týsdagur 1. mars 2016síða 44
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
LESTRARBLAÐIÐ 2016
VOXPOP
FYLG TÍNUM EGNA DREYMI
GLOYM ONGANTÍÐ TÍNAR RØTUR
LEYP ÚTÍ TAÐ
VILDI SLEPPA
TIL FØROYAR
AT BÚGVA
Navn: Bjørg Josephsen – Aldur: 21 – Útbúgving: Løgfrødi – Lestrarstað: Keypmannahavn
Navn: Benjamin N. Jacobsen – Aldur: 23 – Útbúgving: BA í English Literature – Lestrarstað: York, England
Navn: Regin Winther Poulsen
Aldur: 21
Útbúgving: BA í søgufrøði
Lestrarstað: Háskóla Íslands
í Reykjavík
Navn: Súsanna Samró
Aldur: 22
Útbúgving: Sosialvísind og
Samfelagsplanlegging
Lestrarstað:
Fróðskaparsetur Føroya
Hví valdi tú tína útbúgving?
Tað er ein torførur spurningur, ið altíð verdur
spurdur. Tá eg skuldi velja, hvørja yrkisleið
eg skuldi nema mær, var eg í iva. Eg eri ikki
ein av teimum, ið hevur fingið íblástur til
løgfrøðina úr ymiskum sjónvarpsrøðum ella
ymiskum felagsskapum. Harafturímóti havi
eg altíð havt stóran áhuga í samfelagsfrøði.
Fyri meg skapar løgfrøðin karmarnar um alt
samfelagið. Um man vil skilja samfelagið, má
man skilja løgfrøðina.
Hvat er tað besta við
tínum lestrarstaði?
Tað er bíligt at búgva í Danmark. Tað er
skjótt at ferdast til heimlandið. Og sjálvandi
allir teir føroysku útisetarnir, ið bera ráma av
føroyskum sinnalagi, sjálvt um man situr í
kongens København.
Hvat eru bestu ráðini, ið tú
kanst geva einum lesandi?
Fyrst og fremst at fylgja sínum egna dreymi,
og ikki at uppfylla dreymar og brostnar vónir
hjá øðrum. Síðani er týdningarmikið at vera
støðufastur og disiplineraður.
Hví valdi tú tína útbúgvingin?
Eg havi altíð havt stóran áhuga í søgu, so
søgufrøði var altíð ímillum tey fakini, sum
eg umhugsaði at útbúgva meg innan. Søgufrøði er eisini ein so mikið breið útbúgving
at fleiri yvirbygnaðir eru møguligir, og soleiðis kann eg velja okkurt annað at lesa
víðari.
Hvat er tað besta við tínum lestrarstaði?
Á bæði tí fakliga og tí sosiala økinum er tað besta tað, at Føroyar og Ísland eru so lík á
so nógvum økjum. Íslendska søgan er lík tí føroysku og nógvar av teimum støðunum,
sum íslendingar hava verið í.
Á sosiala økinum er lætt sum føroyingur at fella til, tí at íslendingar og føroyingar
eru so líkir. Fleiri íslendingar siga ofta, at teir síggja als ikki føroyingar sum útlendingar.
Reykjavík er eisini langt frammi í skónum á mentanarøkinum, og har er altíð okkurt
at fara til eftir skúlatíð.
Hvat eru besta ráðini, ið tú kanst geva einum lesandi?
Um eg skal siga okkurt, so er tað at koma til Íslands at lesa. Tað eru nógv ting, sum
vit kunnu læra av íslendska samfelagnum, tí at Ísland er ikki so nógv størri enn vit.
Annars bara at leypa útí tað og ikki vera bangin fyri at siga okkurt býtt. Tá fellur ein
skjótt til og lesnaðurin verður nógv stuttligari.
Hví valdi tú tína útbúgvingin?
Aftaná at hava gingið í skúla í Hollandi í níggju ár, vildi eg sleppa til Føroya at
búgva. Ætlanin var at lesa víðari í Onglandi, men eg valdi ikki at flyta av landinum
á hesum sinni, tí eg trívist so mikið væl. Eg kannaði møguleikarnar í Føroyum, og
endaði tað við, at eg søkti á Søgu- og Samfelagsdeildina, tí eg havi altíð havt áhuga
fyri samfelagsviðurskiftum.
Hvat er tað besta við tínum lestrarstaði?
At fáa servitan innan føroysk viðurskifti, og gerast meira tilvitin um, hvussu føroyska
samfelagið hongur saman. Hetta er einasta land í heiminum, har ein kann siga at
størsti denturin verður lagdur á føroysk viðurskifti.
Hvat eru besta ráðini, ið tú kanst geva einum lesandi?
Verði ikki bangin fyri ikki at fullfíggja tað, ið tú altíð hevur havt hug at gera. Vit
broytast øll, tí kunnu okkara ætlanir og áhugamál broytast við. Sjálv ætlaði eg einans
at arbeiða eitt ár áðrenn eg fór undir hægri lesnað, og síðani fara uttanlands at lesa jura.
Tað endaði tó við at eg, aftaná tvey ár, fór undir sosialvísind og samfelagsplanlegging
á Setrinum, ið er ein avgerð, eg ikki eri kedd av.
Hví valdi tú tína útbúgvingin?
Umframt at skaldskapur er spennandi og
áhugaverdur at takast við, so er útbúgvingin
sera breið. Ein fær innlit inn í søgu, sam
felagsfrøði, heimspeki o.s.fr. Ein fær tískil
fleiri amboð til tess at skilja, ikki bert bøkur
og gamlar tekstir, men eisini teir tankar, ið í
ein størri mun hava myndað heimin vit liva í.
Hvat er tað besta við
tínum lestrarstaði?
York er ein lítil men sera hugnaligur býur,
og kenslan av, at ein er lesandi er tískil sterk.
Fólk eru vanliga sera vinarlig, og ein kemur
at møta og kenna fólk úr øllum heiminum.
Leggjast skal afturat, at tað eru fleiri enn 10
antikvariskir bókahandlar í miðbýnum – ein
himmal fyri bókormar.
Hvat eru besta ráðini, ið tú
kanst geva einum lesandi?
Ver opin fyri tí nýggja - tí nýggja staðnum,
mentanini, fólkunum, tankunum - men gloym
ongantíð hvar tú kemur frá, tínar røtur.