Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-01, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. mars 2016síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 LESTRARBLAÐIÐ 2016 – Tað týdningarmesta er at koma í gongd so tíðliga sum møguligt. Tað er nevniliga keðuligt at søkja okkurt, har umsóknarfreistin longu hevur verið. Tað er aldrin ein vansi at koma tíðliga í gongd, sigur Holger Arnbjerg, meg leggur afturat, at tað ikki altíð er gott at fara víðari beinanvegin Hallur av Rana Hóast tað enn eru nakrir mánaðir til skúlaárið er liðugt, so ganga nógv lesandi í hesum døgum og hugsa um møguligar útbúgvingar, ið tey kunnu fara í holt við aftaná summarferiuna. Møguleikarnir eru nógvir, og til tíðir kann vera torført, at vita hvør tann rætta er. Holger Arnbjerg, lestrarvegleiðari á Altjóða Skrivstovuni, hevur vegleitt lesandi í fleiri ár. Hann mælir lesandi til, at byrja at hugsa um framtíðina í góðari tíð. – Tað týdningarmesta er at koma í gongd so tíðliga sum møguligt, helst umleið eitt ár áðrenn. Tað er nevniliga keðuligt at søkja okkurt, har umsóknarfreistin longu hevur verið. Tað ber til, at verða heppin og fáa okkurt pláss beint áðrenn lesnaðurin byrjar, men tað er ikki nakað at satsa uppá. Tað er aldrin ein vansi at koma tíðliga í gongd, sigur Holger Arnbjerg, men leggur afturat, at tað ikki altíð er gott at fara víðari beinanvegin. – Tað politiska korrekta er at gera út­ búgvingina lidna skjótast gjørligt, men í nøkrum førum er tað rætt at royna okkurt annað í eina tíð. Tí tað týdningarmesta er, at tann lesandi er motiveraður, og ikki bara fer undir lesnað, tí foreldur ella politikarar ynskja tað. Føroyafrádrátturin ein danskur fyrimunur Eitt týdningarmikið val hjá fleiri ungum er hvat land tey ynskja at lesa í. Hóast útboðið av útbúgvingum veksur í Føroyum, so er tað enn ikki møguligt at taka tær flestu útbúgvingar í Føroyum. – Tí er neyðugt at leita sær útum landoddarnar og har er Danmark enn tað størsta landið. Føroyafrádrátturin fæst bara í Danmark, og tað er ein fíggjarligur fyrimunur, ið onnur lond hava trupult at kappast við, sigur Holger Arnbjerg. Vanliga hevur Ongland og Skotland verið millum londini, har fleiri føroysk lesandi nema sær útbúgving, men talið er í minking, upplýsir Holger Arnbjerg. – Áhugin fyri Stórabretlandi er minkað­ ur seinastu árini. Serliga Skotland og Aberdeen, har nógvur føroyingar hava lisið, megna ikki í sama mun at draga føroyska lesandi til sín longur. Hinvegin er áhugin fyri Póllandi sum lestrarland voksið. Stórabretland og Pólland eru tvey lond, ið føroyingar hava hoyrt nógv um, og vunnu hevd sum lestrarlond uttanfyri danska kongaríkið. Eitt land tykist tó at vinna meira fram í huganum hjá føroyskum lesandi, ið ynskja eina øðrvísi lestraruppliving enn tað Føroyar ella Danmark kunnu bjóða. – Vit vóru nakrir lestrarvegleiðarar og kunnaði okkum um virksemi hjá Nottingham University í Ningbo fyri nøkrum árum síðani. Tað vísti seg, at hava stóran áhuga millum ung á Markleys Útbúgving, og úrslitið er, at í løtuni eru tey átta fólk, ið lesa antin bachelor ella master har. So Kina pressar seg meira og meira á sum eitt nýtt lestrarland. – Tað sum tey fáa har, ið tey ikki fáa aðra­staðni, er ein útbúgving á altjóða støði, og innlit í kinesiskt mál og mentan. Tað verður týdningarmikið í framtíðini nú meira og meira handilsvirksemi er við Kina. Politikararnir spøkja Talið av føroyskum lesandi er seinastu árini minka nakað í Føroyum, Danmark og aðrastaðni, men vísir Holger Arnbjerg á, at tað er ein natúrlig orsøk til tað. – Tað er einki løgið í tí. Tað er ein avleiðing av, at tað vóru færri børn fødd tíðliga í nítiárunum. Tað er tann árgangurin, ið sæst aftur í dagsins tølum, sigur Holger Arnbjerg. Tað kemst tó ikki uttanum, at talið av lesandi uttanfyri danska kongaríkið fekk eitt knekk fyri nøkrum árum síðani. Tað hevur møguliga eina politiska orsøk, sambært Holger Arnbjerg. – Fyri nøkrum árum síðani førdu nakrir politikarar fram, at tað var neyðugt at krevja meira frá teimum lesandi, ið fingu lestrarstuðul. Eitt av átøkunum var, at um ein lesandi ikki kom heim eftir eitt ávíst áramál aftaná loknan lestur, so skuldi viðkomandi rinda umleið helvtina av ÚSUN stuðlinum aftur, sigur Holger Arnbjerg og leggur afturat. – Tað hevur havt sína ávirkan og tað spøkir enn í huganum hjá ungum. Men eg kann vissa fólk um, at ætlanin er slept. Vit hava spurt okkum fyri, og tað er ongin politiski vilji fyri eini slíkari broyting í løtuni. TÝDNINGARMIKIÐ AT KOMA Í GONGD Ger tínar dreymar til veruleika – sama um tú vilt fara undir útbúgving, ert sjómaður ella vilt spara saman til eini hús. Fokus pakkin hevur alt tað tú hevur tørv á – NemKontu, FokusLán, FokusKreditt, Gjaldskort, Netbanka og FramtíðarKontu. Sum Fokus kundi fært tú ókeypis tænastur, lagaliga fígging og góða rentu. Vitja deildina í Vági og Havn. KR KR Gjaldskort Netbanka Fígging FramtíðarKonta Lætt og stuttligt ss.fo AnniJanni