hósdagur 3. mars 2016síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. MARS 2016
SOSIALURIN 27
8
Hanna Jensen hevur áður sung
ið nógv í samkomuhøpi og havt
okkurt orð, og júst hetta hevur,
sum skilst, verið ein stórur part
ur av hennara samkomulívi, men
einki av hesum er partur av lív
inum hjá Honnu í dag.
– Sangur í samkomuhøpi er ein
ótrúliga stórur partur av mínum
identiteti, og tað rakar meg meint
at ikki hava møguleika til tað long
ur, sigur Hanna Jensen.
Hon vísir á, at hetta dømi illu
strerar, at tað er ikki umvegis
beinleiðis samskifti, at samkoman
hevur tikið frástøðu, men einamest
við at stillisliga broyta hennara
gerandisdag innan samkomu
veggirnar.
Og hesum vísir Zacharias
Zachriassen ikki aftur.
– Eg skilji væl, hon kennir seg
illa. Tí tað eru nógv fólk, sum
ikki dáma tað, hon ger politiskt.
Tað samsvarar ikki við at vera al
mennur í samkomuni, sigur elsta
ráðslimurin.
Hann vísir á, at Hanna hevur
fingið boð um at halda lágan profil,
inntil uppskotið um broyting í
hjúnabandslógini er farið framvið.
Politiskar samkomur
Vanligt hevur ikki verið, at vit
uppliva samkomur ella fólka
kirkjuna taka dagar ímillum ymisk
lógaruppskot av hesum og hasum
slag. Men í hesum førinum má
staðfestast, at støðan er ein onnur.
– Elstaráðið hevur sína føstu
áskoðan um, at vit vilja ikki, at
hjúnabandslógin skal vera broytt,
tí vit halda, at hjúnabandið er
ein stovnur, sum er innsettur av
Gudi. Tað stendur í skriftini, at
Hjúnabandið verið hildið í æru, og
hjúnasongin verið ódákað, tí sið
loysingar og horkallar skal Gud
døma. Tí er tað so svárt fyri okk
um at geva leyst fyri siðloysi og
slíkum lívi. Og tí taki eg ikki undir
við at broyta lógina, sigur Zacharis
Zachariassen.
Men júst hendan spurningin
um, at samkomur skulu velja ávís
politisk mál at taka støðu til, held
ur Hanna Jensen vera undrunar
verdan.
– Vit hoyra til dømis ongantíð
samkomur taka støðu til, hvussu
landsins ríkidømi skal býtast,
hvussu fíggjarlógin skal vera,
hvussu vit skipa okkara neyðhjálp
ella annað, sum eg haldi eigur at
hava minst líka stóran moralskan
áhuga hjá samkomum, um tær nú
skulu vera politiskar, sigur Hanna
Jensen.
Men yvirskipað heldur hon,
at tað er trupult, um samkomur
skulu hava politiskar hugsanir.
– Eg skilji ikki, hví samkomur
og fólkakirkjan hava so stóran
áhuga fyri júst hesum málinum
fram um onnur politisk mál. Hetta
er ein spurningur um løgfrøði, og
brádliga eru samkomurnar okkara
størsti mótstøðupartur á politiska
leikvøllinum. Tað havi eg ongantíð
upplivað fyrr, greiðir Hanna
Jensen frá.
Hevur kent seg illa
seinastu mánaðirnar
Hanna Jensen ynskir ikki at út
dýpa teir avleiðingar, sum hon í
kjakinum í Dagur&Viku segði seg
hava merkt í samkomuhøpi, síðani
uppskotið um at broyta hjúna
bandslógina varð lagt fyri tingið.
Men spurd um tað, sum elstaráðs
limurin sigur hana hava fingið at
vita frá elstaráðnum, viðgongur
Hanna, at seinastu mánaðirnir
hava verið harðir.
– Eg skal viðganga tað, at eg havi
kent meg illa seinastu mánaðirnar,
tí eg havi merkt ein illvilja ímóti
mær, sum fyri tað mesta hevur
gingið fyri seg í tí dulda, greiðir
Hanna Jensen frá.
Og tað heldur Zacharias Zacha
riassen vera natúrligt og rætt.
– Vit kunnu ikki gera av, hvørj
um flokki fólk í samkomuni eru í,
og tað skulu vit heldur ikki. Men vit
mugu bara vera samd um at vera
ósamd í hesum málinum. Tað er
eingin forðing í tí sum so, men tá vit
eru ósamd, er best, at Hanna heldur
seg aftur í samkomuni, meðan á
stendur, sigur elstaráðslimurin.
Duga ov illa at vera ósamd
Dømi um sangin omanfyri og onnur
við eru orsøk til, at Hanna Jensen
kennir seg í einari støðu, sum ger
hennara hugsanir um aktuella
málið um hjúnabandslógina enn
greiðari. Hon er stillisliga sett í eina
øðrvísi støðu í samkomuni, eins og
tey samkyndu gjøgnum áratíggju
stillisliga hava verið uppfatað
øðrvísi enn hinkynd í samfelag
num.
– Seinastu mánaðirnar hava
lært meg, hvussu tað man kennast
at vera mitt í einum tabuiseraðum
veruleika, har tú ikki reiðiliga ert
góðtikin av øllum, sigur Hanna
Jensen.
Zacharias Zachariassen vísir
á, at hann framvegis heldur tað
vera rúmd fyri Honnu í Filadelfia.
Spurd um tað, sigur Hanna seg
vera samda við elstaráðslimin, at
tað átti at verið rúm fyri henni og
tað vónar hon, at tað verður, tí hon
er ikki tann einasti politikkarin,
sum er og hevur verið virkin í eini
samkomu.
– Eg eri tann sama Hanna, sum
sang og hevði okkurt orð fyri fimm
ella tíggju árum síðani. Tað er einki
øðrvísi við mær, bert tí eitt lógar
uppskot er lagt fyri tingið, sigur
Hanna Jensen.
Hennara størsta ynski nú er, at
tey í samkomuhøpi læra betur at
kjakast um tey mál, sum tey eru
ósamd um. Verður tað ikki gjørt,
so fer annar parturin at liggja
eftirá, tá ið avtornar. Og tá er einki
vunnið.
– Eg vóni inniliga, at báðir part
arnir í málinum læra at kjakast
betur og virða hugsanirnar hjá
hvørjum øðrum. Vit mugu læra at
skilja báðar partar, tí uttan tað, er
støðan ótolandi fyri onkran part,
greiðir Hanna Jensen frá, og vísir
víðari á kjakið, sum alt samfelagið
skal hava um m.a.hetta sama lógar
uppskotið.
– Um vit nú øll arbeiða fyri at
fáa ein skilagóðan dialog um hetta
lógaruppskotið, sum er ávegis, so
ivist eg ikki í, at vit kunnu hava
eina betri kjakmentan um nøkur
ár, og øll fara at hyggja aftur á hesa
tíðina og hetta kjakið, sum eitt, sum
átti at verið betur handfarið, og at
hendan strævna upplivingin ikki
skal koma fyri aftur fyri onnur,
sigur Hanna Jensen.
BARBARA@SOSIALURIN.FO
PERSÓNSSØGA
»Eg skilji ikki, hví samkomur og fólkakirkjan
hava so stóran áhuga fyri júst hesum málinum fram
um onnur politisk mál. Hetta er ein spurningur
um løgfrøði, og brádliga eru samkomurnar okkara
størsti mótstøðupartur á politiska leikvøllinum.
Tað havi eg ongantíð upplivað fyrr«
Soleiðis sá út í kjakinum eftir Dagur&Viku týskvøldið, tá ið tingfólkini Jógvan á Lakjuni
og Hanna Jensen kjakaðust um ætlaður broytingarnar í hjúnabandslógini
Zacharias Zachariasen, limur í elstaráðum í Filadelfia í Gøtu
SKERMMYNDIR
MYND: ÁLVUR HARALDSEN
Hanna Jensen