hósdagur 3. mars 2016síða 48
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. MARS 2016
SOSIALURIN 27
42
S
tórt arbeiðsloysi var í Íslandi
síðst í trýssunum. Tó ikki
so stórt í prosentum sum
inflasjónin var.
Sjálvur var eg arbeiðsleysur eina
stutta summarløtu og ljósar nætur.
Tað var frá tí at eg fekk summarfrí úr
skúlanum, til eg fór til Føroya at arbeiða.
Skuldi á onkra almenna skrivstovu
eftir einum stempli, minnist meg rætt
eina ferð um vikuna. Hvussu nógvar
pengar, eg fekk, ella, um eg fekk nakran
stuðul yvirhøvur, minnist eg ikki.
Okkurt havi eg helst fingið í
mínum stutta fátækraváða í
1969. Eg fekk at eta hvønn
dag.
Bukkur vóru í Reykja
vík tá. Men Feysbukkan
var ikki innstallerað og
tømd hundrað og ellivu
ferðir um samdøgrið.
Tá var sambandið
millum fólk beinleiðis,
face to face.
Ein søga var tá um nakrar ungar
menn, tíggju í tali, haldi eg teir vóru.
Teir fóru á gáttina og inn um
hana hjá Morgunblaðnum,
størsta dagblaði í Íslandi,
at kæra sína neyð um
stóra arbeiðsloysið,
sum var. Vildu
hava blaðið at
skriva um
tey ungu, sum einki arbeiði høvdu ella
fingu.
Teir hittu ein kendan mann, sum
skrivaði tíðindi í Morgunblaðnum í nógv
ár, og søgdu honum síni ørindi. Skriva
um arbeiðsloysið, so kanska onkur
raknar við og vaknar, onkur politikari
kanska, bønaðu teir.
Bíða mær eitt bil, segði blaðmaðurin
(eg veit navn hansara. Men søgan er
ikki váttað, so eg tori ikki at brúka tað),
legði í telefonina og ringdi til nøkur
arbeiðspláss. Nakrar telefonsamrøður
(teldupostur var heldur ikki til tá) seinni,
hevði hann fingið øllum tíggju arbeiði.
Morgunblaðsmaðurin misskilti har
sína støðu sum journalistur. Journalistar
loysa ikki trupulleikar. Tey leita eftir
teimum. Finna tey ongan trupulleika,
gera tey bara ein, skapa tey ein.
Og har er Bukkan góð. Hon er eitt
gott mið, ikki bara bukkamið, sum
ongantíð verður niðurfiskað. Gýtingin
er stór og framum alt støðug. Á Bukkuni
sita nógv misnøgd fólk og kroysta seg,
nógvar keysir, um tey vilja spæla við í
rættvísisherferðini hjá fjølmiðlunum.
Blaðmaðurin á Morgunblaðnum,
hóast garvaður, kendi ikki kjarnan í
sínum egna yrki. Har stóð hann við
tíggju keysum, tíggju offrum fyri
samfelagsins hjartaleysa náðiloysi og
kýnismu. Men hann brúkti tær ikki í
blaðnum. Hann hjálpti teimum í staðin
fyri. Ikki við at skriva um teir, men við
at finna teimum arbeiði, beina fyri
orsøkini til misnøgdina. Hann drap
søguna. Kanska tí hann var í parti við
teimum, sum tá ráddu í Íslandi. Hann
vildi eisini hjálpa teimum, ikki bara
arbeiðsleysu ungu monnunum.
Feysbukkan er ótømandi himmiríki
hjá dagsins journalistum. Har eru
misnøgdin, grenjið, indignasjónin,
vreiðin, sinnismunurin, harmurin,
álopini, alt, sum skal brúkast í upp
skriftini hjá teimum, sum kóka fólka
ræðinum grunningshøvd, alt, uttan
dismið av salti.
Í Bukkuni eru tær góðu søgurnar.
Har er fólkið, vanliga fólkið, øll við sínari
lagnu. Fólk, sum samfelagið skítur á í
staðin fyri í bukkuna.
Tíbetur eru føroyingar ikki íslend
ingar. Í Íslandi hava tey tann keðiliga
ósið at høgga knútar av í staðin fyri í
allar ævir at royna at loysa teir sum vit
gera í Føroyum.
Latið ei ta góðu søguna doyggja,
drukna í lortinum í Bukkini.
Tað ger hon ikki. Vit hava fjølmiðlar,
sum draga tær upp á turt, lofta teimum,
bjarga teimum. Er støðan ikki ein
tvístøða, so verður hon gjørd til eina
tvístøðu. Tí tvístøða er dupult so góð.
Sjálvur var eg ikki arbeiðsleysur
leingi. Eg fór ikki til nakran fjølmiðil. Eg
fann loysnina sjálvur. Eg fór til Føroya
at arbeiða til eg aftur skuldi í skúla í
Íslandi. So var tann tvístøðan avgreidd.
Hann drap søguna
Høgni Djurhuus
fekk Móðurmáls
viðurslønina
2012
Høgni
Djurhuus
MYND: HEINESEN MYNDIR
BAKSÍÐAN
fyrst og fremst