Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. apríl 2016síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 6. apríl 2016 · Nr. 39 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen – Eg ræðist fyri, hvørja ávirkan nakrir fáir, víð­ gongdir muslimar kunnu fáa á føroyska samfelagið. Tað staðfesti Páll á Reyna­ túgvu, løgtings­for­maður, á flokstingi hjá Tjóð­veldi nú um vikuskiftið. Hann heldur, nú er stund­ in avgjørt komin til, at Løg­ tingið setir eina nevnd við umboðum úr øllum flokk­ um at orða ein út­lendinga­ politikk og ein flótta­fólka­ politikk. Hann vísir á, hvussu um­fatandi flóttafólka­ spurn­ing­urin er kring um í Evropa og hann ásannar eisini, at hetta er ein hóttan ímóti Evropa, og okkara vesturlendska fólka­ræði. – Men hóast tað, sum fer fram í løtuni, er ógvuliga av­gerandi fyri okkara fólka­ ræði, er hetta ein spurningur, vit í Føroyum als ikki viðgera yvirhøvur. Og vandin við slíkum atgerðarloysi er, at tað eru kanska bara tey mest víð­gongdu sjónarmiðini frá báðum síðum, sum mynda kjakið, heldur Páll á Reyna­ túgvu. – Hetta eru víðgongd sjónar­mið frá fólki, sum onga ábyrgd hava av at finna loysnir, men sum hava fríar ræsur at rópa herróp ímóti hvørjum øðrum. – Og eg haldi, at tað er skeivt at lata alt orðaskiftið upp í hendurnar á teimum, legg­ur hann afturat Stór ábyrgd Páll á Reynatúgvu heldur, at tískil hvílir tað ein stór ábyrgd á politiska myndug­ leik­anum í Føroyum at orða ein ítøkiligan útlendinga­ politikk, og samstundis eisini ein flóttafólkapolitikk. – Vit eiga at orða ein politikk, har tað verður lýst út í æsir, hvørji rættindi, út­lendingar, sum koma til Føroya, hava – men sann­ iliga eisini, hvørjar skyldur teir hava, sigur løgtings­for­ maðurin. Páll á Reynatúgvu sigur, at sjálvur er hann vaksin upp í einum heimi, sum var merkt av tolsemi, og á yngri árum var hann eisini við í CISV, sum eru altjóða summar­legur fyri børn úr øll­um heiminum. – Eg havi eina ógvuliga frí­lynta áskoðan á fólk við øðrum húðaliti, við aðr­ari trúgv og við øðr­ um mentanum. Men eg má viðganga, at eg føli framferðina hjá teim­um mest víðgongdu islamist­ unum, sum eina hóttan ímóti okk­ara fólkaræði og okkara ment­an, sigur hann. – Og tað er ein spurn­ing­ ur, vit mugu taka eina støðu til. Okkara vestur­lendska fólka­ræði er ein eina­stand­ andi samfelags­skipan og eg kann als ikki góðtaka, at tað verður gjøgnumsúrgað av hugsjónum, sum bara hava til endamáls at niðurbróta tað og allan fólkaræðiligan hugs­unnarhátt. – Eg má ásanna, at eg ræðist tann mest víðgongda veingin á islam, og sum ein partur vesturheiminum kunnu vit ikki standa modell til teirra framferð, leggur hann afturat. – Vit mugu hava eina greina støðu til ta øðrvísi virðis­grundarlag, tey byggja á, og til ta mentanarligu saman­renning ið hendir við einum streymi av út­ lend­inum til okkara leiðir í Evropa, tí eg ræðist ta ávirkan, nakir fáir, víð­ gongdir islamistar hava á okk­ara fólkaræði. Stríðir ímóti okkara virðisgrundarlagi Og Páll á Reynatúgvi sigur eis­ini í hesum sambandi, at hann fer ikki at góðtaka, at kvinnur skulu sleppa at ganga við burka, ella niqab í Føroyum. Niqab er eitt turruklæði, sum fjalir kroppin, men ikki eyguni. Burka fjalir allan kropp­in, sum hann er, eisini eyg­uni. Og tað heldur Páll á Reyna­túgvu er ein ímynd av eini kvinnukúgan, hann als ikki kann góðtaka. – Tað er eisini ein spurn­ ing­ur um kvinnu­rættindi og tað stríðir ímóti okkara virðis­grundarlagi, at kvinnur verða kúgaðar. Eg taki als ikki undir við, at kvinnur verða kúgaðar, og ikki hava somu rættindi í okkara sam­ felagi, sum menn hava, sigur løg­tings­formaðurin. Vit skulu gera okkara part Løgtingsformaðurin sigur, at tí eiga vit at taka spurningin upp og at viðgera hann nágrein­iliga, og í fullum álvara. – Málsøkið er danskt og tí er lætt at yppa øksl og siga, at hetta mugu danir taka sær av. Men eg haldi at tað er skeivt av okkum at lata málið liggja fyri tað um tað er danskt málsøki. – Vit eiga – útfrá før­oysk­ um grundvirðum – at gera okkara støðu greiða. Páll á Reynatúgvu sigur, at við hesum hevur hann ikki sagt, at vit ikki skulu taka ímóti flóttafólki. – Tað eru fólk, sum eru í svárari neyð, og eg haldi eis­ ini, at vit eiga at gera okkara part fyri at hjálpa teimum. – Men tað kunnu vit ikki gera, fyrrenn vit hava gjørt okk­um púra greitt, hvat tað inniber og fyrrenn vit hava eina greiða ætlan fyri, hvussu vit ætla at hjálpa teim­um. – Vit hava nógv dømi um, at lond bjóða sær til at taka ímóti flóttafólki fyri síðani at stúvað tey saman í legur, tí ongin miðvís ætlan er fyri tey. – Tað er ongin varandi loysn, leggur hann afturat. Hann heldur eisini, at Norðurlondini eru so lítil og fáment, at fáa vit eina øgiliga fólkaflyting av fólki, sum rýmir undan kríggi, og fátæka­dømi, og ætlar sær í okk­urt Norðurland, er tað ógvuliga avmarkað, hvussu nógvum, vit klára at taka ímóti. Páll á Reynatúgvu mælir tískil til, at ein nevnd við um­ boðum úr øllum flokkum, verður sett at viðgera støð­ una. Og her hugsar hann bæði um støðuna viðvíkjandi yvir­gangi sum vápn ímóti okk­ara fólkaræði, men eis­ini støð­una viðvíkjandi flótta­ fólk­um. Hann mælir eisini til, at vit skipa fyri eini ráðstevnu, har málið verður lýst og at ein framatíðar føroyskur poli­tikk­ur á økinum, verður sett­ur út í kortið. Hann sigur, at serliga nú, vit ætla okkum at yvir­ taka útlendingaøkið, er tað átrok­andi, at vit fáa ein greið­an politikk á økinum, og tí mælir hann til, at sjøtul verð­ur settur á hetta sum skjót­ast. aki@sosialurin.fo KVINNUR SKULU IKKI SLEPPA AT GANGA VIÐ BURKA Í FØROYUM Føroyingar skulu seta eina nevnd at orða ein politikk fyri útlendingar og fyri flóttafólk, sigur Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður FLOKSTING Vit hava ein gyltan møgu­ leika at sleppa undan teim­ um mistøkum, onnur hava gjørt. Tað heldur Ingolf S. Olsen, tingmaður fyri Tjóð­ veldi. Eisini hann nam við flótta­fólkaspurningin og út­lendingamál á floks­tingi hjá Tjóð­veldi um viku­ skiftið. Hann vísir á, at enn hava vit ikki yvirtikið út­lend­inga­málini, so tá ið tað verður gjørt, hava vit ein gyltan møguleikan at gera alt rætt, og at sleppa undan somu mistøkum, onnur hava gjørt. – Men vit skulu vera ómeta­liga varin í orða­skift­ inum um útlendinga­mál, og í teimum avgerðum vit taka, tí hetta er eitt øki, sum er ómetaliga við­ kvæmt, og vekir sterkar kensl­ur í fólki, leggur hann afturat. Hann staðfestir, at kjak­ ið á sosialu miðlunum er »øgiliga vemmiligt« sum hann málber seg, – Og tað sannførir meg, at tess longri burtur vit eru frá einum trupulleika, tess primitivari verður orða­ skiftið. – Vit hava ongi flótta­ fólk og ongar trupul­leik­ar av víð­gongdum fremm­ anda­fóli, men kort­ini er orða­skiftið um fremm­ anda­fólk, og flótta­fólk, minst líka primitivt sum aðra­staðni, Heldur Ingolf S. Olsen. aki@sosialurin.fo Mugu vera øgiliga varin Serfrøði í innrætting og goymslu Vit hjálpa tær við røttu loysnini EXPERT S k j ó t i h u r ð a r o g i n n r æ t t i n g G ó ð k e n t E l f a - u m b o ð Savnsmynd: Sigmar Mørkøre