Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-29, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. februar 2016síða 16

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 29. februar 2016 · Nr. 25 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ÍTRÓTTUR HONDBÓLTUR NEISTIN HEVUR GOTT TAK Á VÍF Fyri triðu ferð upp á slag eydnaðist tað ikki mansliðnum hjá VÍF at basa Neistan. Kvinnudystur var eisini ímillum somu liðini, og harafturat blivu aðrir hondbóltsdystir eisini spældir hetta vikuskiftið Neli Heldarskarð Undan mansdystinum í høllini á Hálsi í gjár var ikki nógvur ivi um, hvør var favorittur undan dystinum. Neistin er nummar seks í FTZ-deildini, har stiga­ frá­støðan til medalju- og finalupláss er ov lang til, at neistamenn kunnu gera sær vónir um at enda á teimum heilt stuttligu plássunum. Hinvegin er VÍF nummar tvey og hervið á finaluplássi, har frástøðan niður til numm­ar trý, Kyndil, bert var stey stig undan dystinum ímóti Neistanum. Sostatt er skjótt at staðfesta, at eina liðið hevði meira at spæla fyri enn hitt, men tó hevur Neistin gott tak á júst VÍF. Hin 16. desember end­aði dystur í Vestmanna ímill­ um liðini við javnleiki 24-24, og tá ið liðini hittust aftur 20. januar, hesaferð í steypa­ kapp­ingini, vann Neistin ein tepran sigur áljóðandi 23-22.  Tískil var kortini lagt upp til ein spennandi mansdyst í høllini á Hálsi í gjár. Ta einu løtuna var uppgerðin tó alt annað enn spennandi. Neistin frammanfyri við átta málum Talan var um eitt skert neista­lið í gjár. Bert 12 mans vóru á dómaraseðlinum, har menn sum strikuspælarin, Herbjørn Lava, og høgri vong­urin, John í Innistovu, manglaðu, tí at teir vóru burtur­staddir. Harafturat er garvaði, útlendski striku­ leik­arin, Jugoslav Djumic, steðg­aður í felagnum. Hetta merkti, at ungi Pætur Mikkjalsson fekk møgu­ leikan á strikuni. Ein møgu­ leiki, sum varð tikin av, tí at Pætur skoraði fýra mál, og tað má sigast at vera rætt­ iliga gott fyri ein leikara, sum hevur spælt ímillum lítið og onki í bestu deildini. At síggja til var liðið hjá VÍF fullmannað. Tó var helst mest umrøddi, føroyski hondbóltsleikarin seinastu tíðina, Heini Hanusarson, sitandi á bonkinum allan dystin á tamb, tí at hann var skaddur. Hetta segði venjarin hjá VÍF, Ingi Olsen, í samrøðu við Rás2 eftir dystin. Ein stóran part av fyrra hálvleiki bar als ikki til at síggja, at VÍF er næstfremst í deildini, meðan Neistin er næst­aftast. Byrjanin av dyst­inum var jøvn, har liðini fylgdust upp til støðuna 5-5. Men eftir hetta byrjaði Neistin so dyggiliga at renna undan vestmenningum. Nicholas Satchwell bjargaði ferð aftaná ferð í málinum hjá teim­um bláu, og sam­ stundis gekk sum fótur í hosu í álopspartinum hjá neista­monnum – eitt skifti vóru teir nevniliga á odda heili 15-7. Eftir hetta megnaði VÍF tó at fóta sær somikið nógv, at hálvleiksstøðan gjørd­ist 15-12 til heimaliðið.  Sjey mans í álopinum hjá Neistanum Ein hondbótslig snild, ið Neistin hevur nýtt sein­astu tíðina er, at í flestu álop­ unum hjá liðnum verður mál­verjin skiftur út fyri ein eyka álopsleikara, sum er íklæddur einari troyggju, ið hevur sama lit sum mál­ mans­troyggjan.  Hendan snildin hevur bæði sínar fyrimunir og vansar. Fyrimunurin er sjálv­ andi tann, at liðið er í yvirtali í álopsstøðu, men vansin er tann, at um áleypandi liðið missir bóltin samstundis sum, at málmaðurin ikki er náddur inn aftur á vøllin, so stendur málið gapandi tómt,  og hetta kann mótstøðuliðið lættliga gera sær dælt av. Tríggjar ferðir eydnaðist tað VÍF at gagnnýta, at ongin stóð í málinum hjá Neista­ num, tí at eyka útileik­arin, sum í flestum førum var Terji Mørk, ikki náddi út aftur á bonkin í nóg góðari tíð. Eitt av hesum trimum málum hjá VÍF skoraði málmaðurin, Niklas Simonsen.  Ta einu ferðina í fyrra hálvleiki bilti tað tó onki, at Neistin manglaði vanliga mál­mannin á vøllinum. Torkil Hentze var blivin skiftur inn sum eyka álops­ mað­ur hjá Neistanum, men hann náddi ikki at fara av vøllinum, áðrenn VÍF kom í álop. Tað endaði við, at Torkil rann aftur í málið at standa, har Nicklas Selvig gjørdist púra fríur ímóti honum. Í hesari støðu gjørdi ungi neistaleikarin ikki mætari enn at bjarga stóra mál­ møgu­leik­anum, sum førdi til nógvar lógvabrestir ímillum áskoð­ararnar í høllini. Javnur seinni hálvleikur Í seinna hálvleiki helt VÍF áfram við at eta leiðsluna hjá Neistanum upp. Eftir 34 minuttir javnaðu vest­menn­ ingar til 15-15, og høvdu teir tískil skorað átta mál, síðani Neistin síðst skoraði nakað. Eftir útjavnandi málið rakn­ aði Neistin tó við aftur og legði seg á odda 23-21 eftir 43 minuttir. Hetta var seinastu ferð í dystinum, at munurin ímillum liðini var størri enn eitt mál. Stóra upplivingin í serliga seinna hálvleiki var vinstri bakkurin hjá VÍF, Filip Jojic, sum skoraði heili 11 mál og gjørdist toppskjútti í dyst­ inum. Hinvegin deildust neista­menninir í størri mun um at skora málini. Eftir 56 minuttir hevði VÍF rimmar møguleika at taka eitt stórt fet ímóti sigr­inum. Við støðuni 28-27 var VÍF í álopi og spældi seg til frían málmøguleika. Her stór­ bjargaði Nicholas Satchwell tó, og ístaðin varð Rói Berg Hansen sendur í skjótálop, har hann javnaði til 28-28. Hevði støðan blivið 29-27 til VÍF hevði mótbrekkan hjá heima­liðnum verið sera tung, men skjótt vendist í hond­bólti.  At enda megnaði hvørki av liðunum at vinna dystin. Seinasti minutturin varð merktur av, at Andras Joensen hjá Neistanum fekk reytt kort orsakað av fyrilits­ leysari takkling. Dysturin endaði 30-30, og harvið hevur Neistin ikki tapt tær seinastu tríggjar ferðirnar, har VÍF hevur verið mótstøðuliðið. KÍF stendur sterkt á heimavølli Í Kollafirði var dystur ímill­ um nummar fýra í FTZ- deild­ini, KÍF, og oddaliðið úr Hoyvík, H71.  Her gjørdist talan um sera spennandi dyst, har mun­ urin, júst sum í dyst­inum ímill­um Neistan og VÍF, var lítil og ongin. Støðan eftir fyrra hálvleik var 9-9, og seinni hálvleikur endaði somu­leiðis við somu siffrum. Tískil endaði dysturin við javn­leiki 18-18.  Í hesum kappingarárinum hevur verið eyðkent fyri kollfirðingar, at teir eru ógvuliga ringir at basa á heimavølli. Gamaní tapti KÍF 21-20 herfyri á heima­ vølli ímóti StÍF, har ein um­ strídd dómaraavgerð fekk avgerandi ávirkan á dystar­ úrslitið. Eftir dystin í gjár stendur tó greitt, at KÍF bert hevur tapt tveir av sín­um níggju heimadystum, sum liðið higartil hevur spælt í FTZ-deildini í hesum kapp­ ingar­árinum.  H71 er als ikki líka suve­ rent sum liðið var í fyrru hálvu av kappingini, men kortini er frástøðan til triða plássið átta stig. Seks dystir og 12 stig eru eftir at spæla um, og tískil er tað næstan líka vist sum amen í kirkjuni,