hósdagur 7. apríl 2016síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. APRÍL 2016
SOSIALURIN 40
4
Arbeiðsuppgávur
Sum skrivari hevur tú ábyrgd av skrivstovuni. Tú skalt fyrireika
fundir og luttaka á kommunustýrisfundum og øðrum fundum.
Skrivarin hevur eisini ábyrgd av:
• journalskipan og fólkayvirlitinum
• bókhaldi og roknskapar uppseting
• samskifti við starvsfólk í kommununi
• at fyrireika tilfar at leggja á heimasíðu kommunurnar
• málsviðgerð
• annað fyrisitingarligt arbeiði
Vit kunnu bjóða
Eitt gott og sjálvstøðugt arbeiðspláss, har tú hevur ávirkan.
Tú fært eitt tætt samstarv við stovnar í kommununi.
Vit sóknast eftir einum skrivara sum
• hevur bókhaldsførleika ella skrivstovuútbúgving
• hevur góð samstarvs- og samskiftisevnir
• hevur telduførleika
• dugir væl at orða seg í skrift og talu á føroyskum
Setanarviðurskifti
Lønar og setanartreytir verða sambært sáttmála ímillum
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið. Tann, ið
settur verður, kemur at arbeiða eina tíð saman við verandi skrivara.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til borgarstjóran á
telefon 254430. Umsóknir skulu latast inn í seinasta lagi 26. apríl,
við at senda bræv til:
Porkeris Kommuna, Við Á 8, 950 Porkeri
ella til porkeri@porkeri.fo
Porkeris Kommuna tilskilar sær rætt til frítt at velja millum innkomnar umsóknir ella onga at taka.
Skrivari til
Porkeris Kommunu
Porkeris Kommuna søkir eftir skrivara ¾ tíð,
at byrja skjótast gjørligt.
Porkeris Kommuna
ANNIJANNI