mánadagur 29. februar 2016síða 74
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 9 • 29. FEBRUAR 2016
26
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Ferming
Vilmund Jacobsen
Orkis á Glyvrum hevur nú eina
framsýning, har viðskiftafólk hava
møguleika at síggja prýði, sum eru
gjørd í bowlar, vasar í ymiskum sniði,
uppsatsar til sjálvtøkuborð og annað.
– Alt hetta kanst tú leiga frá
Orkis. Eisini kanst tú leiga glasplátur
við glasfóti við blómum í til sjálv
tøkuborðið. Vælumtóktu trý og fimm
armaðu ljósastakarnir í silvuri og
messing kunnu eisini fáast prýddir
eftir ynski.
Tað siga royndu og útbúnu
starvsfólkini í Orkis, sum altíð eru til
reiðar við hugskotum og vegleiðingum
til viðskiftafólk.
Úrvalið í kenda og vælumtókta
blómuhandlinum á Glyvrum, sum
eisini er hin elsti í Føroyum, er stórt
og fjølbroytt.
– Í Orkis finnur tú so at siga alt til
eina veitslu, og tí bjóða vit tær sum
viðskiftafólk inn á gólvið at njóta
hugnaliga stemningin, ið valdar.
Veitslustova
Hesa tíðina av árinum eru tað mest
tey, sum skulu fermast, ið saman við
foreldrum, systkjum, vinum, ommum
og abbum vitja veitslustovuna.
– Tað er stuttligt at síggja, hvussu
bevíst mong av teimum ungu eru í
dag, siga tey í Orkis.
Litir og trend til konfirmatiónir og
veitslur er í løtuni náttúrulitir, sært
rosa, sært laksalitt, ráhvítt og so
sjálvandi tað, ið altíð er frammi, reytt,
blátt, turkis, lilla, appelsingult, svart
og hvítt.
Orkis hevur eisini nógva vitjan í
samband við páskirnar, ið er ein stór
høgtíð, og tá er tað mest guli liturin,
sum er frammi.
– Tað er eisini hugaligt við gula
litinum, nú várið stundar til. Gult
skapar ein lættan og hugnaligan
stemning, eru tey í Orkis samd um.
Brúdleyp og brúdleypsveitslur
eru alt árið, og tí hevur Orkis nógvar
vitjanir í sambandi.
– Aftur her er áhugin at vitja
veitslustovuna rættiliga stórur, og
merkja tey í Orkis, hvussu komandi
brúðarpør eru glað fyri at síggja
allar møguleikarnar og fáa góðu
vegleiðingina. Fólk gleðast eisini um
ómakaleyst at kunna leiga tingini í
staðin fyri at keypa. Vit leiga eisini
út stór hjørtu, prýdd við blómum
at heingja upp, eins og vit hava
heiðursportur til leigu.
Økt úrval í Orkis
Til fermingina og veitsluna annars
hevur Orkis – umframt frískar av
skornar blómur beinleiðis úr Hálandi –
eisini eitt stórt úrval av dygdar ljósum,
serviettum, dúkum og flótiljósum í
ymiskum litum, eins og tú kanst keypa
undirvatnsljós til bowlarnar, steinar
og gelekúlur í fleiri litum.
– Vit hava vaksið um handilin og
hava nú eisini opið í kjallarahæddini,
har eitt »trend-rúm« er. Her finnur tú
gávuna til allar aldusbólkar í øllum
prísklassum, og er úrvalið bæði breitt
og smart. Vit hava eisini økt nógv um
úrvalið av gávulutum og hava eitt
nú stórt úrval av vælumtókta PIP-
stellinum.
Í Orkis leggja tey stóran dent á
at hava eitt stórt úrval av nútímans
plantum, »trend-plantum« eins og
allar vanligar plantur altíð eru at fáa
í handlinum.
– Í Orkis kanst tú eisini keypa
vælumtóktu sjokulátuna frá Góma
gott, sum er væl mótikin av við
skiftafólki, og í vikuni fara vit eisini
at selja snotuligu og vælsmakkandi
páskareggini hjá Gómagott, sum nógv
spyrja eftir.
Tær
leggja
aftrat,
at
góða
nýmalnað og vælsmakkandi Peter
Larsen-kaffi gevur góðan anga, tá tú
kemur inn í Orkis, har kaffi fæst við
ymiskum smakki. Eisini hevur Orkis
enska vistfrøðiliga te’ið við ymiskum
smakki.
– Vit selja eisini vøruna hjá Nicolas
Vahé, ið er eitt produkt sum viðskifta
fólk hava tikið væl ímóti.
Um alt landið
Fyri stuttum fekk Orkis eisini teir
snotuligu hondgjørdu lutirnar, ið Joel
Coel ger úr serstøkum træ.
– Vit eru errin av at kunna selja
hesar serstøku vørur, eins og vit sýna
fram og selja vørur hjá Sædis-glas.
Viðskiftafólk eru vælkomin at
vitja í Orkis og fáa hugskot og góða
vegleiðing í hugnaligum umhvørvi.
– Vit senda blómur og allar vørur
kring alt landið, og fyrispurningar
kunnu ringjast á tlf. 448289 &
221548, og til ber eisini at senda boð
á Facebook, har nógvar myndir eru av
øllum, ið Orkis ger og leigar út. Eisini
ber til at senda teldupost til orkis@
orkis.fo, siga tey í blómuhandlinum á
Glyvrum.
Blómuhandilin Orkis á Glyvrum er ógvuliga væl við, tá ræður um prýði til
ferming, brúdleyp, silvur-og gullbrúdleyp og aðrar veitslur
– Í Orkis finnur tú so at siga alt til eina veitslu, og tí bjóða vit tær sum viðskiftafólk inn á gólvið at njóta hugnaliga stemningin, ið valdar.
Konfirmatións
Konta
ss.fo
ANNIJANNI
Veitsluframsýning
í Orkis á Glyvrum