mikudagur 25. august 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 160 - 25. august 2004
19
Kvinnurnar bastu allari mótstøðu
Arnleyg Mikkelsen og
Marjun Restorff
vunnu barometur
kappingina í bridge,
sum var um viku-
skiftið
Bridge
Bridgehúsið í Havn skipaði
leygardagin 21. august fyri
stórari almennari parkapp-
ing í bridge. Kappingin, ið
var væl stuðla av Føroya
Tele, varð skipað sum ein
barometur kapping. 22 pør
høvdu boðað frá luttøku.
Kappingin gjørdist sera
spennandi, sjálvt um tað
eina parið við Arnleyg
Mikkelsen
og
Marjun
Restorff beinanvegin legði
seg á odda, vóru tað fleiri
pør, sum lógu framvið og
royndu at koppa tær av
ovastu rók. Men Arnleyg og
Marjun hildu fast og vunnu
sostatt eisini kappingina.
Spæl
Besti hátturin at síggja
hvussu flott hetta splælið
er, er fyrst at royna tað sum
eina uppgávu áðrenn tú
lesur loysnina.
E/NS
Norðan
Sp A Q 10
Hj A K J 10 9 7
Rú A Q
Kl J 2
Eystan
Sp K J 8 7 5
Hj 2
Rú 7 5 2
Kl 9 8 6 5
Sunnan Vestan Norðan
Eystan
-
-
-
Pass
Pass
1 rú
2 rú
Pass
2 hj
Pass 4 hj
Pass
Pass
Pass
Útspæl spar 4
Sunnan spælir spar damu
frá borðinum, og tú tekur
við konginum. Tú væntar at
sunnan ikki er ein av
teimum, ið meldar tveir
hjartar við trimum lítlum
hjartarum og einari vána-
ligari hond. So um meldið
skal setast, skulu tit hava
tvey stikk í spari og tvey í
kleyv. Men kann hetta ikki
gerast sera tórført?
Loysn
Eftir at hava fingið fyri spar
kong hevur tú ein trupul-
leika, sjálvt um tú kanska
ikki sært hann. Um tú
spælir ein kleyvara, ið sær
safe út at gera, vinnur
makkarin við damuni og
spælir meir spar. Sunnan
tekur fyri essi og spælir
tvær ferð trumf og síðani
kleyvar bónda, ið vestur má
taka við essinum. Vestur
hevur ikki spar eftir og má
tískil geva sunnan fyri
kleyvar kong og spar tíggju
vera kastað av frá borð-
inum.
Tað er sera tórført at
síggja, men fyri at seta
meldið, skal eystan skifta
til sín staka trumf. Nú
vinnur sunnan ongantíð sítt
meld.
Hinar hendurnar:
Vestur
Sp 9 4
Hj 8 3
Rú K J 10 9 4
Kl A Q 10 7
Sunnan
Sp 6 3 2
Hj Q 6 5 4
Rú 8 6 3
Kl K 4 3
Vinnararnir Arnleyg og
Marjun fáa vinningin
handaðan av stjóranum í
Føroya Tele, Andrasi Róin
Samlaða støðan:
1)
Arnleyg Mikkelsen - Marjun Restorff
378
2)
Jóannes Mouritsen - Hedin Mouritsen
362
3)
Reimund Langgaard - Dia Petersen
340
4)
Jóna Grunnveit - Jógvan Juel
338
5)
Bogi Simonsen - Símin Lassaberg
321
6)
Asla Weihe - Hanus Bærentsen
317
7)
Laila Danielsen - Maria Christiansen
313
8)
Arant Berjastein - Magni Jøkladal
311
9)
Tórhedin T. Thomsen - Danny Danielsen
309
10)
Jan Petersen - Hermundur Jóhannesen
307
11)
Zakaris Joensen - Høgni Jacobsen
306
12)
Jákup Hjaltalin - Jens Pauli G. Nolsøe
304
13
Arnbjørn Sivertsen - Carl Mikkelsen
293
14)
Birna - Egil Helmsdal
286
15)
Marner Joensen - Jórun Johannesen
286
16)
Gunnar Mouritsen - Høgni Vesturklett
283
17)
Peter Sigurd Rasmussen - Helgi
282
18)
Eyðun Anthoniussen - Robert Langgård
279
19)
Heini Joensen - Hans J. Poulsen
263
20)
Andras Róin - Kristina Ottosdóttir
256
21)
Ingolf Olsen - Haldor Ellingsgaard
241
22)
Finnur Petersen - Mortan
231
Úrslitið av kappsiglingini á Skálafirði 2004, sum
Lions Club Eysturoy skipaði fyri
nr bátanavn
Bátaeigari
1
m/b Hoyvíksbáturin
Birgir Johan Simonsen, Hoyvík
2
m/b Niels í Nesinum
Alfred Gullbein, Tórshavn
3
m/b Olivia
Jóan J. Andreassen, Kollafjørð
4
m/b Nón
Agnar Olsen, Hósvík
5
m/b Sildin
Jónsvein Mikkelsen, Toftir
6
m/b luddi
Dávur Thomassen, Kollafjørð
7
m/b Eyð
Atli Leitisstein, Runavík
8
m/b Ternan
Kári Borgarklett,Hósvík
9
m/b Miðgerð
Arngrim Petersen, Kollafjørð
10 m/b Falkurin
Kári Hansen, Strendur
11 m/b Svanur
John Mikkelsen, Skála
12 m/b Pluto
Meinhard Christensen, Skála
13 m/b Teistin
Símun Poulsen, Strendur
14 m/b Gjáarbáturin
Janus Petersen, Kollafjørð
15 m/b Leivur
Bjarni Petersen, Kollafjørð
16 m/b Vinur
Óli Mikkelsen, Tórshavn
17 m/b Helga
Kaj MJohannesen, Kaldbak
18 m/b Búgvin
Per Mikkelsen, Strendur
19 m/b Jóan Pauli
Jóhannus Johannesen, Kollafjørður
20 m/b Kollsteinur
Mikkjal Hansen, Hósvík
21 m/b Malli
Odmar Joensen, Kollafjørð
22 m/b Góðadalsbáturin
Anfinnur Hjalmarsson, Argir
23 m/b Havgásin
Edvard Hermansen, Hósvík
24 m/b Robin Hood
Jonhard á Marknagarði, Saltanará
Sunnudagin vóru 28
bátar við í kapp-
siglingini, sum Lions
Club skipaði fyri
SIGLING
Tíðindaskriv
Líkindini hendan dagin
vóru ikki av teimum bestu.
Ein ond av høgum vestri,
sum á hálvari leið mest-
sum gav upp ondina fyri
síðani at lækka niður í ein
lágan vestan. Men hóast
teir í Grikkalandi tvær
ferðir máttu avlýsa sínar
kappingar av somu orsøk,
vórðu seglini sett klokkan
hálvgum fýra, og tann
seinasti báturin fór um
málstrikuna
klokkan
tíggju minuttir yvir seks.
Tolnir sótu teir og slotaðu
eftir hvar frægasti gráðin
var at heinta, sum kundi
fáa seglið at standa frá. Av
teimum 28 bátunum, ið
høvdu meldað til, komu
teir 24 á mál.
Hetta er 35. árið, at
Lions Club skipar fyri
kappsigling, og í tí sam-
bandi fingu allir lut-
takararnir eina t-troyggju,
ein kalendara umframt
bókina, sum Regin Debess
gav út í sambandi við 25
ára dagin fyri kappsigl-
ingini.
Lions Club letur væl at
kappingini í ár, og vænt-
andi verður skipað fyri
kapping aftur næsta ár.
Kappsigling á
Skálafjørðinum
19
Nr. 160 • mikudagur • 25. august 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Landsliðsleikarar missa
dystarvenjing
Seks leikarar frá sein-
asta landsliðshópi
spæla ikki landskapp-
ingardystir í løtuni.
Hetta kann fáa stóra
ávirkan á dystar-
formin hjá hesum
leikarum undan
landsdystunum ímóti
Sveis og Frankaríki
FÓTBÓLTUR
Stefan í Skorini
Danska landskappingin í
trimum teimum fremstu
deildunum liggur í løtuni
still. Orsøkin er verkfallið,
sum danska leikarafelagið
hevur sett í verk. Leikara-
felagið vil ikki góðkenna
reglurnar fyri sølu og keypi
av spælarum, sum Divisi-
onsfelagið vil seta í verk
eftir tilmæli frá FIFA. Tí
hava leikararnir sligið nev-
an í borðið og vilja ikki
spæla fyri feløgini, um tey
halda fast við, at hesir
reglar skulu vera galdandi.
Í skrivandi stund er eing-
in semja í eygsjón. Eingin
av pørtunum vil flyta seg í
hesi arbeiðsósemju.
Jón Rói venur við
fullari ferð
Jón Rói Jacobsen hevur
sína dagligu gongd í 1.
deildarfelagnum Frem í
Keypmannahavn.
Hann
sigur, at í verandi støðu
venja teir við fullari ferð
nærum hvønn dag.
– Vit venja framvegis, og
síðst vóru vit eini fimtan til
venjing. Venjararnir eru
ikki til arbeiðis, og tí eru
tað nakrir av teimum eldru
leikarunum, ið taka sær av
venjingini, sigur Jón Rói.
Hann viðgongur tó, at venj-
ingin ikki er heilt á hædd
við tær, sum høvuðsvenj-
arin Ebbe Skovdahl skipar
fyri, men teir eru í øllum
førum í gongd hvønn dag.
Týskvøldið skuldi Jón Rói
spæla venjingardyst við 2.
liði hjá Frem. Hann og tveir
aðrir leikarar, ið heldur ikki
eru í verkfalli, skuldu spæla
við.
– Tað sigur seg sjálvt, at
dystarvenjingin hjá okkum
ikki verður eins góð, og
hon kundi verið, nú lands-
kappingin liggur still. Men
eg rokni tó við, at teir flestu
klárir bæði mentalt og
kropsliga
til
komandi
landsdystirnar. Hetta eru
stórir dystir fyri okkara við-
komandi, og tí verður tað
ikki torført at seta seg upp
uppgávuna, sigur Jón Rói
úr Keypmannahavn.
Tað skerst tó ikki burtur,
at dystarvenjingin kann
gerast ein rættiliga avger-
andi faktorur, um lands-
liðið skal fáa nøktandi úr-
slit ímóti Sveis og Franka-
ríki.
Teir fimm føroysku leik-
ararnir í donsku 1. deild
missa tilsamans tríggjar
dystir, um verkfallið heldur
fram, inntil landsdystirnir
eru á skránni.
Føroyska landsliðið skal í
eldin leygardagin tann 4.
september ímóti Sveis á
útivølli.
Síðani
kemur
Frankaríki
á
vitjan
á
Tórsvølli mikudagin 8.
september. Ikki kann sigast,
at
fyrireikingarnar
eru
optimalar, um ein stórur
partur av leikarunum ikki
hava spælt ein veruligan
landskappingardyst í fleiri
vikur frammanundan.
Frá seinasta leikarahópi
eru tað Andrew av Fløtum,
Jann Ingi Petersen og
Hjalgrím Elttør (allir úr
Fremad Amager), Johan
Byrial Hansen (AC Hors-
ens), Jón Rói Jacobsen
(Frem) og Todi Jónsson
(FCK), ið eru raktir av
verkfallinum.
Vit royndu at fáa fatur á
Henrik Larsen, landsliðs-
venjara, men hetta eydn-
aðist ikki til dagsins útgávu
av Sosialinum.
U-19 landsliðið hjá
kvinnum úttikið
Nýggi liðformaðurin
á franska landsliðn-
um, Patrick Vieira,
verður neyvan við í
dystinum á Tórsvølli
tann 8. september
FÓTBÓLTUR
Stefan í Skorini
Franski landsliðsvenjarin
klórar sær óivað í skallan-
um í hesum døgum. Tað
tykist greitt, at miðvall-
argeneralurin,
Patrick
Vieira, ikki verður tøkur
til komandi landsdystirnar
hjá Frankaríki ímóti Ísrael
tann 4. september og Før-
oyum 8. september.
Hetta er steinur omaná
byrðu hjá venjaranum, tí
at seinastu vikurnar hava
fleiri av teimum heilt stóru
stuðulsleikarunum boðað
frá, at teir gevast á lands-
liðnum. Og nú skal venj-
arin, Raymond Domen-
ech, eisini vera Vieira fyri-
uttan í tveimum teimum
fyrstu dystunum í hesi
undankappingini. Vieira
er nýliga útnevndur sum
nýggjur liðformaður á
franska landsliðnum.
Vieira fekk ein lærskaða
undir EM-endaspælinum,
og hann hevur ikki verið
førur fyri at spæla við full-
ari ferð síðani. Tí er ikki
væntandi, at hann verður
klárur til komandi lands-
dystir.
Nýtt lið
Eftir EM-endaspælið boð-
aðu Zinedine Zidane, Lili-
an Thuram, Bixente Liz-
arazu og Marcel Desailly
frá, at teir ikki vildu spæla
á landsliðnum longur. Tí
er tað ein dyggur smeitur
fyri landsliðið at missa ein
av sínum royndastu leikar-
um, sum skal lyfta arvin
eftir hesar leikarar.
Domenech
skal
tí
byggja eitt heilt nýtt lið
upp uttan hesar leikarar,
og fyrsta uppgávan verður
dystirnir ímóti Ísrael og
Føroyum, sum eru smá-
tjóðir í fótbóltshøpi. Tað
liggur tí eitt ávíst trýst á
franska liðnum undan hes-
um dystunum. Teir skulu
nú vísa, at teir kunnu lyfta
arvin eftir teir leikarar,
sum megnaðu at vinna
bæði HM í 1998 og EM í
2000.
Vieira ikki tøkur ímóti
Føroyum
FÓTBÓLTUR
Stefan í Skorini
Venjarin hjá U-19 landsliðnum
hevur sent boð eftir seytjan leikar-
um, nú liðið skal til EM-undan-
kappingina, sum verður í Póllandi
frá 27. september til 3. oktober.
Hópurin skal koma saman seks
ferðir áðrenn fráferðina, og tann
fyrsti venjingardysturin hjá U-19
liðnum verður ímóti KÍ í Klaksvík
hósdagin klokkan 19.45.
Hesir leikarar hava fingið lands-
liðsboð: Randi S. Wardum og
Anna Joensen úr KÍ. Kristina D.
Simonsen, Linda Weihe og Jytta
Drangastein úr AB. Ása Christian-
sen, Ása Dam á Neystabø, Unn
Kragesten og Elsa Maria Olsen úr
B36. Doris í Garði Joensen, Rakul
Magnussen og Mildrið Djurhuus
úr EB/Streymi. Anja Klæmints-
dóttir úr GÍ/B68. Sigrid Petersen
úr ÍF. Heidi á Lakjuni og Jacoba
Langgaard úr NSÍ og Mary-Ann
Isaksen úr Skjold BK
Jón Rói Jacobsen spælir ikki
landskappingardystir í løtuni vegna ósemju
millum leikarafelagið og divisiónsfelagið.
Spurningurin er, hvussu arbeiðssteðgurin fer
at ávirka fyrireikingarnar hjá landsliðnum
til komandi dystirnar
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
18