Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-29, síða 66
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. februar 2016síða 66

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 9 • 29. FEBRUAR 2016 18 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Útjaðarin í Tórshavn Smartur og rúmligur Tucson Vit eru til reiðar – eru tit? Nýggi Hyundai Tucson er nú komin á føroyska marknaðin. Talan er um ein rúmligan bil við nýggja designstílinum hjá Hyundai. So er tíðin aftur komin til at hugsa uttandura hugna eftir ein sera gráan, vátan og vindharðan vetur. Uttandura hugna á terrassuni ella altanini við markisu yvir høvdinum og el-hitarum sum leingja tey nógvu og góðu vár - og summatrkvøldini sum vit í Føroyum hóast alt kunnu vera stolt av at eiga. H yundai Tucson er nakað heilt serligt bæði hvat desigini, komforti og koyrieginleikum viðvíkur. Bilurin er designaður á evropeiska designsentrinum hjá Hyundai. Koyrieginleikarnir eru góðir og tryggir. Kabinan er innbjóðandi og merkt av góðum kvaliteti, samstundis sum beinplássið er gott framman og aftan. Hyundai Tucson er ein rúmligur 5-persóna SUV við viðførisrúmi upp á heilar 513 litrar. Hyundai Tucson fæst við kvikum og økonomiskum bensin- og dieselmotorum. Talan er um tveir bensinmotorar við ávikavist 135 og 176 hk, og tríggir dieselmotorer við ávikavist 115, 136 og 184 hk. Motorarnir eru nýggir og lúka strangasta Euro normin fyri CO2 útlát. Frá Hyundai verður sagt, at Tucson skal marknaðarførast sum ein væl útgjørdur kvalitetsbilur til kappingarførar prísir. Málið hjá Hyundai er at hava so nógvar ymiskar bilar, sum kunnu kappast í øllum klassum. Hvat útgerð viðvíkur fæst Tucson í útgávunum: Life, Trend og Premium. Hann er sera væl útgjørdur og fæst við t.d. automatiskari neyðbremsu, Smart Parking Assist System, Lane Assist og Rear Traffic Cross Alert blindvinkul sensorum. Bilurin kann síggjast og roynast hjá Nordbil við Oyggjarvegin. Magnus Gunnarsson T að er tó eingin loyna, at vit sum búgva her í Føroyum ikki hava tann høga miðalhitan uttandura sum grannalond okkara, men vit kunnu uttan tað heilt stóra hóvastakið gera okkum umstøðurnar uttandura optimalar, um vit ynskja tað. Hóast markisur ofta verða settar í samband við summar og sól, er hetta nakað, sum fólk hava gleði av alt árið. Við teimum røttu loysnunum ber til at hugna sær uttandura, hóast veðrið ikki er av tí besta, sigur Oluf Mortensen. Markisan eru í veruleikanum eitt flytbart tak, ið ómakaleyst kann koyrast út og inn, alt eftir tørvi, eitt nú í sambandi við nógva sól, regn ella eitt lot. Markisur kunnu brúkast alla­ staðni, til sethúsini, frítíðar­stað­ið og á arbeiðs­plássinum. Tær verða nýttar til altanir, terassur, fram­sýningar­ vind­eygu, matstovur, útiskonking v.m.. Markisurnar eru lættar at koyra út og inn, bæði manuelt ella við tráðleysari fjarstýring. FOREKS hevur í samstarvi við framleiðaran, REX-verksmiðjuna í Norra, tillagað markisuna enn betri til føroyska veðurlagið. Markisan kann leggjast heilt niður í 45º við eini lættari funktión. Hetta ger tað, at ein situr meira privat, um ein ikki ynskir at verða sæddur uttanífrá. Umframt markisurnar, um­boð­ ar FOREKS eisini ensku Tansun el-terassu­hitar­ar­nar, sum verða keyptir beinleiðis frá verk­smiðjuni í Onglandi og kunnu tí seljast í Føroyum undir vanliga norður­ lendska kostnaðarstøði. Talan er um stuttbylgjuhitarar við halogen­ lampum, og er hetta uttan saman­ bering besta hitaloysnin til føroysk viðurskifti. Alt eftir hvat kundin ynskir, fæst ein sonevnd pakkaloysn, sigur Oluf Mortensen, sum leggur afturat, at tað sum kundin fær við í keypinum, er at vit altíð eru til reiðar við hollari vegleiðing og góðari tænastu, eisini tíðina eftir at kundin hevur keypt sær eina REX-markisu. Óansæð hvar tú enn býr í Føroyum, so hava vit skyldu til at koyra til tín fyri at hyggja hvussu »tín« markisa skal síggja út, sigur Oluf Mortensen frá Foreks Markisum. Er nakað ivamál er kundin altíð vælkomin at venda sær til okkum. Telefonnummarið hjá FOREKS er 225841, teldupostadressan: markisur@gmail.com. Heimasíðan: www.markisur.fo Uttandura hugni í Føroyum við markisum og terassuhitara FOREKS MARKISUR: