Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-03, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. mars 2016síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. MARS 2016 SOSIALURIN 27 4 Stórverk hjá Carl Johan Jensen er í uppskoti til norðurlendsksa virðisløn Innstillingarnar til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins eru almanna­kunn­ gjørdar, og skaldsøgan hjá Carl Jóhan Jensen, Eg síggi teg betur í myrkri. Forspæl til ein gleðileik, er føroyska uppskotið til virðislønina. Skaldsøgan snýr seg um íslendska skaldið og ævintýraran Benedikt Einarsson, sum tá bókin byrjar, er umborð á ferðaskipinum M/S Lyra á veg úr Bergen til Føroya. Hann situr í einum sólstóli á afturdekkinum, tá hann verður fyribeindur, og hann er sostatt í ferð við at doyggja, meðan hann sær tilveru sína fyri sær sum í dreymi. Lesarin fær innlit í tankarnar hjá doyggjandi skaldinum og frættir um ógvusligar upplivingar, hann hevur verið fyri í einum lívi, sum er merkt av rembingunum í Europa millum nítjandu og tjúgundu øld. Á sama hátt sum í siðmenningarskaldsøgum verður dentur lagdur á ættarslag og uppruna, og fyrsti partur av skaldsøguni er ein lýsing av foreldrunum hjá Einari Benediktson og teirra samlívi. Bókin er eitt heilskapað listaverk, har kynstriga hendingagongdin og málið verða samantvinnað í eini óloysandi heild. Málsligi búnin er fjølbroyttur og poetiskur. Málsliga er skaldsøgan merkt av, at høvundin er yrkjari, og heitið á skaldsøguni stavar eisini frá eini yrking hjá Emily Dickinson. Skaldsøgan Eg síggi teg betur í myrkri. Forspæl til ein gleðileik kom út á Sprotanum í 2014. Anna Mattsson hevur í sambandi við tilnevningina týtt bókina til svenskt. FRÍGGJADAGUR LEYGARDAGUR SUNNUDAGUR 8-13 m/s 3-8 m/s 8-13 m/s Andøvsgul upp í ein strúk, 8-13 m/s, av norði og landnyðringi, minkandi til 5-10 m/s. Skýggjað og onkur kavaæl. Hitin millum 2 hitastig og 3 kuldastig. Andøvsgul upp í ein strúk, 8-13 m/s, av suðri. Skýggjað og kavi ella vátakavi. Hitin veksur upp til millum 2 og 5 hitastig. Lot til andøvsgul, 3-8 m/s, av norði, um náttina av suðri. Møguleiki fyri sól av og á, men eisini onkur kavaæl. Hitin millum 2 hitastig og 3 kuldastig. Mánadagur Andøvsgul upp í ein strúk, 8-13 m/s, av vestri og útsynningi, um náttina vaksandi upp í 10-15 m/s. Nakað av sól, men eisini einstøk kava- ella vátakavaæl. Um náttina skýggjað og sum frálíður regn av vestri. Hitin millum 3 og 7 stig. Týsdagur Stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10-15 m/s, av suðri og útsynningi. Mest skýggjað og partvís regn ella ælaveður. Hitin um dagin millum 4 og 7 stig, um náttina millum 2 og 5 stig. 5-10 m/s Vikan ið fór Sæð á Facebook: Besta kenslan í verðini er at kenna takksemi. Ikki semi- takk, men takksemi Sæð á Facebook: Í einari ideellari verð høvdu øll foreldur passa børn síni sjálvi, um tey ynsktu tað. Um orðið sigur Sprotin: dóttir kongs el. drotningar, kongsdóttir, kvinna av kongsætt Í vikuni høvdu føroyingar vitjan úr danska kongshúsinum. Maria prinsessa, sum er av franskari ætt og er onnur kona Joachim prins, er verji hjá autismufeløgunum í Danmark, og tað er í tí sambandi, at hon vitjar í Føroyum. Føroyska autismufelagið hátíðarheldur 25 ára dagin, og prinsessan, ið hevur beiggja, sum er autistur, var við í hátíðarhaldinum. Flestu føroysku fiskavørurnar – eisini makrelur – kunnu útflytast til Kina við heilsuváttan frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni. 42 ára gamli Hans Jón Juul Thomsen er settur í starvið sum skúlastjóri í Hoyvíkar skúla. Nú skal størri dentur leggjast á, hvussu sálarliga arbeiðsumhvørvið á arbeiðsplássum kring landið.   Í hesum sambandi hevur Arbeiðseftirlitið nú sett sálarfrøðing í starv at fáast við hetta arbeiðsøki.   Maria prinsessa er á vitjan í Føroyum í sambandi við hátíðarhald hjá autismufelagnum. »Prinsessa« Carl Johan kann vinna stóran heiður MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt av kvinnum í Norðoyggjum og Suðurstreymoy eru vinnalig virkin. Hetta er tað mesta í Føroyum 85,3% MANGT OG HVAT Visti tú? At hjá 21.924 borgarum var skatturin fyri 2015 rætt roknaður út Føroyska kvinnan valrætt í 100 ár! BÓKMENTAVIRÐISLØN: Carl Johan Jensen er føroyska uppskotið til bókmentavirðislønina hjá Norðurlandaráðnum