Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-29, síða 70
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. februar 2016síða 70

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 9 • 29. FEBRUAR 2016 22 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Útjaðarin í Tórshavn Tú hevur høvi at vitja tríggjar náttúruperlur OYGGJADAGUR: Vilmund Jacobsen L eygardagin 30. mai í fjør skipaði Tórshavnar kommuna saman við staðbundnu nevndunum fyri einum sonevndu Oyggjadegi, har fólk høvdu høvi at uppliva tríggjar gimsteinar í Tórshavnar kommunu ein og sama dag. Høvi var nevniliga at vitja í Hesti, Koltri og Nólsoy. Rimmar útferð Í Hesti var høvi at gera náttúrusøkjandi gongutúrar, har bygdarfólk og fólk við tilknýti til bygdina vóru við á ferðini, og her fekst eisini okkurt gott til matna. Í Koltri varð greitt frá býling­un­ um, eins og her var høvi at síggja nýumvældu og snotuligu bygning­ar­ nar, Heima í Húsi. Í Nólsoy, har dagurin endaði, var sannur bygdarhugni við livandi tón­ leiki, stórari uttanduragrill og nóls­ oyar­mentan í stórum stíli. Á Oyggjadegnum í fjør byrjaði ferðin á Gomlurætt, har mong fóru við Teistanum av Gomlurætt út í Hest. Um 10-tíðina byrjaðu gongu­túr­ ar­nir í Hesti, og tá fólkið varð komið oman aftur í bygdina um 13-tíðina henda dagin, varð ein stuttur túrur gjørdur út í Koltur. Úr Koltri varð aftur farið út í Hest, og haðani helt leiðin seint seinna­partin út til Nólsoyar, har fólk hugnaðu sær til umleið klokkan 22 á kvøld, tá farið varð úr aftur Nólsoy og inn til Havnar. 210 ferðafólk Gunnar Djurhuus, økissamskipari hjá Tórshavnar kommunu, sum hevði til uppgávu at samskipa Oyggjadagin, sigur, at umleið 210 fólk vóru við á túrunum í fjør, sum eydnaðist stak væl. – Við tað, at siglt eisini varð við smærri skjóttgangandi bátum, eitt nú millum Hest og Koltur, varð neyðugt at býta ferðafólkini upp í bólkar við í mesta lagi 48 fólkum í hvørjum bólki. Hann sigur, at flestu ferðafólk fóru beinleiðis av Gomlurætt út í Hest, men nøkur sluppu eisini við Westward Ho út í Hest, eins og onkrir bólkar fóru beinleiðis av Gomlurætt og út í Koltur. Aftur í ár Gunnar Djurhuus sigur, at ætlanin hjá Tórshavnar kommunu saman við staðbundnu nevndunum er at skipa fyri einum slíkum degi aftur í ár. – Enn er ikki endaliga gjørt av, nær Oyggjadagurin í ár verður, men hann verður í øllum førum ein leygardag í seinnu hálvu av mai. Vit vóru kanska nakað sein at lýsa við Oyggjadegnum í fjør, men vit ætla at verða fyrr á sjóvarfallinum í ár. Økissamskiparin vísir á, at pláss helst skal verða fyri eini 450 til 500 fólkum, og hugsandi er, at okkurt verður skipað eitt sindur øðrvísi hesaferð. – Hóast afturmeldingarnar í fjør vóru góðar, ætla vit at gera okkurt øðrvísi í ár. Í fjør hildu fólk, at steðgur­ in í Koltri var heldur stuttur, og í ár verður eisini hugsað um at gera onkrar gongutúrar í Nólsoy. Hann sigur, at útferðin til Nólsoyar í ár møguliga verður ein túrur burturav. – Tó verður tað altíð soleiðis, at tey, sum fara út í Hest og Koltur, eisini fáa høvi at enda ferðina og kvøldið í Nólsoy. »Appetitvekjari« Gunnar Djurhuus, økissamskipari, sigur, at endamálið við at vitja hesar gim­stein­ar í Tórshavnar kommunu – Hest, Koltur og Nólsoy – er, at túrarnir skulu gerast ein »appetitvekjari« til fólk í størri mun at vitja hesar náttúru­ perlur, sum hesar oyggjar eru. – Vit vænta, at undirtøkan fyri Oyggja­degnum í ár verður væl størri enn í fjør, sigur økissamskiparin hjá Tórshavnar kommunu. – Endamálið við Oyggjadegnum í Hesti, Koltri og Nólsoy er, at túrarnir skulu gerast ein »appetitvekjari« til fólk at vitja hesar náttúruperlur, sum hesar oyggjar eru, sigur Gunnar Djurhuus, økissamskipari hjá Tórshavnar kommunu Oyggjadagurin í fjør endaði í Nólsoy við livandi tónleiki, stórari grill og nólsoyarmentan í stórum stíli Myndir: Evy T. Nielsen Gunnar Djurhuus er økissamskipari hjá Tórshavnar kommunu, og tað var hann, ið tók sær av at samskipa Oyggjadagin í fjør Mynd: Vilmund Jacobsen