Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-03, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. mars 2016síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. MARS 2016 SOSIALURIN 27 6 PERSÓNSSØGA BARBARA HOLM T að gjørdist av álvara áhugavert týskvøldið, tá ið Dagur&Vika varp­ aði kjak millum ting­ fólk­ini Jógvan á Lakjuni og Honnu Jensen um ætlaðu broytingarnar í hjúna­bandslógini. Móti endanum av kjakinum spurdi verturin Honnu Jensen um tær persónligu avleið­ingarnar, hon hevur merkt, eftir at hon legði uppskotið fyri tingið, saman við øðrum ting­ kvinn­um. Hanna Jensen greiddi hyggj­ar­unum frá, at hon er aktiv í sam­komu­høpi, og tí hevur merkt persónligar avleiðingar av at standa á odda fyri hesum eldfima máli. Men júst hvørjar av­leið­ingar­ nar vóru, vildi Hanna Jensen ikki greiða frá. Á sosialu miðlunum og aðra­ staðni við, hava dúgliga verið settir fram illgrunar um, hvat tað er, Hanna Jensen hevur upplivað. Á in.fo stóð eftir sendingina ein grein við yvirskriftini »Hanna úti­hýst úr samkomu«, og soleiðis hava ivaleyst mong upplivað tað, sum sagt varð. Tað er tó ikki heilt rætt sambært tingkvinnuni og elstaráðsliminum. – Eg eri ikki útihýst og kenni enn samkomuna sum mítt heim. Men eg havi møtt einum ávísum illvilja ímóti, at eg skal luttaka aktivt í møtunum, sigur Hanna Jensen. Hanna Jensen og familja henn­ ara hoyra til samkomuna Filadelfia í Gøtu, og elstaráðslimurin har, Zacharias Zachariassen, sigur, at tað er júst soleiðis, tað hongur saman. – Hanna hevur fingið at vita frá elstaráðnum, at hon ikki eig­ur at hava ein virknan leiklut í møt­ unum, meðan hon samstundis gongur á odda fyri at broyta hjúna­ bandslógina. Men hon er væl­ komin at luttaka í virkseminum hjá samkomuni, sigur Zacharias Zachariassen. Skilur væl, hon kennir seg illa Zacharias Zachariassen sigur seg væl skilja tað, sum Hanna Jensen borðreiddi við í kjakinum týs­ kvøldið. At hon kennir tað sum, at smíl­ini hvørva, er einki løgið. – Eg kann siga fyri meg , at eg eri ímóti, at hjúnabandslógin verð­ur broytt, tí tað er beinleiðis ímóti Guds orði. Men Hanna kann sjálvandi halda, hvat hon vil. Eg haldi tó ikki, tað sømir seg, at hon er alment virkin í sam­kom­uni sam­ stundis, sigur elstaráðslimurin. Eg havi møtt einum ávísum illvilja ímóti, at eg skal luttaka aktivt í møtunum« Hanna Jensen Framhald á næstu síðu SLEPPUR IKKI AT VERA AKTIV LONGUR – Elstaráðið hevur latið Honnu Jensen vita, at tað ikki sømir seg, at hon er aktiv í samkomuni, meðan málið um broytingar í hjúnabandslógina er frammi. Tað sigur Zacharias Zachariassen, limur í elstaráðnum í samkomuni Filadelfia í Gøtu Hanna Jensen