týsdagur 1. mars 2016síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 2. mars 2016 · Nr. 26
22
Sosialurin
STØRV
Vit søkja eftir fólki til lønarskrivstovuna á Gjaldstovuni at
byrja skjótast til ber.
Uppgávurnar eru at:
Skráseta og málsviðgera lønir
Rætta lønir
Bóka lønir
Útgjalda lønir
Svara lønarfyrispurningum.
Starvsøkið er:
At umsita almennu lønarskipanina
At umsita lønir og tænastumannaeftirlønir hjá almennum
stovnum og lønir hjá kommunalum eldrasamstørvum
At samskifta við og vegleiða stovnum, løntakarum
og øðrum.
Krøv til starvið:
Tað skal fella tær lætt at brúka KT og at seta teg inn í
nýggjar loysnir, tí KT-skipanir stuðla øllum arbeiðinum á
Gjaldstovuni. Alt okkara samskifti við stovnar um lønar viður-
skifti er talgilt. Tað er fyrimunur, hevur tú arbeitt við
lønarumsiting fyrr.
Tú skal vera álítandi, røkin og hava góð samstarvsevni.
Setanarviðurskifti:
Arbeiðstíðin er 39 tímar um vikuna. Starvið verður sett
eftir sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Starvs-
mannafelagið og verður lønt í 3., 4. ella 5. lønarflokki, alt
eftir útbúgving og hvørjar starvsroyndir tú hevur.
Hevur tú spurningar ella vilt hava meiri at vita um starvið,
kanst tú venda tær til Guðny Simonsen, sum er at hitta á
tel. 35 24 10 ella 21 49 65.
Umsókn:
Umsókn við prógvum og møguligum viðmælum skal
verða send Gjaldstovuni, Kvíggjartún 1, Boks 2009, 165
Argir ella við telduposti til gjaldstovan@gjaldstovan.fo.
Umsóknarfreistin er 177.03.2016 kl. 12.
Starv á Lønarstovuni
á Gjaldstovuni
Gjaldstovan er skipað í trý høvuðsøki: KT-Landsins, Løn & bókhald landsins og Fígging landsins. Gjaldstovan hevur eisini um
hendi felagsuppgávurnar í Fíggjarmálaráðnum, t.e. reingerð, kantinu og móttøku. Á Gjaldstovuni starvast 52 fólk, harav 8 fólk á
lønarskrivstovuni. Meira fæst at vita á heimasíða okkara www.gjaldstovan.fo
GJALDSTOVAN I KVÍGGJARTÚN 1 I FO-160 ARGIR I FØROYAR
TEL: +298 35 24 00 I FAX: +298 35 24 01 GJALDSTOVAN@GJALDSTOVAN.FO I WWW.GJALDSTOVAN.FO
Kostrøktarstarvsfólk til
eldrasambýlið Gøtubrá
Vit leita eftir einum dugnaligum og ábyrgdarfullum
starvsfólki til køkin á eldrasambýlinum Gøtubrá.
Arbeiðið fevnir um at keypa inn, tilevna góðsku
máltíðir til húsfólkini umframt at halda køkin. Talan
er um eitt starv á 22,5 tímar. Í løtuni verður arbeitt
44,5 tíma aðruhvørja viku.
Førleikakrøv
Umsøkjari við køksfakligari útbúgving hevur
fyrimun.
Vit ynskja, at tú
• sært týdningin av at gera føðsluríkan og
fjøltáttaðan mat til eldri fólk
• hevur hegni til at kveikja undir týdningin av at
skipa hugnaligar samverur
• hevur førleika at fáa til vega góðar rávørur
• hevur ans fyri at fáa sum mest burturúr
pengunum
Setan og løn
Starvið hevur tilvísing til deildarleiðaran og verður
at byrja 1. apríl 2016 ella skjótast gjørligt. Starvið
verður at seta sambært sáttmála við avvarðandi
fakfelag. Um tú ynskir fleiri upplýsingar, ert tú
vælkomin at ringja til Beintu Áargarð, deildarleiðara
á tlf. 730252.
Umsókn
Umsóknir við prógvum, CV og øðrum, skulu vera
okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 14. mars
2016 kl. 14.00.
Umsóknin skal sendast til: Nánd - Kulibakki 8 - 520
Leirvík, ella á teldupost: nand@eystur.fo
Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna hava skipað
javnbjóðis samstarv um heimatænastu, eldrarøkt v.m., og tann
1. januar 2015 yvirtók samstarvið ábyrgdina av eldraøkinum
í kommununum. Dagliga umsitingin hjá Heimatænastuni er
partur av umsitingini hjá Eysturkommunu. Samstarvið rekur trý
sambýlir, eitt dagtilhald fyri demens, og eina deild ið tekur sær
av heima- og sjúkrarøkt. Samstarvið hevur tilsaman 51 ársverk.
Á Gøtubrá, ið er eldrasambýlið í Norðragøtu, starvast
heilsuhjálparar, heilsurøktarar, sjúkrarøktarfrøðingar,
reingerðarfólk og køksfólk, tilsaman 17 ársverk. Pláss er fyri 15
húsfólkum, 5 av hesum eru á demensdeildini.
Sí meira um Heimatænastuna hjá Eysturkommunu og
Fuglafjarðar kommunu á www.eystur.fo undir stabbanum “eldri”.
Aðalfundur
Aðalfundur 16. mars kl. 19.00 í Mettustovu
Skrá sambært viðtøkum felagsins.
Uppskot í skulu á skrá, mugu vera
nevndini í hendi í seinasta lagi 8 dagar
undan aðalfundinum.
Um aðalfundurin ikki er viðtøkuførur
verður eykaaðalfundur hildin kl. 19.30.
Eykaaðalfundurin er altíð viðtøkuførur
Kvinnufelagið
LANDSFUNDUR
SAMBANDSFLOKSINS
verður í Tórshavn á Hotel Hafnia,
leygardagin 12. mars 2016
– byrjað verður kl. 08.30.
Skrá sambært viðtøkum Landsfelagsins.
Uppskot til viðgerðar á landsfundinum
skulu verða skrivstovuni í hendi í seinasta
lagi 2. mars.
Øll sambandsfólk eru vælkomin.
Nærri verður lýst í Útvarpinum og á
heimasíðu floksins: www.samband.fo
LANDSNEVND
SAMBANDSFLOKSINS