Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. mars 2016síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Grafiskt snið/layout: Pætur Eyðunsson Jensen Uppseting: Sosialurin, Tekniska deild Prent: Prentmiðstøðin Miðlahúsið: Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Vikuskifti redaktørur Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Lýsingar Frida Mellemgaard, lýsingasamskipari lysing@sosialurin.fo tel. 341826 Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo 4. mars 2016 Málið vísir, at vit mugu duga betur at kjakast um tað, sum vit eru ósamd um Løgtingskvinnan Hanna Jensen mundi vaksa nógv í virðing, tá hon í kjakinum í Degi og Viku týskvøldið greiddi frá, hví hon­ stríð­ist so hjartaliga fyri rættindum hjá øll­ um borgarum – eisini teimum samkyndu. Jógvan á Lakjuni er ikki samdur við henni. Tað hevur hann eisini sín fulla rætt til. Jógvan á Lakjuni er ein tann mest kon­ serv­a­tivi tingmaðurin, sum vit hava havt í langa tíð. Og tað er ikki altíð ein ódygd at vera kon­serv­a­tiv­ur. Men í hesum málinum er Jógv­an á Lakjuni ikki til at flyta – og hes­um eiga vit øll eisini at hava fulla virðing fyri. Tað er hansara rættur, bæði sum menn­ iskja og sum løgtingsmaður. Fleiri tingmenn eru – tí tað eru serliga menn – sum eru næstan líka konservativir,. Men her tykist kortini broyting at vera komin í, tá vit hugsa um møguleikan fyri, at løgtingið skal samtykkja uppskotið »hjá hasum kvinnunum«, sum Jógvan á Lakjuni málbar seg. Tað skuldu helst fýra kvinnur til – sum saman við einum nýggjum meiriluta á tingi kunnu samtykkja hesa broyting, sum hevur so stóran týdning fyri so fá – og so lítlan týdning fyri so mong. Fyri Honnu Jensen hevur tað ovurstóran týdning at tryggja rættindi hjá øllum. Hesa hugsan stendur hon við, hóast hon av somu orsøk hevur kent kuldan frá sínum egnu í brøðrasamkomuni í Gøtu. Her í blaðnum í dag sigur Hanna Jensen soleiðis: – Eg havi merkt ein áður ókendan kulda. Smílini fána, og handartakini dvína – sam­ stund­is sum onnur hava víst seg, sum stuðla, segði Hanna Jensen í kjakinum í Degi og Viku týskvøldið. Uttan iva er hetta eldfima mál við til at flyta mørk. Bæði hvussu vit kjakast, og hvussu vit bera okkum at yvir fyri menn­ iskj­um við grundleggjandi móts­ættum hugsanum. Hanna Jensen sigur, at hon hevur lært, at mong í samkomuni eru samd við henni í, at tað má vera pláss fyri ymiskum pol­it­ isk­um áskoðanum í samkomuhøpi. Tað hevði verið góður lærdómur hjá okkum øll­um – um kirkjur og samkomur komu til ta nið­ur­støðu. Tá hendan lógarbroytingin er gjøgnumførd, verður hon helst gloymd. Tí valla fær hon nakran týdning fyri trúarlívið yvirhøvur. Hvar eru Finnur og Rólant og speisku viðmerkingar blivin av? Onkur saknar teir, meðan onnur halda teir vera í so stuttligar. Men tað stutta av tí langa er, at hvørki Finnur Koba ella Rólant Waag Dam hava verið í Góðan Morgun Føroyar hjá Kring­varpi­ num hesa vikuna. Har hava verið vertir, sum vit ikki leggja merki til, tí teir ikki á nakran hátt eru speisk­ir. Kann tað hugsast, at kringvarpsleiðslan er far­in at troyttast av speisku við­merk­ingu­ num og tí hevur flutt teir til viks? Næsta vikan man geva okkum svarið. Góður lærdómur hjá Honnu Jensen Hvar eru Knold og Tott? Góðan morgun Mistrýr løgmanni Les eisini blaðið á telefonini Føroyar verða eitt nýtt Kuba? Sjúrður Skaale kjak síða 34 Fløkja komin í el­orku­kjak um Haraldssund Steinbjørn Ó. Jac­ob­ sen kjak síða 34 Jacob Vestergaard, løgtingsmaður Fólkafloksins »Løgmaður segði fyri tinginum, at hann onki kendi til set­an­ar­til­gongdina. Heldur ikki at nevndi persónur var settur sum hansara persónligi ráðgevi. Eg meini tað! Oddagrein Eirikur Lindenskov blaðstjóri landsins fyrstu milliarderar Visti tú? At 10 varafólk hava fast sæti á Føroya Løgtingið Soleiðis sær keiputeknarin, Napoleon Smith, fyri sær, at Regin á Bakka, partaeigari og stjóri á Bakka­frost, hugnar sær við teimum stóru viðrum, sum sólskinssøgan um Bakkafrost hevur givið honum.