Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-29, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. februar 2016síða 30

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM Februar 2016 6 2 SMYRIL-LINE STOVNAR NÝTT FARMASKIP- OG FLUTNINGS­ UMBOÐSFELAG Sp/f Smyril Line Agency er nýtt smáparta­ felag, sum Smyril-Line hevur stovnað og eigur. Felagið hevur fimm milljónir krónur í partapeningi, og stjórin í Smyril-Line Rúni Ove Vang Poulsen er eisini stjóri í nýggja dóttirfelagnum. Endamálið við nýggja felag­ num er at eiga og reka farmaskip, umframt at reka agency virksemi og annað virksemi í hesum sambandi. LUDVÍK PETERSEN YVIRTEKUR FELAG HJÁ PER Á HÆDD Ludvík Petersen, Tórshavn er komin inn sum stjóri í Sp/f Per á Hædd. Samstundis er Per á Hædd farin frá sum stjóri felagsins, og felagið hevur fingið nýtt navn, sum er Sp/f Domu. PETUR AMON DALBØ NÝGGJUR STJÓRI HJÁ P/F KJØTBÚÐIN Petur Amon Dalbø, fíggjarstjóri hjá P/f Poul Michelsen hevur tikið við stjórastarvinum í P/f Kjøtbúðin, sum heilsølan keypti í 2014. Hann tekur við eftir Petur Petersen, sum hevur verið stjóri í Kjøtbúðini síðan oktober 2014. NORTHWEST PELAGIC SKIFTIR EIGARA P/f Northwest Pelagic skiftir høvuðseigara og í hesum sambandi er Dánjal Jóhan Johansen í Miðvági farin úr nevndini og frá sum stjóri felagsins. Nýggjur stjóri í felagnum er Jógvan Martin Ferjá Joensen í Kollafirði. Sam­ stundis koma Jógvan Finnur Klein og Høgni Finnbogi Joensen inn í nevndina, tann fyrr sum formaður. Hann tekur við sum for­maður eftir Hans Trygva Teirin, advokat, sum fóru frá sum formaður 10. desember í fjør. Triði nevndarlimurin er Arnout Langerak, fíggjar­ stjóri í felagnum Jaczon, sum rekur fiski­skip og fiskasølu í Hollandi. Fíggjarliga støðan hjá Northwest Pelagic er ikki góð. Ein rentu­ber­ andi skuld uppá 149 milljónir krónur til Jaczon, og ein negativan eginpening uppá 56 milljónir krónur og ein rakstur, sum í seks ár frá 2009 til 2014 hevur givið tilsamans 57 milljónir krónur í halli. NÝTT FELAG TIL HÝRUVOGNSKOYRING Jón Gunnarsson hevur stovnað nýtt felag Sp/f 10. januar 2016 við heimstaði í Klaksvík. Egin­peningurin er 80.000 krónur, sum er inn­goldin í øðrum virðum til kurs 100. Stjóri í nýggja felagnum er Annika Gunnarsdóttir, Klaks­vík. Endamálið við nýggja felagnum er fólka­flutningur, og felagið hevur tvey hjánøvn, City Taxi og Route 580. SP/F KELVIN FARIÐ Í SJÁLVBODNA LIKVIDATIÓN Sp/f Kelvin, Tórshavn er farið í sjálvbodna likvidatión. Samstundis eru stjórarnir Clement Christiansen og Niclas Akraberg Poulsen farnir frá, og Niels Winther Poulsen, advokatur er komin inn sum likvidator. Kelvin hevur ar­beitt sum serfrøðingar innan øll el-, køli- og hita­viður­skifti. Articon Byggivinnan hart rakt av upp- og niðurgangstíðum BYGGIVINNAN ER TANN VINNAN, SUM VERÐUR HARÐAST RAKT AV SVEIGGUNUM Í BÚSKAPINUM Árni Gregersen Búskaparligu sveiggini hava ómetaliga stórar ávirkan á byggivinnuna. Ofta verður sagt, at byggivinnan er tann vinnan, sum skjótast vísir um upp- ella niður­ gangstíðir eru í einum landi. Articon var formliga sett á stovn 9. januar 2001. Tá vóru tíðirnar góðar og alt gekk rættan veg. Meira og meira ferð kom á búskapin, líka til niðurtúrurin í búskapinum av álvara rakti á heysti 2008. Articon fekk upptúrin við og megnaði at vaksa seg til eina sterka fyritøku, meðani góð gongd var í føroyska búskapinum. Fyritøkan hevur øll árini havt yvirskot, burtursæð frá í 2005, tá ið fyritøkan hevði eitt hall uppá góða hálva fjórðu milljón krónur. – Hetta var ein greið ávaring til okkum, sum vit høvdu brúk fyri tá. Vit merktu klárt, at trøini ikki vaksa inn í himmalin og tað lærdu vit nógv av, sigur Jón Sigurdsson. Fyritøkan lærdi so nógv av hesum, at í teimum báðum eftirfylgjandi árunum – 2006 og 2007 – var úrslitið tilsmans um 28 milljónir krónur. Avlopini hava verið eitt sindur lægri árini eftir, men allatíðina hevur tað eydnast at fáa yvir­skot í raksturin. – Vit hava eisini lagt okkum eftir, at behalda so nógv av starvsfólkunum, sum til­ ber. Tað er soleiðis, at ongin fyritøka av hes­ um slag er sterkari enn starvsfólkini, sum eru í fyri­tøkuni, sigur Jón Sigurdsson. Seinastu tvey árini, sum roknaskapurin er almannagjørdu fyri – tað vil siga í 2013 og 2014 – hevur avlopið í raksturin verið til­ samans umleið 11 milljónir krónur. – Vit hava merkt, at tíðirnar ganga upp og tær ganga niður. Virksemi hjá okkum veksur og minkar alt eftir, hvussu búskapurin sveiggjar. Tí er tað avgerandi, um vit alla tíð­ ina skulu kunna luttaka í kappingini, at vit hava eitt sindur at standa ímóti við, sigur Jón Sigurdsson. Í roknskapinum fyri 2014 stendur egin­ ognin hjá Articon til at vera 37 milljónir krónur. Hoyvíkar kirkja er ein partur av tí, sum Articon hevur gjørt. Kirkjan var bygd frá september í 2005 og latin kirkju­ ráðnum í september 2007.