Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-03, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. mars 2016síða 46

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. MARS 2016 SOSIALURIN 27 46 ÍTRÓTTUR onkuntíð ivast, um tað er vert at brúka alla hesa tíðina upp á at døma. Tað broytist mangan, tá eg havi tosað við tey røttu fólkini, sigur 34 ára gamli havnarmaðurin og nevnir familju, dómarar, Lassin Isaksen og ikki minst pápan, Nemus N. Djurhuus sum fólk, hann vendir sær til. – Eg ynski bara at tæna fótbóltinum. Ongin fer á vøllin bara fyri at sleppa at ráða ella seta onkran upp á pláss. Tú dømir heldur ikki fyri FSF ella felagið. Tú dømir fyri fótbóltin. Tú dømir fyri at tæna fótbóltinum, sigur dómarin og leggur afturat: – Besta kenslan er at vita, at tú hevur tikið røttu avgerðina á vøllinum. Serliga tær stóru avgerðirnar, sigur Ransin N. Djurhuus. Ringasta eru fullir spælarar Føroyar er eitt lutfaldsliga lítið land, tí koma vit hvørjum øðrum við í gerandisdegnum. Tað merkir eisini, at dómarar, venjarar, spælarar og áskoðarar koma hvørjum øðrum við í hesum lítla landi. Tað hevur tó ikki merkt Ransin N. Djurhuus. – Ongin hevur nakrantíð ringt til mín í øðini. Eg havi fingið okkurt hissini boð sendandi, men ikki nakað hóttandi. Størsti trupuleiki er at møta onkrum spælara í býnum, sum er fullur og ikki dugur sær hógv. Við tíðini havi eg lært at skilja ímillum, nær eg skal svara aftur og greiða frá, og nær eg bara skal fara víðari, sigur Ransin N. Djurhuus. Síggi fótbólt øðrvísi í dag Eitt ár á síðu­linjuni hevur givið dómaranum ein møguleika, at uppliva fótbólt á ein øðrvísi hátt. Sunnudagarnir, har Ransin N. Djurhuus var mitt í einum dysti, eru útskiftir við familjutúrar sunnudag í Gundadal við millum annað soninum William. – Nú havi eg ikki dømt síðani skaðan, so tað er ilt at siga, um eg eri broyttur. Eg haldi tó, at eg havi fingið eitt øðrvísi for­stáilsi fyri spælinum. Eg skilji væl, at spælarar og venjarar blíva óðir og eru ósamdir, greiðir Ransin N. Djurhuus frá, men leggur afturat: – Tað merkir ikki, at tú skal vísa fyri øllum, at tú heldur at dómarin er ein idiot. Tað má bera til, at hava ein dialog á vøllinum, sigur knæskaddi dómarin, sum ikki ræðist at rópa spælarar til sín, tá okkurt er áfatt í einum dysti. Tað er helst nakað, sum hann ger meiri enn flestu dómararnir í Føroyum. – Spælarar dáma oftani at fáa at vita, hvat fyrigongur. Ikki í samband við hvørt fríspark, men í samband við størri hendingar. Tað er eisini týdningarmikið at vísa, at tú lurtar og greiðir frá, hvat tú sært. Tað samskiftið taki eg gjarna á vøllinum, sigur Ransin N. Djurhuus. Hann metir tó eisini, at hann og aðrir dómarar í løtum kunnu tykjast hástórir, tá teir ikki eru sinnaðir at tosa við spælarar undir einum dysti. Tað hevur tó sín orsøk. – Um vit eru beinleiðis ósamdir um, hvat hendi, so hevur samskiftið onki endamál. Hvat er tá at tosa um, spyr Ransin N. Djurhuus. Besta dómaraskeiðið í mínari tíð Í farna mánaði høvdu dómararnir og dómareygleiðararnir árliga dómaraskeiðið. Í mun til vanligt, tá tað hevur verið á Hotel Føroyum, so var skeiðið hildið í sólini Barcelona í Spania. Spurningar blivu settir við, hví hálvt hundrað dómarar, hjálpardómarar, dómara­ eygleiðarar og skeiðs­leiðarar skuldu allan vegin til Barcelona at hava skeið. – Fyrst av øllum vil eg siga, at í tey 18 árini eg havi verið á dómaraskeið, so er hetta nógv tað besta skeiðið, sum hevur verið. Tað sigi eg ikki bara, tí vit vóru í Barcelona, men umsøðurnar gera, at vit fáa nógv meiri burturúr. Tað er ongi órógvandi elementir. Umstøðurnar og veðrið vóru í topp, meðan luttakararnir kundu hugsavna seg fult og heilt um skeiðið, greiðir Ransin N. Djurhuus frá. Hann leggur stóran dent á, at tað skal ikki undirmetast at vera dómarin. – Vit venja eisini taktiskt, renningar, rangstøðu og onnur ting, sum krevur góðar umstøður. Ein slík ferð ger, at dómararnir eru samlaðir, fáa tíð at tosa og kjakast um dømingina. Í mun til eitt lið, sum venur saman fleiri ferðir um vikuna, so eru dómararnir bólkaðir upp til hvønn dyst. Hetta gevur okkum ein møguleika at kjakst um ein felagslinju, sum øll ynskja fyri føroyska døming, vísur Ransin N. Djurhus eisini á. Hann leggur aftuat, at tað er eisini eitt signal um, at dómarar í Føroyum taka uppgávuna í álvara, og at dómarar verða tiknir í álvara. – Tað eru nógv ting, sum eru stuttligari at fáast við í fótbólti enn at døma. Tí ger tað einki, at vísa at um tú blívur ein góður dómari, so fylgja eisini ágóðar við, sigur Ransin N. Djurhuus. FSF hevur síðani dómararnir fóru á dómaraskeiðið í Bacelona víst á, at talan ikki er um eina eyka útreiðslu. Hetta tí dómararnir hava goldið eitt egingjald fyri at fíggja venjingarleguna. Aldrin aftur á skíð Nú Ransin N. Djurhuus hevur hildið frí frá fótbóltsdøming í eitt ár, hevur hann í øllum førum lært nakað. – Eg skal lurta betri eftir konuni. Umframt tað, so fari eg aldrin at standa á skíð aftur. Eg fari heldur at leggja meg undir eina parasol sunnanfyri, sigur Ransin N. Djurhuus, sum ger klárt at fara víðari. Hann hevur eina málarfyritøku og má fara til arbeiðis aftur. Knæið heldur til at mála, men tað verða nakrir mánaðir afturat, til vit síggja dómaran aftur á vøllinum. – Eg vildi heldur verið hasa skíðferiuna fyri uttan og so verið FIFA dómari í dag. Tað er ongin ivi um tað, men eg livi enn í dreyminum um, at Ransin Napoleon Djurhuus einaferð verður FIFA dómari, sigur Ransin N. Djurhuus. trondur@sosialurin.fo MYND: ÁLVUR HANSEN MYND: ÁLVUR HARALDSEN MYND: ÁLVUR HANSEN