Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-01, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. mars 2016síða 26

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

LESTRARBLAÐIÐ 2016 2 Ert tú millum 18 og 28 ár, kanst tú gerast NordikSolo kundi og fáa eina rúgvu av ókeypis tænastum og serliga góðum rentum. Annaðhvørt tú ert í starvi ella lesandi kann NordikSolo gera gerandis dagin eitt sindur lættari, tá tú skalt standa á egnum beinum fíggjarliga. So kanst tú brúka tína orku til tað, ið hevur týdning fyri teg. Gerst NordikSolo kundi á www.banknordik.fo/solo Lestrarblaðið 2016 Ábyrgd: Eirikur Lindenskov Samskipan: Terji Nielsen Tekstur: Hallur av Rana, Mortan Østerø, Danjal av Rana, Birgith Lassen og Terji Nielsen Lýsingar: Noomi Weihe og Terji Nielsen Uppseting: Hildur Høghamar og Pætur E. Jensen Terji Nielsen Nýggja aspirantskipanin gongur í stuttum út uppá, at næmingarnir, sum ganga á skiparaskúla, taka siglingstíðina sum ein part av skúlagongdini. Fyri at sleppa inn á aspirantskipanina krevst tó, at man hevur miðnámsútbúgving. – Fyrr komu næmingar út sum skips­ førarar uttan at hava nakra sum helst siglingstíð, og tað líkist faktisk ongum, sigur Símun Poulsen, ið er undirvísingarleiðari á Vinnuháskúlanum Hann greiðir frá, at teir 11 næmingarnir, sum byrjaðu í august í fjør, gingur fyrst í skúla fram til hálvan desembur. – Tá tóku teir eitt sonevnt grundmodul, og hálvan desembur fóru teir so til skips. Vit hava fingið gott samstarv í lag við fleiri føroysk reiðarí, so fimm fóru við Skansi, tveir fóru við Thor, meðan fýra fóru við bátunum hjá Smyril Line. Teir báðir, sum fóru við Thor, endaðu langt burturi, tí annar var í Kongo, meðan hin var í Namibia, sigur Símun Poulsen Teir 11 næmingarnir komu aftur í skúla fyrst í februar, og síðani tá er so ein næmingur fallin frá. – Men tað vil altíð vera onkur, sum finnur út av, at hetta er ikki akkurát hann, so tað er einki óvanligt í tí, sigur undir­ vísingar­leiðarin. Skulu hava eitt ára siglingstíð Siglingstíðin, sum aspirantarnir skulu hava, er tilsamans eitt ár, og longu í komandi mánað fara teir nú 10 næmingarnir aftur til sjós. – Tá verða teir burtur í okkurt um ein mánað, men so koma teir heim aftur til próv­tøkurnar í mei og juni, og síðst í juni fara teir so enn einaferð á sjógvin, greiðir Símun Poulsen frá. Hann sigur, at tað er øgiliga strævið hjá næmingunum at taka útbúgvingina gjøgnum aspirantskipanina. – Vit brúka faktisk feriurnar til siglings­ tíð, so teir hava onga frítíð, og tað er serliga hart hjá teimum, sum eru familjumenn, men menninir eru øgiliga glaðir fyri skipan­ina, sigur hann. Símun Poulsen rósar eisini føroysku reiðaríunum fyri at vísa skipanini vælvild. – Tey hava verið ógvuliga samstarvs­ sinnað, og umframt tey reiðarí, sum hava havt næmingar umborð, so hava bæði Faroe Ship, Samskip og Tor Shipping víst skipanini áhuga, og tað er einki at ivast í, at reiða­ríini eisini síggja hetta sum ein møgu­ leika at »rekrutera« nýtt fólk til síni skip, sigur Símun Poulsen, undir­vísingar­leiðari at enda. ASPIRANTSKIPANIN HEPNAST VÆL Síðsta summar byrjaðu 11 næmingar á nýggju aspirantskipanini hjá Vinnuháskúlanum. Skipanin hevur riggað sera væl, sigur Símun Poulsen, undirvísingarleiðari á skúlanum Tveir av teimum 11 aspirantunum hava fingið siglingstíð umborð á Norrønu. Savnsmynd