mánadagur 29. februar 2016síða 38
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
14
Februar 2016
2
Eyðfinn Reyðberg
At tað er torført at økja virksemið, og
samstundis tjena meir, at Búsetur
eitt gott dømi um.
Tí hóast bruttovinningurin hjá
Búsetur ongantíð hevur verið hægri
enn hann var í 2014, so endaði árið
við einum halli uppá 1,2 milljón krón
ur.
Hetta var triðja árið at Búsetur
hevði hall, og hevur hallið hesi trý
árini í 2012-2014 verið samanlagt
3,5 milljón krónur.
Ikki tí, hetta kann skjótt vinnast
inn aftur, tí Búsetur hevur heildar
tríggjar ferðir tjent meir enn hetta
tapið, uppá eitt einstakt ár.
Besta árið hjá Búsetur var í 2009,
tá avlopið var næstan 7 milljónir
krónur, og bæði í 2006 og 2008
var avlopið 4,7 milljón krónur hvørt
árið, so gongdin seinastu trý árini, er
ikki nakað, sum eigarar og leiðsla í
Búsetur hava roynt fyrr.
Vænta betri úrslit
Leiðslan í Búsetur er heldur ikki nøgd
við úrslitið seinastu árini, og væntar
at úrslitið fyri 2015 gerst betur.
At grundarlagið er fyri góðum
úrslitum vísa søguligu úrslitini hjá
felagnum.
Verður hugt eftir samlaða tíðar
skeiðinum frá 2005 til 2014, so hev
ur Búsetur samanlagt havt eitt av
lop uppá góðar 20 milljónir krónur
áðrenn skatt.
Tey seks árini frá 2005 til 2010
hevði Búsetur eitt meðal avlop uppá
3,6 milljón krónur um árið.
Tey seks árini var meðal lønar
kostnaðurin 8,2 milljónir krónur um
árið.
Í 2014 var lønarkostnaðurin meir
enn tað tvífalda av hesum ella 18,4
milljónir krónur, og nógv minni lá
eftir.
Tað kann verða trupult at hækka
starvsfólkatalið úr 30-35 upp í meir
enn tað tvífalda eftir stuttari tíð.
Búsetur er væl fyri fíggjarliga, og
hevur eina eginogn uppá 9 milljónir
krónur og ein soliditet uppá knapp
liga 50 prosent.
Tað er Sjúrður Holm, sum er stjóri
í Sp/f Búsetur, og er hann eisini ein
av høvuðseigarum felagsins.
SP/F BÚSETUR, SUM HEVUR VERIÐ EIN AV TEIMUM BYGGI
FYRITØKUM VIÐ BEST RAKSTRI, HEVUR SEINASTU ÁRINI HAVT
TØRFØRT VIÐ AT FÁA RAKSTURIN AT GEVA AVLOP
Sp/f Búsetur
Torført at tjena pengar
Búsetur Sp/f
2014
2013
Broyting
Bruttovinningur
18.062
14.887
21%
Starvsfólkakostnaður
18.442
14.371
28%
EBITDA
-380
516
-174%
Avskrivingar
293
272
8%
Fíggjarpostar netto
-482
-376
28%
Úrslit áðrenn skatt
-1.155
-132
775%
Skattur
-236
-67
252%
Ársúrslit
-919
-65
1314%
Støðisogn
12.684
12.466
2%
Ogn í umferð
13.211
12.427
6%
Ogn tilsamans
25.895
24.893
4%
Eginpeningur
8.836
9.755
-9%
Skuld
17.059
15.138
13%
Skyldur tilsamans
25.895
24.893
4%
Rentuberandi skuld
3.498
-
-
Tøkur peningur
2.388
3.873
-38%
Starvsfólk
-
-
-
Heildarverk Sp/f
2014
2013
Broyting
Bruttovinningur
4.206
4.601
-9%
Starvsfólkakostnaður
3.488
3.493
0%
EBITDA
718
1.108
-35%
Avskrivingar
282
257
10%
Fíggjarpostar netto
-183
-41
346%
Úrslit áðrenn skatt
253
810
-69%
Skattur
47
180
-74%
Ársúrslit
206
630
-67%
Støðisogn
961
1.007
-5%
Ogn í umferð
6.874
6.720
2%
Ogn tilsamans
7.835
7.727
1%
Eginpeningur
5.113
4.906
4%
Skuld
2.722
2.821
-4%
Skyldur tilsamans
7.835
7.727
1%
Tøkur peningur
3.989
2.909
37%
Rentuberandi skuld
0
0
-
Starvsfólk
11
11
-
Eyðfinn Reyðberg
Á sumri 2007 stovnaðu teir báðir
Jan Mohr og Torfinn Nón byggifyri
tøkuna Heildarverk við heimstaði í
Fuglafirði. Líka síðan hava teir báðir
rikið fyritøkuna, har teir báðir eru
skrásettir sum stjórar felagsins.
Tað hevur eisini gingið væl hjá
Heildarverk hesi árini síðan, har
felagið støðugt hevur havt 11-12
mans í arbeiði.
At arbeiðið hevur verið støðugt ár
um ár vísir lønarkostnaður felagsins.
Hann hevur øll árini ligið ímillum 2,8
og 3,6 milljónir krónur.
Góður vinningur ár um ár
Avlopið hjá Heildarverk var 253.000
krónur í 2014 og 810.000 krónur í
2013.
Um hugt verður eftir úrslitinum
hjá felagnum síðan stovnan í 2007,
er samlaða avlopið 6,2 milljónir krón
ur áðrenn skatt.
Felagið hevur goldið 1,2 milljónir
krónur í skatti, og restin 5 milljónir
krónur er lagt afturat eginpeningi
felagsins, sum nú er góðar fimm
milljónir
krónur.
Felagið
hevur
ongantíð útgoldið vinningsbýti.
Fíggjarliga sterkt felag
Heildarverk er við einari eginogn
uppá góðar fimm milljónir krónur
sterkt fíggjarliga. Soliditetur felagsins
er høgur heili 72 prosent.
Felagið hevur onga rentuberandi
skuld, og hevur fýra milljónir krónur í
tøkum gjaldføri.
Heildarverk Sp/f hevur í meðal
havt eitt avlop uppá 900.000 krón
ur áðrenn skatt hesi sjey árini felagið
hevur virkað, tað má sigast at vera
avbera góð úrslit, sum stjórarnir og
eigararnir báðir Jan Mohr og Torfinn
Nón kunnu fegnast um.
Heildarverk stillførir við góðum úrsliti
TAÐ MUNNU VERA MONG, IÐ IKKI KENNA TIL FELAGIÐ HEILDARVERK Í
FUGLAFIRÐI, MEN FELAGIÐ HEVUR HAVT GÓÐ ÚRSLIT ØLL ÁRINI SÍÐAN
BYGGIFYRITØKAN Í FUGLAFIRÐI VARÐ STOVNAÐ Á SUMRI 2007
Eigarar í Búsetur, Torkil Holm, Hallur Hansen, Búi Holm, Bárður
Johannesen og Durita Djurholm.
Bygningurin hjá Eik Banka í
Fuglafirði, sum Heildarverk hevur
staðið fyri at bygt.