hósdagur 7. apríl 2016síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Grafiskt snið/layout:
Pætur Eyðunsson Jensen
Uppseting: Sosialurin,
Tekniska deild
Prent: Prentmiðstøðin
Miðlahúsið:
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Vikuskifti redaktørur
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Lýsingar
Frida Mellemgaard,
lýsingasamskipari
lysing@sosialurin.fo
tel. 341826
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
8. apríl 2016
Finnið nú bestu skipanina!
Tá uppskotið um at selja nakað av fiskirætt
indum á uppboðssølu í síðstu viku skuldi
til aðru viðgerð í løgtinginum skrivaðu vit,
at hetta var mandómsprøvin hjá Akseli V.
Johannesen, løgmanni.
Tað skrivaðu vit, tí hetta málið – hvat vit
so halda um tað ella ikki – er so avgerandi
fyri legitimitetin hjá samgonguni. Megnaði
hon ikki at bera tað ígjøgnum løgtingið, so
fór samgongan ikki at bera boð í bý – og
megnaði Aksel V. Johannesen ikki at fáa skil
í egnum rekkjum, so var Javnaðarflokkurin
ikki stjórnarberandi.
Hóast hóttanir frá borgarstjórating
manninum á Tvøroyri um at atkvøða ímóti
samgonguni – so atkvøddi hann kortini fyri
til báðar tingviðgerðirnar.
Soleiðis megnaði samgongan og Javnað
arflokkurin at sigla millum skerini í hesum
máli og finna upp havn.
Rættiliga nógv er gjørt burtur hesum
málinum um uppboðssøluna. Partar av
vinnuni og Fólkaflokkurin hava latið sera
illa at.
Á hesum stað fara vit ikki siga, at upp
boðssøla er frelsandi eingilin í royndunum
at býta virðini í samfelagnum javnaðari.
Men hon er líkasum vorðin ein eksponentur
fyri tí.
Men við hesum málinum, so er nakað
farið á glið. Í øllum førum er nú breið semja
um, at vinnan so ella so eigur at rinda fyri
tey veiðirættindi, hon fær. Tað er bara
Fólkaflokkurin, sum framvegis heldur, at
nakrir aktørar í vinnuni skulu fáa veiðirætt
indi til ognar fyri einki.
Vinnan sjálv skilir tað væl – og nógv fólk,
sum eru ímóti uppboðssøluprinsippinum
eru kortini fyri, at gjaldast skal fyri loyvini.
Bara ikki við uppboðssølu, tí hon skapar so
ótryggar karmar fyri vinnuna.
Nú verður so gjørd ein roynd. Um hon
fer at læra okkum nakað, áðrenn nenvdin,
sum sett er at orða fiskivinnunýskipanina
verður liðug við sítt arbeiði, er óvist.
Men mørk eru flutt. Fiskurin í sjónum
er framvegis ogn Føroya fólks, sum undir
skipaðum viðurskiftum kann veiðast – við
at gjalda fyri hann so ella so.
Vit vóna, at menn ikki stara seg blindar
í egna sannføring, men finna ta bestu skip
anina – bæði fyri vinnuna og fyri
landið og Føroya fólk sum
heild. Tá standa vit øll
royndina!
Í kvøld kl 20 skipar Røddin fyri kjaki
millum politisku ungmannafeløgini í
Perluni í Havn
Talan er um tvey uppskot, ið eru løgd fram fyri
tinginum fyri stuttum.
Við at ungmannafeløgini fara at kjakast um
hesi evni, kunnu politikkararnir hoyra hvørja
meining ungdómurin hevur, áðrenn málini verða
liðugt viðgjørd.
Afturat kjakinum koma bæði Lea Kampmann
og Danny and the Veetos at spæla. Tiltakið
er ókeypis og verður
eisini at hoyra bein
leiðis í útvarpinum.
Framyvir fer Røddin
at hava tiltøk í Perluni
annaðhvørt fríggja
kvøld.
Aksel og samgongan stóðu royndina
Ungir politikarar
sleppa framat
Perlan
samkynd
Les eisini blaðið
á telefonini
Skitnir tónar
í Løgtinginum
Politikkur síða 30-31
Høgni: Gevið
hundunum frið!
síða 40
dal, Tjóðveldi, fekk sína royndaruppboðssølu í gjøgnum. Ein
sigur
Aksel V. Johannesen var skuldsettur fyri at vera »djúpt inhabil
Trivnaðarnevnd løgtingsins í spurningi til bisp
»Hvat veit orð Guds at siga okkum um, at tvey av
sama kyni liva saman á sama hátt sum tvey av
hvør sínum kyni?«
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
blaðstjóri
Fá 10
fold
aftur
Í hesum veltingartíðum eru vit nógv, sum gleðast um
møguleikan at seta niður og framleiða okkara egna mat
– heldur enn bara at keypa og innflyta alt. Og her veksur
nógv meira í Føroyum enn vit geva okkum far um. Tað
er bara at bretta upp um armar. Og eins og tá vit keypa
føroyskt fáa vit fleiri fold uppaftur enn vit seta niður.
APRÍL
APRÍL
Visti tú?
At 49.235 fólk
búðu í Føroyum
1. februar í ár?