hósdagur 7. apríl 2016síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. APRÍL 2016
SOSIALURIN 40
28
Teir tosa aldrin saman. Ganga
bara framvið hvørjum øðrum.
Sama dagin sum Heri varð hand
tikin, var ætlanin at hann fyri
fyrstu ferð skuldi út við trolara.
»Helviti, ikki aftur nú!«, hugsaði
hann, tá hann varð handtikin.
– Eg angraði alt í somu løtu. Eg
hevði jú glett meg at sleppa um
borð á trolaran at royna meg. Eg
fái kanska ongantíð kjansin aftur,
sigur hann. Men tað er ringt at
stýra sær, tá man hevur ADHD og
alt for góðan hug til alkohol, for
telur hann.
Í Mjørkadali skal hann halda
sær frá rúsdrekka og rúsevnum.
Men tá fangarnir keypa inn, dettur
ofta ein pakki av ger í kurvina. Teir
blanda gerið upp í vatn og frukt
saft. Eftir nøkrum døgum í einum
lufttættum ílati, verður blandingin
til alkohol sum teir kunnu drekka.
– Visti tú ikki tað?, spyr hann
flennandi, tá eg lyfti eygnabrýrnar
og spyrji, um hann meinar tað. Tað
er týðiligt, at veruleikin hjá Terja
er langt frá veruleikanum hjá mær.
Fá eftirverndartilboð
Tá døgurðin er etin, fer Heri aftur
í arbeiðsskúrin at roykja sigarettir
og drekka kaffi. Hann hevði ynskt,
at hann har var eitthvørt arbeiðs
tilboð til hann í Mjørkadali. Um
hann slapp at rippa húkar í ar
beiðstíðini, var hann nøgdur. Men
seinasta hálvtannað árið hevur
einki arbeiðstilboð verið til fangar
nar, hóast leiðslan í Mjørkadali
fleiri ferðir hevur roynt at skaffa
arbeiði.
– Tað er oyðileggjandi at sita
her og gera einki. Eg verði svakur í
heysinum. Upp aftur meir svakur í
heysinum. Eg havi brúk fyri at tosa
við fólk og arbeiða, í staðin fyri
at sita her og vera til onga nyttu,
sigur hann. Ikki grenjandi tó. Hann
viðurkennur, at hann sjálvur eigur
ábyrgdina, sigur hann.
Men hevði ynskt, at meir varð
gjørt fyri at betra um støðuna
hjá teimum sum bróta landsins
lógir.
– Tað hevði komið øllum til góð
ar. Sum tað er nú, gerast vit bara
uppaftur meiri kriminellir, tá vit
koma út, heldur hann.
Tá fangarnir verða latnir leysir
úr Mjørkadali, eru teir ofta undir
eftirliti í eitt ár aftaná. Tó er tað av
markað, hvørji skipaði eftirvernd
artilboð verða bjóðað fangunum.
Rapportir úr grannalondum
hava fleiri ferðir staðfest, at átøk,
sum hava til endamáls at ræða
brotsfólk, ikki gagna. Um man
vil fyribyrgja at tey, sum fremja
brotsverk skulu fremja uppaftur
fleiri brotsverk, er tað neyðugt við
mildari revsingum. Eitt nú vísa
samfelagstænasta og fótleinkja
betri úrslit enn fongsulsrevsing.
Misnýtsluviðgerð, kognitiv viðgerð
og útbúgving gevur eisini góð úrs
lit.
– Fongslini í Danmark eru nógv
ar ferðir betri, sigur Heri, sum
hevur sitið í Vestre Fængsel tvær
ferðir. Har eru útbúgvingartilboð,
avrúsingartilboð, anger manage
ment og fleiri starvsmøguleikar
til fangarnar.
– Her fái eg einki annað enn
antabuss, sigur hann.
Elkin Klettheyggj, leiðari á
Kriminalforsorgini, vísir tó á, at
tað ber til at taka 9., 10. flokk, mið
námsútbúgving og hægri lesnað,
meðan man situr í Mjørkadali. Hon
fortelur eisini, at tey javnan senda
fangar í Bláa Kross til viðgerðar.
Um nátturðatíð verður Heri
leiddur oman aftur í kamarið hjá
sær. Her etur hann sín nátturða
frammanfyri sjónvarpinum og
spælur playstation inntil myrkrið
legst yvir Mjørkadal. Nøkunlunda
soleiðis síggja komandi átta mán
aðirnar hjá honum út.
– Tað er tað, sum ræðir meg
mest, sigur hesin buldrasligi ungi
maðurin.
BIRGITH@SOSIALURIN.FO
SAMFELAG
»Tað er oyðileggjandi at sita her og gera einki.
Eg verði svakur í heysinum. Upp aftur meir svakur í
heysinum. Eg havi brúk fyri at tosa við fólk og arbeiða,
í staðin fyri at sita her og vera til onga nyttu«
Um nátturðatíð verður Heri leiddur oman aftur í kamarið hjá sær. Her etur hann sín nátturða
frammanfyri sjónvarpinum og spælur playstation inntil myrkrið legst yvir Mjørkadal
Vakra útsýnið yvir
Kaldbaksfjørð er tarnað
av fongsulshegninum
MYNDIR: BIRGITH LASSEN