Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-01, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. mars 2016síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. mars 2016 · Nr. 26 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Umbyggja neyst til frítíðarhús Á borgarafundi í Nólsoy herfyri varð spurningurin um neystini í bygdini reistur Gunnar Djurhuus, økissamskipari hjá Tórshavnar kommunu, sigur, at Bústaðir hava víst stóran áhuga at byggja leiguíbúðir í Nólsoy Vilmund Jacobsen – Neystini forfella, tí tey fæstu brúka tey til vinnuligt endamál. Tað er tí positivt, at neystini kunnu byggjast um til frítíðarhús. Á borgarafundinum í Nólsoy varð tó víst á, at meðan umsitingin hjá Tórshavnar kommunu ikki hevur verið serliga positiv, hava politikararnir verið tað ístaðin. Men, enn eru ikki allar súður syftar, tó at byggi­sam­ tyktin fyri neystini nýliga er tillagað og broytt. Á borgarafundinum varð upplýst, at ein, sum eig­ur neyst í Nólsoy, í 2014 fekk noktandi svar frá um­sit­ ingini til byggiloyvi, tí loftið í neystinum er í tveimum hæddum. – Borgarin fekk eisini at vita, at neyst kunnu ikki hava wc, ei heldur til­hoyr­ andi rottanga. Á borgarafundinum lov­aði Heðin Mortensen, borgar­stjóri í Tórshavnar kommunu, sum Nólsoy eisini er partur av, at kommunan skal taka hesar trupulleikar til sín. Marius Müller, leiðari á byggi­deildini hjá Tórshavnar kommunu, segði, at byggi­ sam­tyktin, sum er galdandi fyri neystini, er ikki serliga greið hesum viðvíkjandi. Borgarstjórin vísti á, at nú er eitt uppskot um nýggja byggisamtykt til ummælis hjá Innlendismálaráðnum. Ætlandi verður byggi­sam­ tyktin broytt einaferð aftrat, so greiða fæst á ógreiðuni, sum í løtuni valdar og skapar trupulleikar. Vilmund Jacobsen Ætlaninar um leiguíbúðir komu eisini upp at venda á borg­ara­fundinum í Nólsoy. – Jú, eg haldi, at Bústaðir eru ógvuliga positivir. Ætlan­ in var at fara út til Nólsoyar saman við umboðum fyri Bústaðir - fyri borgarafundin herfyri – at hyggja at økin­ um, har íbúðirnar kunnu byggjast. Men, tað eydnaðist ikki. Ætlanin er tí at fara út um fjørðin saman við um­ boð­um fyri Bústaðir ein av fyrstu døgunum. Gunnar Djurhuus sigur, at soleiðis, sum hann hevur skilt Bústaðir, er stovnurin til reiðar at fara undir íbúðar­bygging í Nólsoy bein­ an­vegin, og í fyrsta umfari verður hugsað um fýra ella seks leuguíbúðir. – Øki er lagt av til set­ húsa­bygging, og vegur er eisini bygdur. Økissamskiparin vísir á, at pláss er bæði fyri bygging av leiguíbúðum og vanligum sethúsum á økinum, sum er lagt av til bygging. – Nólsoyingar hava skipað ein bústaðarbólk sum ger sínar metingar av, hvørjir tørvirnir í Nólsoy eru, og bólkurin heldur, at bygging av leiguíbúðum er eitt gott hugskot. Gunnar Djurhuus sigur, at tað kanska serliga eru eldri fólk, sum sita við ov stórum húsum, ið kundu hugsast at viljað leigað seg inn hjá Bústøðum. – Tá Bústaðir byggja leigu­íbúðir, er vanligt, at hesar eru opnar fyri øllum, bæði ungum, tilkomnum og eldri, soleiðis at her verður skapt eitt hugnaligt umhvørvi við eini blandingi av fólki í ymiskum aldri. Økissamskiparin sigur, at samstundis, sum hugsandi er, at nøkur eldri vildu flutt í meira hóskandi leiguíbúðir, høvdu kanska onkur hús í Nólsoy samstundis verið sett á sølulista. – Tað hevði so aftur givið familjum við børnum høvi at sett búgv í Nólsoy, sigur Gunnar Djurhuus. Ovari salur í Royndarhúsinum varð mest sum fullsettur á borgarafundi í Nólsoy Mynd: Evy T. Nielsen Vilja hava tey gomlu í bygdini Á borgarafundinum í Nóls­oy, har bæði umboð fyri politik­ar­ar og kommunala um­siting vóru til steðar, reistu nólsoyingar ynski um eitt eldrasambýli í Nólsoy. Hugsað verður um eitt eldrasambýli, sum kann hýsa eini 8-10 fólkum. Endamálið er at geva fólk í bygd­ini møguleikan at verða verandi í Nólsoy, tá tey gerast gomul og óhjálpin. Møguleikin at byggja eitt eldra­sam­býli í sam­ band við barna­garð­ in varð eisini havdur á lofti, og í hesum sam­ bandi verður hugsað um, at bæði gomul og børn kanska kunnu hava gagn av hvørjum øðrum. Nú Bústaðir eru áhugaðir at byggja leiguíbúðir í Nólsoy, varð møguleikin nevndur, at Bústaðir kanska kunnu viðvirka til eina loysn. vilmund@sosialurin.fo BÚSTAÐIR VILJA BYGGJA LEIGUÍBÚÐIR Í NÓLSOY