mánadagur 29. februar 2016síða 53
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 9 • 29. FEBRUAR 2016
5
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Danjal av Rana
P
itsurnar hjá Hvonn og Tummas
Jakobsen hava verið óloysiliga
knýttar saman seinastu 18
árini. Søgan byrjar í tí, sum tá
æt Pizzakjallarin, í kjallarinum á
Sjómansheiminum.
– Tað vóru onnur støð, sum gjørdu
pitsur í Føroyum tá. Eg var júst liðugur
á kokkaskúla í Danmark, tá eg sá, at
Sjómansheimið søkti eftir einum
pitsukokki. Sjómansheimið hevði selt
pitsu í okkurt um hálvtannað ár tá,
sigur Tummas Jakobsen.
Tað var tí mest sum av tilvild, at
tað vóru júst pitsurnar, sum gjørdust
hansara lívsleið.
– Samstundis sum eg byrjaði, fingu
vit ein nýggjan pitsuovn, sum vit nýta
enn. Hann hevur roynst okkum sera
væl. Nøkur ár seinni keypti vit ein líka,
sum vit eisini nýta enn, sigur hann.
Italskan lærumeistara
Eitt ár seinni kom ein italiumaður til
Føroya, Vince kallaðu tey hann.
– Tað var Vince, sum lærdi meg tað
mesta, sum eg nú veit um pitsur. Vit
báðir mentu so matstovuna til tað,
hon bleiv, sigur Tummas Jakobsen.
Umstøðurnar í kjallaranum vóru
sera trongar. Køkurin var í miðhæddini,
har matstovan hjá Sjómansheiminum
var, so har mátti alt fyrireikast.
Deiggið bleiv gjørt har uppi, umframt
at alt tilhoyrið varð skorið og lagt í
bakkar. Síðani skuldi alt berast niður í
kjallaran, har pitsuovnarnir stóðu.
– Tá var nógv rennan aftur og fram
og upp og niður og nógv tung tøk. Vit
gingu upp og niður gjøgnum eina
smala trappu, so umstøðurnar vóru
ikki meiri enn næst best, sigur hann.
Ein umbyggingin varð gjørd í 2000,
og eftir hetta kundi alt uttan deiggið
gerast niðri undir. Í august 2005
keypti Hotel Føroyar alt virksemið
og umbygdu alt húsið. Í septembur
2006 lat nýggja matstovan Hvonn
upp, og nú var alt virksemi savnað
í miðhæddini, meðan kjallarin var
gjørdur til eina barr.
Teir eru vorðnir nógvir tilsamans,
tímarnir, Tummas Jakobsen hevur
staðið yvir pitsudeigginum. Eina
millión pitsur hesi 18 árini svarar
til umleið 55.555 um árið ella 155
pitsur um dagin. Hann sigur, at í
vikuskiftunum er vanligt at gera yvir
300 pitsur um dagin. Starvsfelagarnir
hava eisini verið nógvir, men mest
trúfastir hava tó verið Tummas
Jakobsen sjálvur og pitsuovnurnir.
Nýggja matstovan eitur Eta
Tummas Jakobsen sigur, at føroyingar
eru vanabundnir, eisini tá teir eta
pitsu.
– Vit hava havt nærum somu
matarskrá øll árini. Onkuntíð hava
vit roynt okkurt nýtt, sum til dømis
at gera pitsur við heilt tunnum botni,
men tað var lítil og ongin áhugi fyri
tí, so tað fall burtur aftur. Føroyingar
halda seg fyrst og fremst til pitsur við
kjøti, skinku og pepperoni. Seinastu
árini hevur tó kebabkjøtið gjørt eina
veruliga innrás á pitsurnar, og í Hvonn
er tað kebabpitsan, sum er toppseljari,
sigur Tummas Jakobsen.
Nú liggur ein nýggjur kapittul
fyri framman. Seinni í vár verður
pitsukøkurin hjá Hvonn fluttur yvir um
Tórsgøtu, yvir í Miðlahúsið, har nýggja
matstovan hjá Gist og Vist, Eta, letur
upp.
– Vit flyta allan
take-away matin
yvir í Miðlahúsið,
og samstundis
verður matar
skráin á Hvonn
broytt nakað.
Tað verður tó
enn gjørligt at
keypa pitsur og
líknandi yviri á
Hvonn.
Og pitsuovnarnir,
sum hava fylgt honum
alla yrkisleiðina? Teir
flyta við yvir í Eta.