Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-25, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. august 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 160 - 25. august 2004 15 14 Nr. 160 - 25. august 2004 Knappar 800 metrar inni í Háfjalli verður borað dúgliga, og trygdin er í hásætin- um, meðan arbeiðs- liðið hjá Føroya Konsortium arbeiðir við at knýta Klaksvík fasta við restina av meginlandinum NORÐOYATUNNILIN Myndir: Álvur Haraldsen Tekstur: Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Inni í Háfjalli: Uppi við Borðoyavík held- ur Føroya Konsortium til, meðan arbeiðið upp á norðoyatunnilin fer fram. Inni í einum av skúrunum standa arbeiðsformaðurin Kári Johansen og verkætl- anarleiðarin, Svein Christi- ansen. Teir geva sær góðar stundir til prát og eru sera fyrikomandi. Teir bjóða eisini ein túr inn í tunnilin at hyggja at arbeiðinum. Nær spreingja tit aftur? – Um smáar fimm min- uttir, sigur Svein skemt- andi, meðan hann koyrir spakuliga inn í tunnilin, sum fer at kollvelta alt sam- band millum Klaksvík og meginlandið. Teir greiða frá, at teir spreingja í meðal tvær og eina hálva ferð um sam- døgurið. Knappar 800 metrar inni í fjallinum stendur ein stór maskina og borar lítil hol í tunnilsveggin. Borað verð- ur einar 38 metrar inn fyri at vita, um vatn liggur í møguligum rivum í tunn- ilsvegginum. Nógv vatn verður nýtt til at køla borarnar niður, meðan borað verður. Ein maður situr í maskinuni og stýrir borunum. Vatnið rennur niður eftir vegginum og stórir hyljar eru at síggja á vegnum. Alt hetta vatnið verður tó pumpað út úr tunlinum og oman í báta- hylin. Vánaligur vegur Tað kennist næstan sum at ganga úti í einum grovum regnæli, hóast ein er stadd- ur so langt inni í einum fjalli. Tað dryppar undan loftinum allastaðni. Men kortini, siga menn, at tað er ikki nógv vatn í Norðoya- tunlinum, Borðoyarmegin. Vegurin er í ófantaligum standi, so meðan ein stend- ur og eygleiðir arbeiðið, kann tað vera torført at ímynda sær, at um tvey ár ella kanska minni, fer øll ferðsla úr norðoyggjum til meginlandið at ganga ígjøgnum tunnilin. Men vegurin verður ikki í so ringum standi longi afturat. Nú eru teir komnir so mikið áleiðis við tunlinum, at teir skjótt fara at byrja at as- faltera koyribreytina inni í tunlinum. – Tað verður betur fyri bilarnar, og alt fer at ganga smidligari, ongin ivi um tað, sigur Kári Johansen, arbeiðsformaður. Gangurin inni í tunlinum er øgiligur, og lukturin av eyri, moldi og maskinum setur seg í nasaborarnar. 800 metrar inni í Háfjalli Ein maður situr í maskinuni, sum stýrir øllum boriarbeið- inum í Norðoyatunlinum. Alt verður stýrt úr hesi maskinuni Gangurin er øgiligur inni í tunlinum, meðan maskinan borar, so menn mugu rópa í oyruni á hvørjum øðrum Knívskorin linja sást, har sum Klaksvíkslindin skilir seg frá tí næstu fláini Framhald á síðu 16 Hendan maskinan verður nýtt til eftirtrygging av tunlinum, tá eitt ávíst tal av metrum eru boraðir. Her verður loftið boltað C M Y K 14