Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-01, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. mars 2016síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. mars 2016 · Nr. 26 20 Sosialurin STØRV Søkt verður eftir einum heilsurøktara, einum aktivitets starvsfólki og summarferiuavloysarum. HEILSURØKTARA Heilsurøktara á setanarbrøki 0,7 svarandi til 28 tímar um vikuna frá 1. mai 2016 ella eftir avtalu. Arbeiðstíðirnar eru skiftandi dag -, kvøld-,náttar- og vikuskiftisvaktir 2.hvørt vikuskiftið. Førleikakrøv • Prógv og autorisatión sum heilsurøktari • At tú er jalig og hevur lætt við at umstilla teg • At tú hevur góð evni at samskifta í skrift og talu • At tú hevur koyrikort AKTIVITETS STARVSFÓLK Søkt verður eftir aktivitets starvsfólki 15 tímar um vikuna frá 1. apríl 2016 ella eftir avtalu. Førleikakrøv • At tú brennir fyri arbeiðinum við eldri og menniskjum við skerdum førleikum. • At tú ynskir at arbeiða eftir hugsjónini um at øll men- niskju hava gott av sosialari samveru og at eitt aktivt lív er við til at stimbra og varðveita okkum sálarliga eins væl og kropsliga. • Útbúgving innan heilsu øki, er ein fyrimunur, men ikki eitt krav. • At tú hevur útbúgving sum ítrivsvegleiðari ella royndir frá dagtilhaldið ella líknandi. • At tú er jalig og hevur lætt við at umstilla teg. FRÍTÍÐARAVLOYSARAR Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingum, heilsurøktarum og heilsuhjálparum at arbeiða í tíðarskeiðinum 1. juni til 31. august 2016. Arbeiðstíðirnar eru skiftandi dag-, kvøld-,náttar- og vikuskif- tisvaktir. Vaktirnar eru á øllum stovnum í økinum og á útiøkinum. Førleikakrøv • Prógv og evt. autorisatión • At tú er jalig og hevur lætt við at umstilla teg. Setanarviðurskifti Størvini verða sett sambært sáttmála við KAF/ Fíg- gjarmálaráðið og avvarðandi feløg. Um tú ynskir at vita nærri um størvini, er tú vælkomin at seta teg í samband við økisleiðaran Randarsól Kristiansdóttir, telefon 793601 ella teldupost ot@ot.fo Umsókn Skrivlig umsókn við avritum av prógvi v.m. skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 21.mars 2016. Umsóknin skal sendast til: Økistænastuna í Sandoyar Sýslu, Miðgøta 8, Fo-210 Sandur ella á teldupost ot@ot.fo Att: Randarsól Kristiansdóttir Økistænastan í Sandoyar Sýslu søkir eftir starvsfólkum Hýruvognsloyvi Í Tórshavnar kommunu er eitt hýruvognsloyvi leyst at søkja. Loyvið er knýtt at bilstøðini AUTO. Umsóknir skulu skrivast á umsóknarblað, sum fæst í Snarskivuni ella á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu www.torshavn.fo. Saman við umsóknarblaðnum skulu latast • avrit av koyrikorti við átekning til hýruvognskoyring og • revsiváttan Umsókn Umsóknir skulu vera hjá Tórshavnar kommunu, postsmoga 32, 110 Tórshavn, í seinasta lagi hósdagin 17. mars 2016. Sambært kunngerð nr. 33 frá 30. mars 1983 um eina standard hýru- vognsreglugerð, sum broytt við kunngerð nr. 139 frá 7. desember 1990, umsitur hýruvognsnevndin hýruvognsloyvi í kommununi. 66 hýruvognsloyvi eru í Tórshavnar kommunu. torshavn.fo Vit takka tykkum øllum sum á ymiskan hátt, sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá kæra mamma, verðmamma, omma og langomma okkara Marlena Djurhuus fødd 14.11.19 - 05.10.15 andaðist og var jarða. Ein serlig tøkk til prest Patrick De Neergaard, kirkjutanarar og gravarir. Tøkk til tykkum øll sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Takk fyri blómur, kransar og gávur. Vegna tey avvaðarandi Birgir og Ragnar TØKK