týsdagur 5. apríl 2016síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mikudagur 6. apríl 2016 · Nr. 39
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tøkk
9. januar 2016 høvdu vit høvi at hátíðarhalda
okkara gullbrúdleypsdag í Eydnuni saman við
gott 300 gestum úr øllum landinum.
Vit vilja hervið takka øllum tykkum, ið
hátíðarhildu dagin saman við okkum, fyri eina
ógloymandi veitslu við nógvum góðum røðum,
sangi og dansi. Eisini tykkum, ið ringdu, sendu
heilsanir, blómur og gávur, takka vit. Øllum
tykkum, ið á ein hvønn hátt hjálptu til, vilja vit
eisini takka hjartaliga. Eina serliga tøkk vilja
vit senda børnum, svigarbørnum og ommu-
og abbabørnum, sum gjørdu tykkara til, at
veitslan kundi gerast veruleiki.
Edfríð og Edmund Joensen
Tøkk
Eg vil hervið senda eina hjartans tøkk til
tykkum øll, sum vitjaðu og mintust meg
á 70 ára degnum.
Stóra tøkk fyri gávur, blómur, uppringingar
og talu. Takk til tykkum øll, sum bakaðu og
stákaðust. Serlig tøkk til tykkum, sum gjørdu
matin.
Hjartans tøkk øll somul, tit gjørdu mær dagin
bæði hugnaligan og ógloymandi.
Harrin signi tykkum.
Blíðar heilsanir
Ellbjörg Davidsen
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum gjørdu okkum
gullbrúdleypsdagin so hugnaligan.
Takk til tykkum, ið sungu á morgni, og til
tykkum, ið á ymiskan hátt hjálptu til. Takk fyri
gávur, blómur, heilsanir og telefonsamtalur.
Takk fyri góðan sang og góðar talur.
Ein serlig takk til børn okkara og familju
annars, ið hjálptu til.
Sanna og Christin Mortensen
Tøkk
Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu og
hjálpsemi, tá ið elskaði maður, pápi, verpápi
og abbi okkara
Súni Svabo Samuelsen
f. 8. nov. 1940 d. 29. aug. 2015
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til Gimma Olsen og Hanus á Gørðum fyri
vøkur og troystarrík orð í kapellinum og í kirkjuni.
Tøkk til kirkjutænarar, sangarar, berarar, gravarar
og tykkum øll, sum hjálptu til við jarðarferðini og
ervinum. Takk fyri blómur og kransar.
Takk til tykkum øll, sum fylgdu Súna
til hansara seinasta hvíldarstað.
Vegna tey avvarðandi
Nanna
Valborg, Fróði, Mathias, Karl, Súni og Jóhan
Tøkk
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá okkara
kæra mamma vermamma, omma og langomma
Tóra Johannesen
f. 23. mai 1935 d. 10. november 2015
andaðist og varð jarðað.
Takk til starvsfólkið á Fløtti á Mørkini, sum
vóru um hana ta seinastu tíðina. Tøkk til Bergtór
Bjarkhamar fyri andakt á kamarinum, til Henning
Bøgesvang fyri góð og troystarrík orð á Mørkini
og í kirkjuni. Tøkk til sangarar, kirkjutænarar og
øllum tykkum, sum á ymiskan hátt hjálptu til við
jarðarferð og ervi.
Tøkk fyri blómur, kransar, heilsanir og
peningagávur til Leguhúsið í Nesvík.
Somuleiðis tøkk til øll tykkum, sum fylgdu henni
til seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Jóhnnes Juhl og Óluva
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á einhvønn
hátt vístu samkenslu tá kæra mamma, vermamma
og omma okkara
Osla Heimustovu
(f. Andreasen)
f. 01. februar 1932 d. 15. mai 2015
Takk til tykkum í Sambýlinum á Bøgøtu fyri
umsorgan og kærleika. Takk til Hanus á Gørðum,
prest, fyri umsorgan mammusa seinastu tíð, og
takk Hanus fyri troystarrík orð í kapellinum og í
kirkjuni. Takk til organistar og kirkjutænarar. Takk
til tykkum mongu sum komu við kakum og øðrum.
Serlig tøkk til tykkum sum gjørdu, og hjálptu til við
ervinum í kirkjukjallaranum.
Takk fyri blómur og kransar. Takk fyri
peningagávur til Christianskirkjuna.
Takk til tykkum mongu sum vóru og fylgdu
mammu til hennara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Anna Svanhilda, Karl Sofus og Jóannes
Mynd: James Kelly