Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-03, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. mars 2016síða 37

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. MARS 2016 SOSIALURIN 27 37 Tryggingarfelagið Føroyar søkir eftir fulltíðar starvsfólki til Fíggjardeildina. Hevur tú áhuga fyri íløgurøkt og roknskapar rap­ portering í breiðari merking? Talan er um eitt fjølbroytt starv, hvørs uppgávur m.a. fevna um at skipa og greiða úr hondum innanhýsis og uttanhýsis rapportering umframt at hava ein týðandi leiklut í sambandi við røkt av okkara íløguognum. Til rætta fólkið hava vit eitt gott og avbjóðandi starv við kappingarførari løn, góðum setanartreytum, sjálv­ støðugum arbeiðsøki og góðum møguleikum fyri støðugari førleikamenning. Vit kundu hugsað okkum at tú Hevur royndir innan fíggjar­ ella íløguvinnuna og/ella roknskaparførleika umframt førleika/royndir at arbeiða við fíggjarstýringsskipanum og rapportering úr hesum. Fyrimun hevur: Umsøkjari við hægri útbúgving so sum t.d. HD, HA, Cand. Merc. ella líknandi. Og harumframt hesar fakligu og persónligu eginleikarnar: • Hollan førleika innan KT rapporteringsamboð • Góð samstarvs–og samskiftisevni • Analytisk evnir • Kann arbeiða sjálvstøðugt • Góðan málførleika í skrift og talu • Góð/­ur at halda freistir Vit kunnu bjóða tær Fjølbroytt og avbjóðandi starv í eini spennandi fyritøku, sum er í støðugari menning. Eitt starv í eini fyritøku við greiðum málum, virkisfúsum starvsfólkum og góðum arbeiðsumstøðum. Ein fyritøka við ítøkiligum kjarnu­ virðum. Har vit eru ágrýtin og nærløgd, viðurkenna heildina og seta kundan í miðdepilin. Lønar-og setanartreytir: Starvið verður sett sambært sáttmála millum YTF og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Lønin verður ásett í mun til royndir og førleika. Er hetta nakað fyri teg, ella hevur tú spurningar til starvið, kanst tú seta teg í samband við Regin Mittún Petersen, deildarstjóra, á telduposti til rp@trygging.fo ella á fartelefon 28 57 04. Umsóknarfreistin er 21. mars 2016 kl. 12.00. Starvsfólk til Fíggjardeildina STARVSLÝSING Vit søkja starvsfólk Les meira um størv í BankNordik á www.banknordik.fo/starv > BankNordik er í eini spennandi menningartilgongd. Umframt bankavirksemi í Føroyum, Danmark og Grønlandi rekur samtakið eisini ognarmeklaravirksemi og tryggingarvirksemi í Føroyum. Umleið 450 starvsfólk starvast í dag í samtakinum, og beint nú søkja vit eftir starvsfólki til fl eiri spennandi størv.