mánadagur 29. februar 2016síða 56
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 9 • 29. FEBRUAR 2016
8
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Útjaðarin í Tórshavn
HTH fyllir 50 ár
Í ár eru 50 ár liðin síðan stóra danska køksfyritøkan HTH varð sett á stovn í 1966. Í hesum
sambandi verður gjørt nógv burturúr hjá HTH-Føroyum á Óðinshædd í Havn
J
ohanna Maria Breckmann, vanliga
nevnd Hannemia, sum eigur og
rekur HTH-Føroyar, var hjá HTH í
Danmark á einum hátíðarhaldi tann
16. januar, har 2.000 HTH starvsfólk
vóru komin saman, kosin »Årets
HTH´er« millum fleiri onnur, sum vóru
nominerað.
Í grundgevingunum fyri at HTH
Føroyar fekk hendan stóra heiður,
verður m.a. sagt, at tey upp á stutta
tíð hava vent gongdini í handlinum frá
undirskoti til yvirskot fyri fyrst ferð í
mong ár, hóast eina heldur tubulenta
byrjan. Hannemia Breckmann yvirtók
handilin fyri tveimum árum síðan.
Sjálv sigur Hannemia, at hon
er sera glað fyri hendan heiður,
men at tað hevði als ikki gingið
uttan tey góðu, fyrikomandi og
energisku starvsfólkini, sum arbeiða
í handlinum.
Nýggj framsýning
og opið hús
Í sambandi við at HTH fyllir 50
ár er ein framsýning sett upp
við nýggjastu HTH vørunum á
marknaðinum.
Har
eru
køkar,
bryggers,
vaskirúm,
wc-møblar,
klædnarúm, dragihurðar, hvítvørur,
spesialskáp og borðplátur.
Fríggjadagin 4. og leygardagin
5. mars verður opið hús hjá HTH-
Føroyum, har bjóðað verður til kaffi,
kakao og bollar. Oddvør Skarðhamar
ger mat, og børnini fáa ballónir.
Starvsfólkini geva professionella
og persónliga ráðgeving, eins og
tey bjóða seg til at koma út til
kundan og máta upp, aðrenn ein
nýggjur køkur skal bíleggjast. Tað
at øll skáp koma samlað til Føroyar
frá HTH verksmiðjuni, er við til at
tryggja at alt verður rætt sett
saman og sparir nógva tíð og orku
fyri kundan.
– Øll eru vælkomin í føðingardag
hjá HTH og at síggja okkara stóru
framsýning. Vit hava HTH til ein
og hvønn tørv og hava altíð eitt
gott tilboð upp á ein góðan køk. Í
sambandi við føðingardagin vitjar
ein HTH serfrøðingur, og vit hava
nógv góð tilboð, sigur Hannemia
Breckmann við Vikublaðið.
Johanna Maria Breckmann við heiðursbrævinum frá HTH
Starvsfólkini hjá HTH-Føroyum f.v.: Bente Thøgersen,
Johanna Maria Breckmann og Kiran Jóanesarson