hósdagur 7. apríl 2016síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. APRÍL 2016
SOSIALURIN 40
6
Eiler á Líknargøtu er til
dialysuviðgerð hvønn
mánadag, mikudag, fríggja
dag og leygardag. Áður
hevur hann verið upp til
seks ferðir um vikuna til
dialysuviðger, men tað
gjørdist ov strævið fyri Eiler
PERSÓNSSØGA
BARBARA HOLM
»At siga hann bara er dialysusjúk
lingur, tað er ov einfalt, tí so sera
nógvar aðrar fylgisjúkur hava rakt
hann síðani hann gjørdist sjúkur«.
Orðini eigur 57 ára gamla
Hallbjørg Hansen. Seinastu 15 árini
hevur hon staðið við liðina á 62 ára
gamla Eiler á Líknagøtu, og saman
eru tey farin gjøgnum tað, sum tey
bæði umrøða sum eitt ómenniskja
ligt tíðarskeið. Hesin dagurin vit
hittast til eitt prát, er ein av góðu
døgunum hjá Eileri.
Hann orkar betur í dag, enn
hann ger aðrar dagar. Ein stór
orsøk til tað er, at í dag sleppur
hann undan at fara í dialysu.
Men gongur ov lang tíð millum
dialysurnar, so fyllist Eiler við
vætu, og gerst sera ússaligur.
– Eg eri avhengigur av dialys
unum, men eg orki betur at liva
teir dagarnar eg sleppi undan, sig
ur høgi, prúði maðurin, sum í dag
einki nýra hevur í kroppinum.
Tilgongdin hevur verið long,
men byrjanin til hetta lívið kom
sum eitt skot frá himli ein dag í
2001.
Gjørdist akutsjúkur
Í 2001 gjørdist Eiler á Líknargøtu
akutsjúkur. Tað vísti seg, at Eiler
hevði blóðforgiftning, og í fimm
dagar varð Eiler lagdur undir skurð
heili fýra ferðir, við tí fyri eyga, at
burturbeina ein part av tarmunum.
Eftir tvær skurðviðgerðir á lands
sjúkrahúsinum varð hann sendur
til ríkissjúkrahúsið til enn tvær
skurðviðgerðir – og fjórðu ferð
eydnaðist umsíðir at skera tann
sjúka partin burtur. Og útlitini
vóru ring – einans 10 prosent
kjansur fyri at yvirliva. Hóast tað
eydnaðist, so var tað ein harður
umgangur.
– Alt steðgaði upp í kroppinum,
og eg varð lagdur í koma í tríggjar
viku, greiðir Eiler frá.
Tarmarnir vóru lagdir út gjøgn
um síðuna í nakrar mánaðir og
allur mobilitetur hjá Eileri hvarv.
Hann gjørdist lamin.
– Tað var ræðuliga hart, tí eg
hevði ongan matarlyst og tapti
meg yvir 30 kilo, greiðir Eiler frá.
Men eftir eini fýra mánaðir vóru
tarmarnir innopereraðir aftur, og
Eiler fekk hug at eta, og fór sam
stundis undir uppafturvenjing av
kroppinum.
– Úrslitið av hesum var, at
nýruni hjá mær ikki fóru í gongd
aftur, og hjarta varð illa skatt av
einum blóðtøppi, sum eg fekk boð
um eisini hevði verið har, sigur
Eiler á Líknargøtu.
Men hvat kom fyrst – blóðtøpp
urin ella skurðviðgerðin?
Eg havi onkuntíð
hugsað um at
sleppa herfrá.
Tað er ímóti
øllum oddsunum,
at eg eri her enn,
men onkursvegna
havi eg klárað
at siglt millum
skerini. Men tað
er tyngjandi«
Deyðsjúkur í 15 ár
MYND: FINNUR JUSTINUSSEN / FOTOSTUDIO
Framhald á næstu síðu
– Dialysulívið viðførir eitt hart umhvørvi, tí vit síggja pínu og
sorg hjá hvørjum øðrum, og eg síggi, tá hini doyggja burturfrá.
So hugsi eg, nær tað er mín túrur, sigur Eiler á Líknargøtu,
sum seinastu 15 árini hevur verið dialysusjúklingur. Hann
hevur eingi nýru og bert 16 prosent funktión í hjartanum
ÓTRÚLIGT
AT EG
LIVI ENN