Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-29, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. februar 2016síða 28

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 4 Februar 2016 2 Árni Gregersen Felagið hevur verið á odda í føroysku byggivinnuni, seinastu mongu árini. Í ár eru 15 ár síðani Articon fór undir virk­semi innan byggivinnuna og fel­agið er nógv tann størsta fyri­ tøk­an á sínum øki í dag. Articon stendur fyri útgjaldinum av einum triðingi av lønunum, sum verða útgoldnar í føroysku byggi­ vinn­uni og tey hava meira enn 200 fólk í starvi. Síðani teir báðir, Jón Sigurdsson og Niclas Joensen, settu sær fyri at seta á stovn eina føroyska byggi­ fyri­tøku, sum megnaði at taka kappingina upp við stóru útlendsku fyri­tøkurnar, sum annars sótu á marknaðinum, hava teir havt yvirskot hvørt ár – burtursæð frá í 2005. – Vit sóu møguleikarnar fyri, at vit sum føroysk fyritøka kundu loysa tær stóru uppgávurnar, sum út­lendskar byggifyritøkur ann­ars loystu í Føroyum, sigur Jón Sigurds­ son, stjóri í felagnum og annar av stovnar­unum. – Fyri at hetta kundi gerast, máttu vit skjótt skaffa okkum kapital og vit máttu halda avtalur, tryggja góða dygd og gera verkætlanirnar lidnar til tíðina, sigur hann. Tá ið fyritøkan varð sett á stovn fyri 15 árum síðani sótu stóru út­ lendsku fyritøkurnar, Pihl og Søn og Hoffman, á føroyska marknað­inum – serliga tá ið tað snúði seg um stóru verk­ætlanirnar. Donsku fyritøkurnar høvdu arbeitt í Føroyumn í fleiri áratíggjur. Tær høvdu eisini nógv føroysk starvsfólk. Hvørja ferð stórar verkætlanir skuldu ger­ast, so vísti tað seg sum tað altíð var so, at ein av hesum fyritøkunum vann útboðini. Vildu á marknaðin Tá ið teir báðir Jón Sigurdsson og Niclas Joensen, høvdu sett felagið á stovn settu teir sær fyri skjótt at koma upp í eina ávísa stødd. Hetta fyri fyrst og fremst at kunna kappast við størru útlendsku fyritøkurnar um tey arbeiðir, sum komu á marknaðin í Føroyum. At talan var um tveir menn, sum vistu hvat teir fóru í holt við, sæst væl, tá ið hugt verður aftur til fyrstu árini. Fyri at styrkja felagið gjørdu teir samstarv við íslendingar. Hetta fyri at tryggja, at fyritøkan var kappingarfør fyrstu tíðina. Íslendingarnir fóru tó úraftur felagnum í endanum á 2011. – Hetta vóru menn, sum vóru eitt sindur eldri enn vit, men teir trúðu fult og fast uppá tað sama, sum vit báðir trúðu uppá. Tey virðir, sum vit høvdu sett upp fyri fyritøkuna, tóku teir eisini fult undir við, sigur Jón Sigurdsson. Keyptu seg til vøkstur Hjá fyritøkum eru fleiri mátar at vaksa uppá. Tað ber til at arbeiða seg upp og so lata fyritøkuna vaksa, so hvørt arbeiði bleiv til fleiri hendur. Tað ber eisini til at keypa aðrar fyri­tøkur og á tann hátt vaksa skjótari. Hetta valdi Articon at gera. Fyrsta fyritøkan teir fingu møgu­ leikar at keypa, var fyritøkan hjá Bjarti Skipanes.. Hetta hendi so at siga beinanvegin í 2001. – Bjartur Skipanes kom til okkara og spurdi um vit høvdu áhugað í fyri­tøkuna. Vit hildu tað ljóðaði 15 ÁRA GAMLA FYRITØKAN, ARTICON, ER KLÁRT STØRSTA BYGGIFYRITØKAN Í FØROYUM Articon Sóu ein møguleika fyri stórari føroyskari fyritøku Jón Sigurdsson