mánadagur 29. februar 2016síða 40
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
16
Februar 2016
2
Eyðfinn Reyðberg
Fyri knøppum ári síðani kundi
anleggs- og byggifyritøkan P/f J.
& K. Petersen hátíðarhalda sín 40
ára stovningardag.
Tað var í mai mánað 1975
at brøðurnir John og Kristian
Arnfinn Petersen tóku yvir virkið
eftir pápan og byrjaðu virksemi í
Skopun.
Í dag er virkið vaksið nógv,
í 2014 vóru meir enn 100 fólk í
starvi, og umsetningurin var uppá
meir enn 150 milljónir krónur, og
arbeiðsøkið er øll norðanlond.
Í løtuni arbeiðir felagið millum
annað, umframt í Føroyum, í Noregi.
Seinastu 10 árini hevur felagið
útgoldið 227 milljónir krónur í lønum,
og havt eitt avlop uppá 50 milljónir
krónur áðrenn skatt.
9 milljónir krónur eru goldnar í
skatti, so avlopið eftir skatt hevur
seinastu 10 árini verið góðar 41
milljónir krónur ella meir enn 4 mió.
krónur í meðal hvørt ár eftir skatt.
J. & K. Petersen er mest kent fyri
anleggsarbeiði kring alt Føroyar og
uttanlands, men hava eisini flutt
seg meira og meira inn á byggi-
arbeiði.
Felagið stendur á siðbundnari
hellu við einari varisligari fíggjarligari
stýring.
ENTREPRENØR- OG BYGGIFYRITØKAN J. & K. PETERSEN
KUNDI Í 2015 HÁTÍÐARHALDA 40 ÁRA STOVNINGARDAG,
HAR STOVNARNIR ENN ERU AKTIVIR Í VIRKINUM
P/f J. & K. Petersen
Ein av Føroya
sterkastu
byggi
fyritøkum
Heimstaðið er í dag á
Hjalla, har fyritøkan
verður stjórnað av
Steinolvur Petersen, sum
er stjóri, Eyðfinnur Lenvig,
tekniskur leiðari og Per
Kallsberg, fíggjarleiðari
John Petersen annar av stovnarunum av J. & K. Petersen,
er framvegis aktivur í 40 ára gamla felagnum.