týsdagur 1. mars 2016síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 2. mars 2016 · Nr. 26
mikudagsblaðið
Stovnaður: 1927
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Tað er eitt gott hugskot at leggja
tveir stórar skúlar í Havn saman í
ein. Tað er eisini eitt gott hugskot
at leggja allar bygdaskúlarnar í
Sundalagnum saman í ein stóran
og sterkan og góðan skúla á Oyrar
bakka til frama fyri øll børnini í
bygdunum. Tað er eisini eitt gott
hugskot at leggja báðar teir stóru
skúlarnar í Klaksvík saman í ein
skúla.
Stórar eindir eru góðar, og smáar
eindir kunnu eisini vera góðar.
Taka vit skúlarnar í Havn, so
ber tað væl til at leggja gamla Tórs
havnar kommunuskúla og VenJing
arskúlan saman í ein skúla. Serliga
væl, tá snotuligi skúlin úti á Fløtum
er bygdur. Men tað er als eingin or
søk til at klaska skúlarnar saman í
óðum verkum, meðan serliga gamli
Kommunuskúlin húsast í fleiri
skúlabygningum og ymsum barakk
um ymsastaðni í býnum, har tað eru
fleiri kilometrar ímillum skúlastov
urnar.
Á Venjingarskúlanum eru tey
von við at ferðast til teir báðar smáu
skúlarnar, sum hóast alt eru so frægt
í grannalagnum, at tú kanst ganga í
millum teir í einum fríkorteri.
Men Kommunuskúlin húsast
partvís í gamla skúlanum í Tróndar
gøtu, men eisini í gamla Argja skúla
og uppi á Tórsvølli.
Tað er ilt at skilja, hví Tórshavn
ar kommuna partú vil kroysta
skúlarnar saman, tá hølisviðurskift
ini eru so ótrygg. Hvat er tað, sum
ger tað so neyðugt at at gera Venjing
arskúlan líka keðiligan sum Komm
unuskúlan? Hví kundi Venjingar
skúlin ikki fingið frið, til nýggi og
stásiligi skúlin á Fløtum er liðugur
fyri síðani at leggja skúlarnar saman
til nakað, sum fyri allar partar hevði
verið betri, enn tað tað, sum er í dag?
Tað er ilt at skilja, hví eitt býar
stýri ber seg soleiðis at. Hevur tað
nakað við skúlaleiðslurnar at gera?
Er tað ein spurningur um smáu
kongaríkini hjá ávísum politikarum
og skúlaleiðslum?
Vit kunnu í øllum førum stað
festa, at tað er ikki fyri at gera ger
andisdagin hjá lærarum og næming
um lættari. Tí teirra gerandisdagur
kann bara blíva verri av teirri
viðferð, tey fáa.
Men hugskotið um ein stóran
skúla úti á Fløtum er gott. Vit
kunnu øll fáa so nógv meira burtur
úr at hava skúlarnar í størri eindum.
Serliga í høvuðsstaðnum, har fólka
grundarlagið er til tað. ùtboðið av
lærugreinum og avbjóðinging hjá
bæði læarum og næmingum verður
fjølbroyttari í einsum størri skúla
umhvørvi. Men tað er ikki rætt at
klaska skúlarnar saman í óðum
verkum uttan at fyrireika læarar og
næmingar til tað, sum skal henda.
Og tað er so slett ikki neyðugt at
gera tað, áðrenn nýggi skúlabygning
urin er klárur at taka ímóti nýggja
skúlabygnaðinum. Tá illteinkja vit
politikarar nar fyri at hava onnur
motiv, og tað er ikki gott.
Skúlasamanlegging átti at
bíðað til nýggi skúlin er klárur
hví klaska skúlar saman?
Nýggj
vitan um
Royndina
Fríu
Rolf guttesen
Kjak síða 14
Vil
menna
skúla
leiðslur
Meldurin
Síða 12-13
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Heðin Mortensen, borgar
stjóri í Havn seinastu gott
og væl 11 árini og býráðs
limur seinastu gott og væl
43 árini – fyllir ov nógv.
Hann er so irriterandi, at
valdið hjá honum má av
markast.
Tað halda í øllum førum
tjóðveldisfólkini í Tórs
havnar býrað – har serliga
Marin Kristina Frýdal leið
ir anti-Heðin-rørsluna hjá
Tjóðveldinum.
Men tey í Kringvarpi
num halda eisini, at Heðin
Mortensen er irriterandi,
og tí royna tey at finna alt
møguligt fram sum vísir
– ella prógvar, at Heðin
Mortensen virkuliga er
irriterandi.
Tjóðveldisborgarstjórin
í Runavík heldur eisini at
Heðin Mortensen er irri
terandi. So irriterandi, at
man eigur at umhugsa at
broyta valdstbýtið í Føroya
Kommunufelag soleiðis, at
Tobbasa atkvøða fyllir líka
nógv, sum tann hjá Heðini
Mortensen. Tobbi segði í
Degi og Viku mánakvøldið,
at tað var ein trupulleiki,
at minsta kommuna við
30 íbúgvum ikki hevði
sama vald sum Tórshavn
ar komuna við yvir 20.000
borgarum.
Tjóðveldisborgarstjórin
í Gøtu og Leirvík heldur
eisini, at Heðin Mortensen
er irriterandi. So irriter
andi, at hann eins og Tobbi
heldur, at valdið skal tak
ast frá honum.
Sjálvstýrisborgarstjórin
í Klaksvík, sum ikki slepp
ur at vera tingmaður, tí
Tjóðveldi ikki vildi, heldur
eisini, at Heðin Mortensen
er irrierandi og hevur ov
nógv vald.
Summasummarum av
hesum má vera, at Havn
in má annaðhvørt vel
ja sær ein óbetýðiligari
borgarstjóra – ella broyta
valdsbýtið í Føroya Komm
unufelag, so at allar tær 30
kommunurnar hava eina
atkvøðu í part.
Tað er eisini ein máti at
hava demokrati uppá. Tí
so høvdu kommunurnar
í Suðuroy og Sandoy 12
ferðir so nógvar atkvøður,
sum Tórshavnar komm
una – og tjóðveldisborg
arstjórarnir í Runavík
og í Leirvík høvdu havt
dupult so nógvar at
kvøður, sum Tórshavn
ar kommuna.
Demokrati er gott.
Men tað kann eisini
vera irriterandi. Serliga tá
fólkið vil okkurt annað,
enn tað, ið summir valds
harrar vilja,
Um Heðin Mortensen
er irriterandi ella ikki – so
er hann eitt dømi upp á
tað.
At fólkið hevur valt
nakað, ið summir valds
harrar
halda
vera so irri
terandi, at
demokr
atiið má
vikja!
H j á
summum
er alt rela
tivt. Eisini
demokratiið.
Er Heðin so irriterandi?
Heimsbønardagur fyri kvinnur er
ein altjóða, tvørkirkjulig bønar
rørsla, sum hvørt ár velur eitt nýtt
land og bjóðar kvinnum haðani at
skipa fyri bønarasamkomu, har
vónirnar og óttin, sum tær hava
um land sítt, í bøn skulu berast
fram fyri øllum heiminum.
Fríggjadagin 4. mars savnast
umleið 3 mió menniskju í meira
enn 170 londum og oyggjum at
halda dagin, har tey nýta eina
fyrimynd fyri bønarfundirnar,
sum kristnar kvinnur í Kuba hava
skrivað. Hendan fyrimyndin er
síðani týdd til meira ennn 60 mál
og 1000 málføri.
Í Føroyum verða bønarfund
irnir hildnir íhesum støðum: Fila
delfia, Tórshavn, Frelsunarherur
in, Vági, Soli Deo Gloria, klaksvík,
Hjá Annette Nielsen, Bakkavegi
10, Vestmanna. Allir fýra bøn
arfundirnir byrja klokkan 19.30.
Dagurin byrjar, tá sólin rísur við
Samoa-oynna og heldur á til
sólsetur við strondina í am
erikonsku Samoa, umleið 35
tímar seinni.
Evnið »Takið ímóti børnum,
takið ímóti Mær« vísir til evan
geliið eftir Markus, kapittul 10,
versini 13-16, sum er høvuðstátt
urin í bønarfundinum og ein
áminning, at øll menniskju eru
Guds børn og sostatt líka verdug
til kærleika og virðing okkara.
Lýðveldið Kuba er størsta
oyggin í Karibiahavinum, landið
liggur við meksikanska flógva
munnan og verður nevnt »lykilin
til flógvan«. Vegna politiska ó
semju við USA hevur Kuba stríðst
nógv við tann fíggjarliga stongs
ilin, sum var lagdur á landið í 1960.
Tó hevur landið funnið sína egna
styrki at halda á og basa nógvum
av sínum trupulleikum. Tey, ið
vilja hava eina fyrimynd til bøn
arfundirnar, kunnu venda sær til
Sr. Marisu, tel 315386 ella 596789
ella skriva teldupost til sktmaria@
olivant.fo
Altjóða bønardagur
Í grein í Sosialinum fríggja
dagin 19. februar, var nakað
komið skeivt fyri í samrøðu
við Leif Sørensen, tá nevnt
verður um kjøt, sum varð
serverað á ráðstevnuni RÆST,
sum iNOVA skipaði fyri. Har
skuldi standa: »Kjøtið sum var
serverað á
ráðstevnuni RÆST, sum iNOVA
skipaði fyri í desember 2015, var
ikki spilt, súrt ella fordervað.«
Rætting: