Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-07, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. mars 2016síða 20

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. mars 2016 · Nr. 28 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HONDBÓLTUR MINNIST ONKI FRÁ DYSTINUM FRÍÐI WEYHE Í dystinum í gjár ímillum KÍF og Kyndil var 19 ára gamli kollfirðingurin, Fríði Weyhe, sera óheppin, tá ið hann heldur tilvildarliga meiðslaði seg illa Neli Heldarskarð Umleið átta minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki í dyst­inum í FTZ-deildini ímill­um KÍF og Kyndil, tá ið numm­ar níggju hjá KÍF, Fríði Weyhe, var sera óheppin í KÍF-álopi. – Vit vóru í álopi, og eg fekk ein stoyt í høvdið av einum kyndilsleikara í somu løtu sum, at eg spældi bólt­ in víðari. Talan var um eitt hend­iligt óhapp, har eg varð raktur í tinningin. Eg rann síðani aftur og helt fyri høvd­inum. Eftir hetta bleiv eg leiddur út á bonkin, har eg lá inntil sjúkrabilurin kom eftir mær, sigur Fríði Weyhe í sam­røðu við Sosialin. Ein sjúkrabilur var stadd­ ur í undirsjóvar­tunl­inum til Vágoynna, tá ið hesin bilur fekk boð um at seta kósina til Kollafjarðar. Fríði Weyhe lá á einum bonki í 10-20 í høll­ini í Kollafirði, áðrenn við­kom­andi sjúkrabilur var á staðnum. Fríði Weyhe greiðir eisini frá, at hann minnist onki frá sjálvum dystinum, ið bleiv spældur í gjár. Hetta vitnar um, at skaðin í tinninginum av­gjørt hevði sín prís. – Meg minnist onki frá sjálv­um dystinum. Tað síðsta, ið meg minnist undan óhappinum var, at Tony og eg koyrdu niðan í høll­ ina at møta til dyst, sigur Fríði Weyhe. Tony Weyhe er beiggi hansara, sum somu­ leiðis spælir við KÍF.  Støðan hjá Fríða Weyhe er tó ikki so álvarslig, sum ein kundi óttast. Hann hev­ur ligið náttina á lands­sjúkra­ hús­inum, har hann síðani, eftir ætlan, skuldi sleppa heim í dag. Tá ið prátað varð við Fríða sunnukvøldið, greiddi hann frá, at skaðin í tinn­ing­inum kendist sum ein van­lig høvuðpína. Boðini frá læknaligu ser­ frøð­ini eru tey, at ungi koll­ firð­ingurin skal binda frið í teim­um komandi døg­unum.  Kollfirðingar mangla fólk Komandi dystur hjá KÍF verð­ur spældur 20. mars, tá ið útidystur ímóti Team Klaks­ vík er á skránni. Fríði Weyhe fer ikki at luttaka í hesum dyst­inum. Ikki vegna skaðan, ið hann fekk í gjár, men av tí orsøk, at hann fer á námsferð við skúlaflokkinum. Hetta er ikki ynskiligt fyri KÍF, sum frammanundan hevur ein rættiliga smalan hóp. – Har er ikki nógv eftir á lið­num. Eg ivist næstan í, um vit hava nakran útskiftara til næsta dyst, ljóðar tað ber­ søgið frá Fríða. Breiddin hjá KÍF er ikki tann allar besta. Fyrr í hes­ um kappingarárinum skifti Nicklas Selvig til VÍF, og eis­ini er greitt, at ein av van­ ligu stuðusleikarunum hjá KÍF, Andrias Nielsen, ikki spælir aftur í hesum kapp­ ingar­árinum vegna skaða. Til dystin ímóti Kyndli í gjár vóru 12 mans á dómara­seðl­ inum hjá KÍF. Finaluvónin livir enn Sjálvur dysturin ímillum KÍF og Kyndil var annars av tí heilt tætta slagnum. Undan dyst­inum var støðan tann, at Kyndil var á triða plássi við 21 stigum, meðan KÍF á fjórða plássi hevði 20 stig. Fyri báðar partar var galdandi, at ein sigur var eitt krav, um hugs­ing­ur skuldi vera um at inn­heita VÍF, sum í løtuni er á seinna finaluplássinum í FTZ-deildini. Í fyrra hálvleiki høvdu koll­firðingar greiða yvirvág, har liðini fóru til hálvleiks við støðuni 11-7 til KÍF. Í seinna hálvleiki kom Kyndil tó sterkt afturíaftur. Eftir 55 min­uttir eydnaðist tað nevn­iliga kyndilsmonnum at koma á javnt, tá ið støðan gjørdist 16-16. At enda dróð KÍF tó tað longra stráðið og vann tepurt við einum máli – 18-17. Sostatt hevur KÍF yvir­ hálað Kyndil, og eru koll­ firð­ingar nú nummar trý við 22 stigum. Fýra stig eru upp til VÍF, ið eisini stóð seg væl í vikuskiftinum.  Tað var nevniliga ongin sling­ur í vals­inum, tá ið vest­menn­ ing­ar á heimavølli vunnu 38-31 ímóti StÍF í einum sera mál­rík­um dysti. Ein ávísur leik­ari hjá VÍF, sum veruliga hevur fingið vind í seglini sein­astu tíðina, er Filip Jojic, ið skoraði heili 12 mál ímóti StÍF.  H71 kemur í finaluna Í Hoyvík tók oddaliðið H71 á heimavølli ímóti Neistanum, ið er nummar seks í deildini, sum telur sjey lið. Tískil var onki at siga til, at H71 var favorittur undan dystinum. Og hoyvíkingar bóru favo­ ritt­leiklutin á bestan hátt, tí at talan gjørdist um greiðan heimasigur til H71. Í byrjanini av dystinum var H71 fullkomiliga eina­ ráð­andi, og tað tók ikki langa tíð áðrenn heimaliðið kom á odda 8-2. Hesin stóri mál­mun­urin vaks eitt vet til hálvleiks, tí at hálv­leiks­ støðan var 18-9. Tað gekk tó betri hjá Neistanum í seinna hálvleiki. Neistin fekk mink­ að eitt sindur um munin, og enda­liga úrslitið gjørdist eitt meira heiðurligt tap áljóð­ andi 30-24. Úrslitið merkir, at nú hevur H71 31 stig, har níggju stig eru niður til triða plássið, sum KÍF situr á í løtuni. Fimm dystir og 10 stig eru eftir at spæla um, og sostatt torir yvirritaði at staðfesta, at H71 verður annað liðið í FM-final­unum hjá monnum. neli@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen