Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-29, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. februar 2016síða 2

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 29. februar 2016 · Nr. 25 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Beinta í Jákupsstovu Kjak síða 12 Valstøð og fólka­ ræðið Súni Selfoss Kjak síða 12 Eitt sterkt felag Tað ber ikki boð um gott politiskt handa­lag, tá tingmenn koma við út­meld­ing­um soleiðis, sum Krist­in Mich­el­sen og Bjarni Hamm­er gjørdi í Degi og Viku fríggja­kvøld­ið. Fyrst sigur tað sjálvsagt nógv um per­són­arnar báðar, men tað sig­ur eis­ini nakað um leiðsluna í ein­um flokki, sum letur tveir av ting­monn­um sínum føra seg so ó­stort­liga fram, at krøv um stórar í­løg­ur og stórar umraðfestingar verða settar eftir, hvussu tveir ting­ menn per­sónliga vinna sær størstu und­ir­tøku. Sjálvandi skal trygdin vera í lagi hjá suð­ur­oy­ing­um. Tað er eingin, sum varð­ar av sjúkra­hús­verk­inum, sum vil seta trygdina hjá fólki í á­vís­um økjum í vanda. Men tveir lokalpolitikarar á Tvør­oyri – við allari respekt – eru og verða ikki fak­kunn­leik­in á heilsu­øki­num. Tí er tað so ófrætta­ kent, at teir vilja loypa um fak­ kunnleikan og trýsta lands­stýr­is­ kvinn­una at finna pengar til stóra íløgu og at hækka rakstrarjáttanina yv­ir 20 prosent. Hóast vit altíð kunnu seta spurn­ar­tekin við, tá landsstýrisfólk seta stór­ar nevnd­ir at kanna hetta og hatta – so eiga politikarar altíð at halda seg til fak­kunn­leik­an. Tí sum sagt, at pol­it­ik­ar­ar­nir klára ikki at finna bestu heilsu­frøðiligu atlitini, sum skulu takast. Vit hava tríggjar sjúkra­hús­ bygn­ing­ar í Føroyum. Men sjúkra­ hús­verk­ið skal sjálvandi síggjast í ein­um høpi. Smærru sjúkrahúsini eru ikki til fyri at menna útjaðaran ella fyri at skapa arbeiðspláss – ella fyri at pol­itik­arar í Klaksvík og í Suð­ur­oy skulu kunna reypa av at hava eins góðar heilsutænastur, sum lands­sjúkra­hús­ið. Bygnaðurin í sjúkra­hús­verk­i­ num skal altíð fremjast við at­liti til, hvussu tað best gangar fólka­ heilsu­ni, trygdini og lívsgóðskuni hjá okkum øllum sum heild. Tí er tað so sjálvsagt, at vit mugu bíða eftir niðurstøðuni um visjónir og menningarætlan, sum lands­stýr­ is­kvinn­an hevur sett í verk. Tað at Føroyar landafrøðiliga liggja spjaddar ger, at neyð­ugt verð­ ur við ávísum dupultfunktiónum – og tað verður tað sjálvandi eisini í heilsu­verki­num. Men fólkið í Føroyum hevur krav upp á meiri kvalitet frá pol­ it­ik­ar­um og frá landsins leiðandi pol­itiska flokki. Vit mugu krevja av leiðsluni í Javn­aðarflokkinum, og tað er so nøku­lunda skil á politisku út­meld­ ing­u­num, sum koma. Og ikki minst at flokkurin sjálv­ ur viðrir sítt egna – og sam­gong­ unn­ar politiska grund­ar­lag. skurvutar útmeldingar Hjarnar Djurhuus Týs­kvøld­ ið 16. febr­ u­ar 2016 varð bók­in K l a k k s ­ víks­stríð­ið 1952-1955, skriv­að av Líggj­asi í Bø, fram­løgd í Mið­ høll­ini á Skúlatrøð. Í Sosialinum 19. februar stend­ur í eini grein, at und­ ir­rit­aði fanst hvassliga at bók­ini, tí hon hevur ikki ob­ jek­ti­vi­tet. Eg haldi ikki, at inni­hald­ið í greinini er heilt rætt, men læt tað fara. Tað er helst trupult, bæði hjá Líggj­asi og mær, at verða heilt objektivir í samband við lækna­stríðið, og tí er tað helst meira áhugavert at hoyra, hvat persónar, ið mugu haldast at vera ob­jek­ tiv­ir, hava at siga í hesum sam­bandi. Eg loyvi mær tí at geva orð­ið til Christian Matras pro­fess­ara, sum í brævi til Kar­sten Hoydal 13. nov­em­ ber 1955, tá Karsten Hoydal var í Suð­urameriku, millum ann­að sigur: “Føroyar eru spi­talsk­ar av øvund og øs­ing, av trong­ skygd­um bygd­a­pro­fet­um, og ann­ars av Erlendi, sum er tað politiska menniskjað, sum Hitlers­menn tosaðu um í danska útvarpinum á sinni. Tað nógva av tí, sum sagt og skriva verður og gjørt, er beint fram skomm fyri allar Føroyar. Vil Er­ lend­ur gera leyst, og tað er kanska høpi í tí, hóast eg iv­ ist eitt sindur, nei, eg meini: vilja Føroyingar gera leyst, er eingin, sum forðar teim­ um. Tað ber til at fáa alt hetta í lag á hampiligan hátt og í semju – Danir eru ikki øðrvísi. Men at nýta hatta bæði býtta og skitna Klakks­vík­ar­mál­ið, sømir ikki einum reinhugaðum loys­ ing­ar­flokki. Slík vápn kann Damm­ urin og hansara flokk­ur eiga. Tað versta er tað, at fjøld­in av Før­oy­ ing­um vil ikki gera leyst, tí er tað ikki annað enn spilla og fløkja, sum spyrst burturúr. Satt at siga, vænti eg, at ein sam­ bandsk­ur bak­slátt­ ur verð­ur ein­asta úrs­lit­ið, Er­lend­ ur hesa ferð fær burt­ur úr rumblinum, tó at flokk­ur hansara helst fær fram­gongd. Mótmenninir verða sterkari og treiskari. - Eg ætlaði ikki at nerta við handa forbidna politikkin, men hann ger okkum øll í ør­ viti, so vit fáa illa tosað um ann­að.” At metingarnar hjá Christ­iani Matras vóru rætt­ ar, hevur søgan prógvað. Sjálvt um eg haldi, at bók­ in Klakksvíksstríðið 1952- 1955 hjá Líggjasi í Bø ikki er heilt lýtaleys, so haldi eg tó, at hon er verd at ogna sær. Læknastríðið í Klaksvík Tað má vera skil í útmeld­ ing­um frá flokki løgmans Í sambandi við, at Havn­ ar Judofelag verð­ur 45 ár í hesum døg­um, var hátíðarløta í Eyst­ur­skúl­a­ num leyg­ardagin. Nakrar føðing­ar­dags­ kapp­ingar skuldu av­greið­ ast har, og formaðurin, Jan Günt­her, visti av ongum, at Havn­ar Judofelag vildi gera nak­að serligt burturúr degn­um við at heiðra hann. Fel­agið hevði m. a. biðið borg­ar­stjóran, sum er gam­ al judoíðkari, at siga nøkur orð, áðrenn føð­ing­ar­dags­ kapp­ing­in byrjaði. Jan Günther hevur vand yngru leikararnar øll árini, og hetta vildi felagið heiðra hann fyri. Heiðraðu Jan Günt­ her á 45 ára degi Heðin Mortensen, borgarstjóri, handar Jan Günther heiðursbræv