Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-01, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. mars 2016síða 40

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 LESTRARBLAÐIÐ 2016 Mortan Østerø Meginfelag føroyskra studenta – MFS – varð sett á stovn fyri góðari hálvari øld síðani, og hevur síðani fyrsta dagin sett hugsanirnar hjá føroyskum lesandi á dagsskrá. Felags­ skapurin hevur eitt yvirskipað ráð fyri alt felagið, umframt lokalar nevndir í Føroyum og Keypmannahavn. Økis­ nevndirnar skipa fyri kunnandi tiltøkum og savnandi mentanarligum tiltøkum í sínum nærumhvørvi til tess at stimbra kjakmentanina og samanhaldið millum tey føroysku lesandi. »MFS ráðið gevur á hvørjum árið út blaðið »Fjølnir« við neyvum vegleiðingum til tey lesandi viðvíkjandi mannagongdunum at skriva umsóknir til bæði lestrar- og fíggjar­lig endamál. Harafturat eru fleiri frá­sagnir at finna frá lesandi úr øllum heiminum í blaðnum, soleiðis at tey nýggju kunnu gera sær eina mynd av hvussu føroyingar trívast tey ymsu støðini. Afturat blaðútgávuni luttaka vit á Pisudøgum og brúka bæði Facebook og heimasíðuna hjá okkum at kunna um okkara virksemi, tiltøkum og vegleiðingum. Av tí, at nógv kunningararbeiði er gjørt áðrenn fólk fara av landinum, fáa vit ikki eitt ótal av fyrispurningum, tá ið tey so eru komin niður. Tó fáa vit onkrar fyrispurningar, og taka vit okkum fegin stundir til at svara teimum, sigur forkvinnan fyri Keypmannahavnarnevndina hjá MFS, Katrin Fríða Jógvansdóttir. Savna útisetarnar Danmark hevur altíð verið eitt vældámt lestrarland fyri føroyingar, og hóast Studni veitir stuðul til skúlagjald í øðrum londum, fer helmingurin av øllum føroyingum framvegis undir hægri lesnað í Danmark. Umframt at veita hesum útisetunum kunning, ger Keypmannahavnarnevndin nógv burtur úr at skipa fyri savnandi tiltøkum í Keypmannahavn, ið bæði eru av mentanarligum og politiskum slag. »Serliga tey politisku tiltøkini hjá okkum hava verið væl vitjað. Føroyingarnir plaga eisini vera raskir at seta pallborðskjakarunum viðkomandi spurningar, og fáa kjakið upp at koyra. Til pallborðskjakini taka vit vanliga eitt aktuelt evnið upp og síðani fáa vit viðkomandi luttakarar at kjakast um evni – helst avvarðandi føroyskar politikarar og lesandi føroyingar. Tað tykist vera ein vælumtóktur leistur, har útisetar og heimligir politikarar sleppa upp á tal við hvønn annan, samstundis sum tey lesandi fáa høvi at royna sínar fakligu førleikar, sigur Katrin. »Fyri einum ári síðani høvdu vit til dømis sendimannin í Moskva, Bjørn Kunoy, við á kunnandi fundi um orrustuna eftir at Føroyar lat upp sendistovu í Moskva og økti út­flutning­in til Russlands, hóast Danmark og ES mæltu Føroyum frá tí. Valkvøldini í Føroyahúsinum eru eisini sera vælumtókt og er ætlanin eisini at skipa fyri einum kunnandi valkvøldi, tá ið USA skal velja sín næsta forseta, sigur forkvinnan fyri MFS nevndina í Keypmannahavn, og vísir á, at tey hava lættari tiltøk í álmanakkanum: »Føroyska mentanin verður onkurs­ vegna tikin við til Danmarkar, tá ið vit eru so nógv í tali. So vit halda árliga flagg­dags­ haldið á Regensen, har tey lesandi røða, og síðani er tað tann stóra ræstkjøtaveitslan, sum altíð er fullteknað og veruliga savnar og samansjóðar útisetarnar, sigur Katrin Fríða Jógvansdóttir at enda. SAMANSJÓÐA ÚTISETAR Í KEYP­MANNAHAVN Keypmannahavnarnevndin hjá MFS samansjóðar føroysku útisetarnar í Keypmannahavn á bæði kunnandi- og mentanarligum tiltøkum. Sambært forkvinnuni, Katrini Fríðu Jógvansdóttir, eru tiltøkini høvi hjá útisetunum at seta kritiska sjóneyku á viðkomandi evni, samstundis sum MFS eisini røkir mentanarlig sambond til Føroya og ger nógv burtur úr at vegleiða nýkomnum útisetum. Føroyska mentanin verður onkurs­vegna tikin við til Danmarkar, tá ið vit eru so nógv í tali« KATRIN FRÍÐA JÓGVANSDÓTTIR