tað kann eingin finna seg í. Hon skal niður aftur nú 22.8 til víðari viðgerð á Ríkissjúkarahúsinum. Eg haldi ikki, at eg fari við, so kanska hon fær frið at vera eitt vanligt ferðandi, tá hon kemur heim aftur um ca 14 dagar eftir at hon er farin. Eg haldi, at um eg taki ta avgerð at fara niður, so verður tað nokk sjóvegis, men den tid den sorg. Kanska átti eg at ringt til tey bæði og spurt, um tað var nakað eg kann taka við til tey næstu ferð eg komi heim loftvegis. PS: Hettar bræv er ikki ein protest ímóti øllum tollar- um, men bert til Nissuna og mammu hansara. Flestu tollarar, sum eg eri komin á tal við, eru hampafólk. Nú tá ið eg hugsi um tað, so haldi eg, at tey luktaðu av einum hvørjum, kann ikki koma á júst hvat tað er. Tað kann sjálvsagt eisini vera mínari nøs, tað er galið við. Man luktar so nógv nú á døgum. Nissan og mamma hansara! VIÐMERKINGAR Iskra- Neistin Gjøgnum meg streymar urkraftin kollveltingarliga solidariska heimsmyndin frælsisbálið glógvandi mars 1917 komi gangandi í einsemi mót eystri har lívið byrjar í nívandi vetrarkulda tann reyði tráðurin er leiðvísari syngjandi glað sterk stríðsfús eygu steðgi við eina lítla friðarliga hálmtakta smáttu boðin innar her sita mínir andsfelagar geisandi logaglæma stættastríðsins vegvísarar sessist í tann samansjóðaða heita ringin felagsskapsins bál, reytt sterkt og stríðshugað hoyri orðið iskra- neistin er kveiktur frælsislogans týðuliga mál kollveltingardagurin í havsbrúnni men verður tálmaður av høgravendum rithøvundum líkasæla, evnisheimsins girnd fákunna og eintáttað teknokrata kapitalismunnar valdsmonopolum tó kann einki steðga frælsisstríðnum kollveltingin móti imperialistisku stríðum og kúgan tjóðskaparsocialismu og pacifismu alt vald til fólkið og virkin samogn virka eftir førimuni og njóta eftir tørvi Sólmundur Joensen – juli 2004 C M Y K 11 10