Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-29, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. februar 2016síða 32

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM Februar 2016 8 2 HOTEL BAKKIN OG Á MARKNOYRI NÝGGJAN STJÓRA Martin Christiansen, sum hevur verið stjóri á smápartafeløgunum Sp/f Hotel Bakkin og Sp/f á Marknoyri í Vági síðan 2006 er farin frá sum stjóri í hesum báðum feløgum. Nýggjur stjóri er Róin Salberg Olsen, Tórshavn. JØRN ASTRUP HANSEN LETUR FØROYSKU HURÐINA AFTUR Danin Jørn Astrup Hansen, ið hevur verið aktivur í føroyskari bankavinnu í útvið 25 ár, hevur latið seinastu føroysku hurðina aftur, nú hann í úrtíð er farin úr nevndini í P/f Eik Banka bert tveir mánaðir undan av vanligur aðal­ fundur er í bankanum, og vanligt nevndar­val er á skránni. Orsøkin er at Jørn Astrup Hansen er ónøgdur við at bankin av órøttum roynir at fáa skattafrádrátt fyri hálva milljard krónur. NÝTT FELAG KREA INTERNATIONAL Sp/f Gadd hevur stovnað nýtt felag Krea International. Tað er Jaspur Langgaard, sum er stjóri í nýggja felagnum, sum hevur til enda­máls at veita tænastur í samband við sølu og keyp av útbúnaði og ritbúnaði. Parta­peningurin er 80.000 krónur. Jaspur Langgaard er frammanundan stjóri í Sp/f Gadd og tók við sum stjóri á Sp/f Krea í juni í fjør. NÝTT FELAG TIL TANNLÆKNAVIRKSEMI Í VETMANNA Hervør Hanusardóttir Durhuus í Vestmanna hevur stovnað felagið Sp/f 242, sum hevur til endamáls at reka heilsufremjandi virksemi, herundir tannlæknavirksemi, handil, umframt at fáast við keyp og sølu av partabrøvum og keyp og søla og rakstur av fastari ogn og annað virksemi í hesum sambandi. MORTEN BECK OVERGAARD STOVNAR NÝTT SMÁ­PARTA­FELAG Morten Beck Overgaard hevur stovnað nýtt felag Sp/f M.B. Overgaard. Endamálið við felagnum er virksemi innan handverk, tænastu, handil, framleiðlsu, íløgur umframt fíggjar- og umboðsmannavirksemi. Parta­ peningurin er 80.000 krónur. NØKUR FELØG STRIKAÐ Tað eru nøkur smáparta- og partafeløg strikað hendan seinasta mánaðin. Talan er um MH Handverk á Skála, TH Consulting, Føroya Datusavn, undir Vørðuni, RØ Holding og Tirtil, øll Tórshavn, Java í Klaksvík, Riba á Saltangará. HÁLVDAN HALDANSEN OG POUL ARNI JACOBSEN STOVNA FISKIVINNUFELAG Sp/f HPA er nýtt felag við heimstaði í Vestmanna. Endamálið við nýggja felagnum er at reka fiskivinnu og eginpeningurin er ein milljón krónur. Tað eru feløgini Sp/f Vest- Invest hjá Hálvdan Haldansen og Sp/f PA hjá Poul Arna Jacobsen, sum hava stovnað nýggja felagið. Articon Hava eisini roynt seg uttanlands ARTICON HEVUR ROYNT SEG Í HETLANDI, DANMARK OG NOREG Árni Gregersen Størsta føroyska byggifyritøkan, Articon, hevur ikki bert bjóða seg fram í Føroyum, men hevur eisini bjóða seg fram at loysa byggi­uppgávur í grannalondum okkara. Articon keypti eina minni fyritøku í Dan­ mark fyri at sleppa inn á danska markn­aðin á Keypmannahavnar-leiðini. Fyritøkan fekk nógv at gera – serliga sum undir­veitari til Pihl. Tað var soleiðis, at skjótt var so at siga øll orkan hjá felagnum brúkt í arbeiðum fyri Pihl. – Men tá ið tað fór at ganga illa hjá danska felagnum, so gekk tað eisini út yvir okkum. So eg má siga, at royndirnar hjá okkum á danska marknaðinum gingu ikki serliga væl, sigur Jón Sigurdsson, stjóri. Fyritøkan royndi seg í Noreg og har gekk heldur frægari. Arbeiðini, sum vóru gjørd har, gingu hampiliga væl, men ikki so væl, at fyritøkan varð verandi í Noreg. Vaksandi eftirspurningurin eftir Articon í Føroyum, ger, at fyribils er virksemi í nNoreg steðgað. Betur gekk í Hetlandi – Tað royndis ordiliga væl. Arbeiðið gekk eftir ætlan og vit komu væl burtur úr okkara uppgávum har, sigur Jón Sigurdsson. Í løtuni arbeiðir Articon so at siga bert í Føroyum. arnig@sosialurin.fo Árni Gregersen Hann seldi sína fyritøku til Articon 1.apríl 2001. Samstundis játtaði hann seg arbeiða víðari í fyritøkuni einar 14 dagar. 1. apríl hevur Bjartur Skipanes arbeitt sum formaður fyri Articon í heili 15 ár. – Ja, eg lovaði at arbeiða í einar 14 dagar, men eg eri her enn, sigur Bjartur Skipanes, smílandi. – Hetta er eitt gott arbeiðspláss. Her er gott at vera og arbeiðsviðurskiftini eru góð. Eg haldi eisini, at teir báðir stjórarnir eru bæði dugnaligir og góðir at arbeiða fyri, sigur Bjartur Skipanes. Hann ger tó eisini greitt, at teir ikki hava verið samdir um alt hesi 15 árini. – Men soleiðis er tað. Tað góða er, at ein so kann taka kjakið og koma til eina loysn sum vísir frameftir, sigur Bjartur Skipanes. Han sigur eisini, at tað sum ger tað so spenn­andi at arbeiða í einari so stórari fyri­ tøku er, at avbjóðingarnar eisini eru stórar. – Tað er ikki nøkur uppgáva fyri byggi­ fyritøkur, sum vit ikki hava verið í holt við. Vit hava gjørt havnir, vegir, bygningar, tunnlar og alt møguligt annað. Ein sleppur altíð at royna seg, tí ongin dagur er uttan avbjóðingar, sigur Bjartur Skipanes. Teir eru dugnaligir og góðir at arbeiða fyri 1. APRÍL HEVUR BJARTUR SKIPANES ARBEITT FYRI ARTICON Í 15 ÁR Eitt risastórt arbeiði, sum Articon hevur gjørt, er nýggi terminal- bygningurin í Vágum Størsta verkætlanin, sum Articon higartil hevur gjørt, er Skúlin á Argjahamri