mánadagur 29. februar 2016síða 34
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
10
Februar 2016
2
Eirikur Lindenskov
Árliga hevur Íverksetarahúsið umleið
100 fyrispurningar frá fólki, sum hava
hug at fara undir ymsar verkætlanir.
– Okkara uppgáva er eisini at
halda skeið fyri íverksetum, og vit
hava fyrilestrar, sum eru á rættiliga
høgum støði um eitt nú fígging,
grannskoðan, sølu, strategi, leiðslu
og øðrum, sum er viðkomandi fyri
íverksetarar, sigur Bjartur Nolsøe.
Hesi tiltøk eru eina ferð um mán
aðin.
Men Íverksetarahúsið skip
ar eisini fyri øðrum tiltøkum,
eitt nú:
• Ársins íverksetaradagur
• Skúla FM íverksetara
kapping í samstarvi við
Mentamálaráðið fyri 9. og
10. floksnæmngar saman
við Mentamálaráðnum.
Har verður kappast um
besta hugskotið.
• Spælmenning. Tað er fólk
sum sita og menna teldu
spøl
• Kvinnur megna – netverksdagur
fyri kvinnuligar íverksetarar, í
samstarvi við blaðið Kvinna
• Start up – vikuskiftið við hug
skotum frá íverksetarum. Tá
møta gjarna 50 fólk, sum fara í
bólkar at viðgera eitt uppskot í
hvørjum bólki.
Men hvørjir stuðulsmøguleikar eru
so hjá íverksetum?
Har er Vinnuframi, sum hevur
tríggjar milliónir um árið til endamálið.
Tá er talan um reinan stuðul.
Framtak ger íløgur í nýggjar
verkætlanir, og Royndin hjá Føroya
Lívstrygging ger eisini slíkar íløgur.
Vit plaga at siga, at íverksetar
skulu tosa vil bankarnar, tá ætlanin
er komin langt og hugskotini eru
vorðin til veruleika, sigur Bjartur
Nolsøe.
Hann sigur, at ofta vita íverkset
arar ikki, hvar teir skulu venda sær
og fara tí fyrst til bankan. Men tað er
nógv, sum skal fyrireikast, áðrenn teir
skulu tosa við bankan, sigur hann.
Umframt Íverksetarahúsið í Klaksvík,
so hevur Tórshavnar kommuna sítt
egna íverksetarahús, »Hugskotið«,
sum kommunan sjálv fíggjar.
Tað eru Vinnumálaráðið, Menta
málaráðið og Klaksvíkar kommuna,
sum fíggja Íverksetarahúsið.
Men hvør er tað, sum er íverkseti?
– Tað er so ymiskt. Vit hava bæði
arbeiðsleys, sum royna at fóta sær
við onkrum góðum hugskoti, har eru
fólk, sum gera okkurt annað við síð
una av gerandisstarvinum – og fólk,
sum fegin vilja vera sjálvstøðug.
Har eru eisini virki, sum vilja uttan
lands, og har er allir aldursbólkar, tó
at heldur fleiri eru í yngra endanum,
sigur Bjartur Nolsøe.
Dømi eru um fólk, sum hava
fingið nakað burtur úr og hava
stovnað egið virki. Her nevnir Bjartur
Nolsøe eitt nú Heiðu G. Nolsøe, sum
hevur havt góða eydnu við serligu
ruskspannini. Hetta byrjaði sum ein
skúlaverkætlan á DTU, men hon var
eisini í samband við Íverksetarahúsið
í fleiri umførum.
Hann nevnir eisini GreenIQ,
sum Jóhann Fagraklett og Grettir
Hammer stovnaðu 2009, sum fæst
við at taka laksalús umframt at tað er
ein oljuskiljari.
– Men tey heilt stóru og nógvu
arbeiðsplássi magnla enn. Vit ferðast
kring landið og tosa við íverksetarar
– tí vit vilja fegin hava fatur á teimum.
Tað er løgmaður, sum handan
virðislønirnar, og Bjartur Nolsøe sigur,
at tey taka fegin ímóti uppskotum á
iverksetan@iverksetan.fo.
Fortreytirnar fyri
tilnevning eru:
• hevur víst nýhugsan, árræði og
dirvi
• hevur víst góð fíggjarlig úrslit
• hevur givið øðrum íverksetum
íblástur
Tað er ein dómsnevnd, sum
ger av, hvør vinnur heiðurin, og
har plaga at vera fitt av hug
skotum, sigur Bjartur Nolsøe.
Bjartur Nolsøe er nýggjur
í starvinum sum stjóri í Íverk
setarahúsinum. Hann tók við
starvinum 1. desember í fjør. Í
Íverksetarahúsinum starvast
trý fólk. Tvey teirra fáast við
íverksetan, meðan triða fólki
tekst við fjarnám – Fjarlestrar
depilin, sum eisini húsast í
Íverksetarahúsinum.
Bjartur Nolsøe heldur, at
nógv er at tosa um í sambandi við
íverksestan.
Hann heldur, at kreftirnar eiga at
verða brúktar til samstarv har tað
tænir endamálinum.
– Vit eiga at fokusera meira og
tosa meira saman bæði tey sum
arbeiða beinleiðis við íverksetan,
men ikki minst almennir myndug
leikar. Orkan eigur at verða brúkt
til ein felags innsats, soleiðis at vit
flyta okkum, íverksetan til frama. Tað
hevði dugnað endamálinum best,
heldur hann.
eirikur@sosialurin.fo
– HØVUÐSUPPGÁVAN HJÁ ÍVERKSETARAHÚSINUM ER AT RÁÐGEVA ÍVERKSETUM. TEIMUM, SUM HAVA
GÓÐ HUGSKOT, SIGUR BJARTUR NOLSØE, NÝGGI STJÓRIN Í ÍVERKSETARAHÚSINUM Í KLAKSVÍK
Íverksetarahúsið
Stimbra til nýhugsan
Tey heilt stóru og nógvu arbeiðsplássini
mangla enn. Vit ferðast kring landið
og tosa við íverksetarar – tí vit vilja
fegin hava fatur á teimum
Bjartur Nolsøe
Savnsmyndir