Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-29, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. februar 2016síða 36

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 12 Februar 2016 2 Eyðfinn Reyðberg Byggifyritøkan Articon í Tórshavn er størsta byggifyritøka í landinum. Henda positión er staðfest eftir 15 árum, síðan teir báðir Jón Sigurds­son og Niclas Joensen settu byggi­fyritøkuna Articon á stovn í 2001. Síðan tá hevur tað støð­ugt gingið framá hjá byggi­felag­ num, sum hevur heimstað í Tórs­havn, og ongantíð hevur virk­semið verið so nógv sum júst nú. Í 2014 var bruttovinningurin hjá Articon 74 milljónir krónur, og av hesum vóru 60 milljónir krónur útgoldnar í lønum til 155 starvsfólk. Tvey ár frammanundan var starvsfólkatalið 106, og í dag eru um 200 fólk í starvi hjá Articon. Tað er Jón Sigurdsson, sum hevur verið stjóri í fyritøkuni øll árini síðan stovnan, meðan hin eigarin Niclas Joensen hevur tikið sær av fíggjar- og fyri­sitingarliga partinum. Tað man eisini verða saman­ renn­ingin millum góða arbeiðs- og fyri­sitingar­liga leiðslu, sum teir báðir hvør í sínum lagi standa fyri, sum hevur givið gróðrarbotn fyri at Articon hevur inntikið føroyska fyrsta­plássið í byggivinnuni. Har vit frammanundan máttu til Dan­markar at fáa hjálp hvørjaferð okkurt størri byggiarbeiði skuldi fremj­ast, hevur Articon gingið á odda at vísa, at tað í dag als ikki er nøkur orsøk til at biðja útlendingar koma til Føroya at byggja. Stóran týdning fyri Føroyar At Føroyar í dag hevur fleiri stórar byggi­fyritøkur, sum megna at átaka sær stór arbeiði bæði í Føroyum og uttanlands, hevur stóran týdning fyri menning av føroyskari vinnu. Tað sæst eisini at donsku byggifeløgini, sum høvdu góðar dagar í Føroyum áðr­enn ár 2000, hava pakkað saman og eru ikki longur aktiv í Føroy­um. Stórt maskinarí skal til At tað skal nógv til at reka eina sterka byggifyritøku sæst á javnanum hjá Articon. Felagið hevur 76 milljónir krónur bundnar í fasta ogn og arbeiðs­amboð, og AT BYGGJA TIL ÁSETTA TÍÐ OG TIL ÁSETTAN PRÍS, HETTA HEVUR VERIÐ VØRU­MERKIÐ, SUM HEVUR GJØRT ARTICON TIL FØROYA STØRSTU BYGGI­FYRI­TØKU P/f Articon Føroya størsta byggi- fyritøka At Føroyar í dag hevur fleiri stórar byggifyritøkur, sum megna at átaka sær stór arbeiði bæði í Føroyum og uttanlands, hevur stóran týdning fyri menning av føroyskari vinnu