mánadagur 29. februar 2016síða 26
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
Februar 2016
2
2
Felag
Reiðaravirki í Vági
stovnar nýggj feløg
SP/F BAGLHÓLMUR HEVUR STOVNAÐ TVEY NÝGGJ DÓTTIRFELØG
SUM EITUR SP/F LOPRANSHÓLMUR OG SP/F TÓRUN K
Eyðfinn Reyðberg
Feløgini hava 80.000 krónur í partapeningi
og Aleksander Nordenskjold Vilhelm er stjóri
í báðum feløgunum. Hann er frammanundan
stjóri í Sp/f Baglhólmur, og í feløgunum P/f
Sancy Trawl og P/f Ocean Group Faroes
Ltd, sum bæði eru dóttirfeløg hjá Sp/f
Baglhólmur.
Støðan hjá Sp/f Baglhólmur og dóttir
feløgum er annars ikki góð. Sp/f Baglhólmur
hevur havt undirskot tey bæði árini felagið
hevur virkað. Undirskotið í 2014 var 11
milljónir krónur og í 2015 var tað meir enn 12
milljónir krónur. Partapeningurin í felagnum
er 500.000 krónur, so eginognin er negativ
við 23 milljónum krónum.
Felagið hevur lán uppá 91 milljónir krón
ur, og hevur hvørki goldið rentur ella avdráttir
síðan tað var stovnað. Harumframt er upp
arbeitt ein skuld til ognarar uppá 15 milljónir
krónur. Dóttirfelagið Sp/f Sancy Trawl hevur
havt undirskot seinastu trý árini, og egin
ognin er negativ við 12 milljónir krónum.
Felagið hevur eina rentuberandi skuld uppá
14 milljónir krónur, umframt skuld til ognarar
uppá meir enn 16 milljónir krónur.
Eisini dóttirfelagið Ocean Group Faroes
Ltd. P/f hevði hall í 2015 uppá 2,3 milljónir
krónur. Eginognin er 2 milljónir krónur og
rentuberandi skuldin er 71,5 milljónir krónur.
Vanligir ognarar hava góðar 4 milljónir krónur
til góðar hjá felagnum.
Soleiðis hava hesi trý feløgini í samtak
inum Ocean Group Faroes Ltd. P/f, Sancy
Trawl Sp/f og móðirfelagið Baglhólmur P/f
ein negativa eginogn uppá minus 33 milljónir
krónur, eina lániskuld uppá tilsamans 177
milljónir krónur, har tað hvørki verður goldið
rentur ella avdráttir. Harumframt er skuld til
vanligar ognarar uppá 35 milljónir krónur.
Útgevari: Sosialurin (29. februar 2016)
Ábyrgd: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Prent: Prentmiðstøðin
Lýsingar:
Frida Mellemgaard
lysing@sosialurin.fo
tel. 231826
Snið og layout:
Pætur Eyðunsson Jensen
Myndir: Álvur Haraldsen o.o.
HALLUR HANSEN
NÝGGJUR STJÓRI
Á ALUPLAST
Hallur Hansen, Velbastaður, er nýggjur stjóri
hjá Aluplast. Hann tekur við stjórastarvinum
eftir Poul Andreas Jacobsen, sum er farin í
starv sum marknaðarleiðari hjá Bakkafrost.
SD GÓLV NÝTT FELAG
INNAN HANDVERK
Suni Dam hevur stovnað nýtt felag Sp/f SD
Gólv við heimstaði í Tórshavn. Endamálið
við nýggja felagnum er at fáast við handverk
umframt annað virksemi í hesum sambandi.
Partapeningurin er 80.000 krónur.
VÁÐASTEINUR
Í SJÁLVBODNA
LIKVIDATIÓN
P/f Váðasteinur, Tórshavn er farið í sjálvbodna
likvidatión, og Hans, Tórur og Egil Simonsen
eru farnir frá sum nevnd og Birgir Simonsen
er farin frá sum stjóri. Poul Hansen er valdur
til likvidator, og felagið skal gerast upp. Øll
aktiv eru longu seld, og felagið eigur góðar
fýra milljónir tøkar á bankabók, og hevur onga
skuld.
DANSKUR TILBURHANDIL
TIL RUNAVÍKAR
DT Group í Danmark vil nú sleppa framat á
tí føroyska byggimarknaðinum. DT Group,
sum eigur og rekur timburhandlarnar Stark
og Silvan í Danmark, hevur júst stovnað
nýtt føroyskt partafelag P/f Stark Føroyar
við heimstaði á Saltangará. Tað er toppurin
í Stark Danmark, sum umboðar felagið í
leiðsluni í tí føroyska felagnum, sum heldur til
á Gulasteinsvegi 3 á Saltangará. Endamálið
við nýggja felagnum er reka handil innan
trævørur, byggitilfar og amboð og at reka ein
timburhandil. Nýggja felagið P/f Stark Føroyar
er dóttirfelag hjá danska DT Group Danmark
A/S. Tað er Wolseley plc sum eigur DT Group
Danmark. Wolseley rekur timburhandlar kring
um alla verðina.
DEFINED ENERGY
ER 23 MILLJÓNIR VERT
Defined Energy í Norðagøtu hevur fingið
knappar fimm milljónir krónur í nýggjum
partapeningi, og við hesum er samlaða
innskotið í felagið komið uppá átta milljónir
krónur. Partur av nýggja partapeninginum,
sum er skotin inn er til kurs 7.105 ella 71 ferðir
meir enn upprunaliga, tá felagið var stovnað
fyri trimum árum síðani. Tað eru stovnararnir
Heri Schwartz Jacobsen og Bogi Beck jensen,
sum eiga meirilutan í felagnum, meðan
BankNordik, TF Holding, Palli hjá Mariannu og
Varðin hava gjørt íløgu í felagið.
Fúsi, Aluplast
Vágur
skelting