mikudagur 25. august 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 160 - 25. august 2004
Nr. 160 - 25. august 2004
17
Menn mugu standa og mest
sum rópa inn í oyruni á
hvørjum øðrum. Teir hava
allir sjálvandi oyravernd.
Teir eru komnir umleið
20 metrar undir havyvir-
flatuna, men enn vanta einir
1.300 metrar í, áðrenn teir
eru komnir út undan fjallin-
um og í sjálvan havbotnin.
Skiftið millum fláir
Arbeiðsfólkið má av sonn-
um sigast at vera á veg út úr
Klaksvík nú. Teir eru júst
lidnir at bora niður í gjøgn-
um Klaksvíkslindina, sum
tað verður kallað.
Tilfarið úr Klaksvíks-
lindini var ómetaliga gott,
men tað sum nú liggur fyri
framman er minni gott.
Skiftið millum Klaks-
víkslindina og næstu fláina
sæst týðuliga á vegginum,
har hendan stóran maskin-
an áhaldandi heldur fram
við at bora. Næstan knív-
skorin linja skilir tað ljósa
og harða grótið í Klaks-
víkslindini frá tí heldur
reydligara og eyruta tilfar-
inum, sum kemur úr tí
næstu fláini.
– Hetta tilfarið fáa vit tí-
verri ikki nýtt til so nógv,
sigur arbeiðsformaðurin,
Kári Johansen. Men hann
letur samstundis væl at
arbeiðsgongdini.
– Vit eru eina til tvær vik-
ur framman fyri tíðarætlan-
ini, so ikki kann annað sig-
ast enn, at tað gongur fram-
úr væl við arbeiðinum,
sigur hann.
Forsøgnir verða javnan
gjørdar, roknaðar út frá
umleið fýra vikum. Tann
seinasta sigur, at fast verður
millum Borðoynna og Eyst-
uroynna fyrstu vikuna í mai
komandi ár.
Fjallið gevur seg
Verkætlanarleiðarin Svein
Christiansen greiðir sera
hegnisliga frá gongdini, og
hvussu arbeiðið fer fram.
Tá so og so nógvir metrar
eru boraðir, fara nakrir
menn aftaná og gera eina
eftirtrygging av lofti og
veggum í tunlinum. Hetta
verður gjørt við bæði bolt-
um og sproytubetongi.
– Vit hava nýtt munandi
meiri sproytubetong í norð-
oyatunlinum, enn vit gjørdu
í Vágatunlinum, sigur hann.
Hann greiðir frá, at tað
kemst av, at tað liggur eitt
fjall, sum er meira enn 600
metrar høgt uppi yvir teim-
um, og nú eru teir komnir
einar 20 metrar undir
havyvirflatuna.
Svein sigur eisini, at tað
kemur meira enn fyri seg,
at teir hoyra, hvussu fjallið
gevur seg uppi yvir teim-
um, men hann leggur dent
á, at tað er púra náttúrligt
og eigur at vera so.
– Tað er tí, vit tryggja
loftið, og hatta hava vit so
mangan upplívað, tá vit
hava gjørt tunlar í Noregi
tildømis, greiðir hann frá.
Óvist við dagfesting
Í sáttmálanum millum PF
Norðoyatunnilin og Føroya
Konsortium stendur, at
tunnilin skal verða klárur at
taka í nýtslu tann 1. august
2006.
Fyri fyrst heldur Svein
Christiansen seg til tað.
Men so sigur hann, at tað
helst fara at koma nærri og
nágreiniligari boð um, nær
tunnilin kann lata upp, móti
vári.
– So longi, sum vit bora,
er ikki lætt at spáa nakað, tí
tað er jú her, at vit kunnu
koma út fyri teimum mest
óvæntaðu viðuskiftunum,
sum kunnu seinka arbeiðin-
um, greiðir hann frá. Enn er
tó onki óvæntað hent
teimum.
Røddir
hava
verið
frammi um, at tunnilin all-
arhelst fer at lata upp longu
um
ársskiftið
2005/06.
Hesum vísir Svein ikki full-
komuliga aftur, men hann
leggur dent á, at so skal alt
ganga sum smurt allatíðina.
– Málið hjá okkum er
sjálvandi at verða liðug so
nógv fyrr sum møguligt, og
vit vóna eisini, at tað kann
fara at verða nakrar mánað-
ir fyrr, men heilt fram til
ársskiftið, tað veit eg nú
ikki, sigur Svein og yppir
øksl.
Hann leggur afturat, at
tað eisini er týdningarmikið
at vera tíðliga úti við einum
boði uppá, nær væntast
kann, at tunnilin verður lið-
ugur, tí har eru jú viður-
skifti at taka fyrilit fyri.
Sum til dømis Strandferðsl-
an, sum jú skal fremja
nakrar broytingar, tá Dúgv-
an ikki longur siglir um
Leirvíksfjørð.
– Men áðrenn spreing-
ingin er liðug, verður onki
alment dato sett á, siga teir
báðir Kári og Svein.
Ein fyrimunur, sum er
við arbeiðinum í norðoya-
tunlinum fram um vága-
tunnilin er, at nógv arbeiðið
verður gjørt samstundis,
sum boringin fer fram.
Hetta fera at spara teimum
nógva tíð í seinna endan-
um.
Samtakið hevur fingið
somu tíð at gera norðoya-
tunnilin sum vágatunnilin.
Og hann var jú liðugur
langt áðrenn, spátt varð.
Men so skal samstundis
havast í huga, at hesin tunn-
ilin er munandi longri enn
vágatunnilin.
Út aftur í ljósið
Ferðin inn í tunnilin at
eygleiða arbeiðið er komin
at enda, og eftir ein líka
rumblutan túr út aftur úr
tunlinum, standa vit aftur
úti í ljósinum og ikki minst
friðinum.
Uttan fyri tunnilin koyra
lastbilar aftur og fram eftir
vegnum út til bátahylin, har
stóra økið, har grótið verð-
ur knúst, liggur. Men tað er
lítið afturímóti ganginum
inni í tunlinum, so tað gev-
ur ein sær næstan ikki far
um.
Millum lastbilarnar sást
eisini onkur persónbilur,
sum er farin at forvitnast.
Spurdir um teir merkja
nógv til forvitin fólk, nikka
báðir smílandi.
– Ja, fólk eru øgiliga
forvitin og spent, haldi eg.
Men tað er sum so ikki
nakar trupulleiki av teim-
um, sigur Kári.
Vegagerð
Eitt er tunnilin sjálvur, sum
skal gerast, men so eru tað
vegirnir og annað, sum eis-
ini skal gerast.
Vegurin frá tunnilsmunn-
anum skal broytast. Hann
varð gjørdur, sum hann er,
tí tá vóru ognarviðurskiftini
millum PF Norðoyatunnilin
og eigararnar ikki avgreidd.
Men tað eru tey í dag, so
skjótt verður vegurin gjørd-
ur, sum hann skal verða.
So er tað vegurin, sum í
dag gongur út í bátahylin.
Hann dettur burtur og
ístaðin er ein nýggjur vegur
í gerð, sum kemur at liggja
niðri undir sjálvum lands-
vegnum.
Vegurin
tvørtur
um
Gerðabø er asfalteraður,
men enn restar tann seinasti
meturin í. Hetta er ikki
uppgávan
hjá
Føroya
Konsortium at taka sær av,
sum skilst, men hjá Lands-
verki. Rundkoyringin kem-
ur so at liggja beint við
verkstaðið hjá Føroya Kon-
sortium, og endar uppgávan
hjá teimum somuleiðis har.
So er tað upp til kommun-
una at gera vegin fram við
tekniska skúla og studio
Pegasus.
Inni í tunlinum verður
framhaldandi arbeitt við at
gera klárt til at løða, og
seinni verður so aftur
sprongt. Tá eru teir so
komnir einar fimm metrar
longur inn í Háfjall.
Framhald av síðu 15
Her sást, hvussu langt boriarbeiðið undir Leirvíksfirði er komið
Kelda: www.tunnil.fo
Svein Christiansen, verkætlanarleiðari, og Kári Johansen, arbeiðsformaður, lata væl at arbeiðinum við Norðoyatunlinum
Keldumaðurin farin
ov langt
– Jógvan hevur havt eina ov stramma linju. Tað er órímuligt, at fólk, ið hava búð her í fleiri ár, og lagt nógv fyri at tillaga seg til
føroysk viðurskiftið, verða send av landinum, sigur Kristian Magnussen
Minnir um
rasismu
– Grundleggjandi er
hugburðurin mót-
vegis útlendingum
broyttur í hesi sam-
gonguni. Samgong-
an hevur bert upp-
funnið eina grund-
geving sum eitur
arbeiðsloysi fyri
legimitera sín
stramma útlend-
ingapolitikk, heldur
Bill Justinussen
ÚTLENDINGA-
JAGSTRAN
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
– Samgongan hevur tveitt
grundregluna um næstra-
kærleika fyri borð.
Tingmaðurin hjá Mið-
flokkinum, Bill Justinus-
sen, sigur, at flokkurin er
ómetaliga ónøgdur við
framferðarháttin
hjá
Jógvan við Keldu á út-
lendingaøkinum.
– Førdi politikkurin ger
seg inn á sakleys menn-
iskju,
og
politikkurin
minnir ikki sørt um ras-
ismu, vísir miðflokka-
maðurin á.
Bill Justinussen heldur,
at spurningurin um út-
lendingapolitikk Føroya
eisini snýr seg um mor-
alska ábyrgd.
– Tú mást minnast, at
føroyingar fluttu í stríðum
streymi av landinum und-
ir kreppuni, og væl varð
tikið ímóti okkum. Lond-
ini, sum føroyingar fluttu
til, høvdu væl lægri ar-
beiðsloysi enn vit hava í
dag, og tí er tað burturvið,
at vit eru farin undir at
blaka útlendingar út, sigur
Bill Justinussen
Íspunnin grund-
geving
Tingmaðurin hjá Mið-
flokkinum
heldur,
at
grundgevingin hjá sam-
gonguni um, at økta ar-
beiðsloysið ger tað neyð-
ugt við einum strammari
útlendingapolitikki
eru
íspunnin.
– Grundleggjandi er
hugburðurin
mótvegis
útlendingum broyttur í
hesi samgonguni. Sam-
gongan hevur bert upp-
funnið eina grundgeving
sum eitur arbeiðsloysi fyri
legimitera sín stramma
útlendingapolitikk, heldur
Bill Justinussen.
Óvirkin samgonga
Miðflokkurin heldur lítið
um leiklutin hjá Sam-
bandsflokkinum og Javn-
aðarflokkinum í samband
við útlendingapolitikkin
hjá samgonguni.
– Tað er einki yvir at
dylja, at tað fyrst og
fremst er Jógvan við
Keldu og hansara flokkur,
sum mynda útlendinga-
politikkin hjá samgong-
uni. Vit hava hoyrt til nak-
að av ónøgd í tinginum
frá bæði Sambandsflokk-
inum og Javnaðarflokkin-
um, men sum heild hava
hesir flokkar verið alt ov
óvirknir í spurninginum,
tí longu nú liggja fleiri
syrgiligar
lagnur
í
klemmu, vísir Bill Justin-
ussen á.
Vit hava hoyrt til nakað av ónøgd í tinginum frá bæði
Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum, men sum heild
hava hesir flokkar verið alt ov óvirknir í spurninginum, tí
longu nú liggja fleiri syrgiligar lagnur í klemmu, vísir Bill
Justinussen á
Hvørki Sambands-
flokkurin ella Javnað-
arflokkurin siga seg
taka undir við førda
útlendingapolitikkin
um hjá Jógvani við
Keldu. Vit mugu
skilja ímillum, hvørjir
útlendingar hava til-
lagað seg til føroyska
samfelagið, og teir
sum standa á gáttini
til at koma inn í land-
ið, siga Kristian
Magnusen og Kaj Leo
Johannsen
ÚTLENDINGA-
JAGSTRAN
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Hann hevur verið lagdur
undir at spíra til fremm-
andahatur
á
tingsins
røðarapalli. Atfinningarnar
ímóti førda útlendinga-
politikkinum hegla yvir
landsstýrismannin í inn-
lendismálum, Jógvan við
Keldu. Í bløðunum seinastu
dagarnar hava orð sum út-
reinsan og forfylging verið
sett í samband við útlend-
ingapolitikkin hjá sam-
gonguni.
Á samgongufundi mána-
dagin umrøddi samgongan
útlendingapolitikkin. Sam-
gongan kom ásamt um, at
neyðugt er at fara hóvligari
fram. Síðan samgongu-
skjalið varð undirskrivað
hevur lítið og einki verið at
hoyrt til støðuna hjá bæði
Javnaðarflokkinum
og
Sambandsflokkinum í út-
lendingamálum, meðan tað
tykist sum um Fólkaflokk-
urin einsamallur hevur sett
dagsskrá í hesum máli.
Vit hava tí vent okkum til
umboð fyri Javnaðarflokk-
in og Sambandsflokkin fyri
at fáa greiðu á, hvørja støðu
flokkarnir hava til førda
útlendingapolitikkin
hjá
Jógvani við Keldu og
Fólkaflokkinum.
Órógv
Formaður í tingbólki Javn-
aðarfloksins,
Kristian
Magnussen, og formaðurin
í Sambandsflokkinum, Kaj
Leo Johannesen, eru báðir
av teirri áskoðan, at alt ov
nógv rok hevur verið á
útlendingaøkinum.
– Jógvan hevur havt eina
ov stramma linju. Tað er
órímuligt, at fólk, ið hava
búð her í fleiri ár, og lagt
nógv fyri at tillaga seg til
føroysk viðurskiftið, verða
send av landinum, sigur
Kristian Magnussen
Formaðurin í Sambands-
flokkinum tekur undir við
Kristiani Magnussen.
–
Sambandsflokkurin
kann ikki taka undir við
linjuni
hjá
landsstýris-
manninum. Eg havi áður
gjørt vart við, at handfar-
ingin av málinum hevur í
fleiri førum verið óheppin,
sigur Kaj Leo Johannesen.
Munur á
Bæði umboðini fyri Javn-
aðarflokkin og Sambands-
flokkin halda, at greiður
skilnaður skal vera á út-
lendingunum, ið hava búð í
Føroyum og tillaga seg til
føroysk viðurskifti og teim-
um, sum standa á gáttini at
fáa uppihalds- og arbeiðs-
loyvi.
– Hava vit fyrst bjóðað
fólki vælkomnum inn í
landið, er neyðugt at taka
avleiðingarnar av tí og fara
væl við teimum, heldur
Kristian Magnussen.
Kaj Leo Johannesen er av
somu áskoðan
– Tað kann skaða okkara
umdømi almikið, um vit
fara undir at blaka fólk úr
landinum, sum hava fam-
ilju og búðstað her, sigur
formaður Sambandsfloks-
ins.
Tekur Javnaðarflokkurin
undir við einum sonevndum
útlendingastoppi?
– Er talan um ein útlend-
ing, sum skal til Føroya at
arbeiða, har stórur tørvur er
á hansara arbeiðsmegi,
haldi eg einki er til hindurs
fyri, at hann skal sleppa inn
í landið. Er hinvegin talan
um útlendingar, ið skulu ar-
beiða í vinnu, har stórt
arbeiðsloysi ræður, haldi eg
tað er órímuligt at lova
teimum inn. Uttan mun,
hvønn politikk samgongan
kemur ásamt um, er tað
ómetaliga týdningarmikið,
at vit hava fullan stuðul í
fólkinum, sigur Kristian
Magnussen
Óvist
Spurdur um umdømið hjá
føroyingum uttanlands hev-
ur tikið skaða av avgerðun-
um hjá innlendismálaráðn-
um seinastu vikurnar, svar-
ar Kaj Leo Johannesen, at
tað er ilt at meta um.
– Høvdu vit hildu á við
linjuni hjá Innlendismála-
ráðnum er vandi fyri, at vit
skjótt høvdu fingið eitt
keðiligt umdømi. Vit mugu
hava í geyma, at føroyingar
gjøgnum tíðina altíð hava
arbeitt nógv í øðrum lond-
um, og tí kunnu vit ikki
loyva okkum at fara illa við
teimum útlendingum, sum
arbeiða her, sigur formaður
Sambandsfloksins.
C
M
Y
K
17
16