Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-07, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. mars 2016síða 36

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 10 • 7. MARS 2016 4 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Fyrr í vikuni vitjaði Maria, prinsessa, í Føroyum í sambandi við, at autismufelagið í Føroyum fyllir 25 ár Prinsessa vitjar Danjal av Rana Á ferðini hevur hon vitjað í Kirkjubø. Jóannes Patursson, bóndi, vísti henni runt í Múrinum og í Roykstovuni, og hon fekk høvi at heilsa upp á bóndasonin, ið hevur autismu. Fyri løtu síðani fór hon á ráðstevnu hjá autismufelagnum í Føroyum. Prinsessan fer at lurta eftir tveimum fyrilestrum hjá Christopher Gillberg og Thomas Bourgeron. Teir fara at greiða frá um teirra gransking innan autismu og genetikk, og hví autisma er so vanligt í Føroyum. Mikudagin var hon til tveir fyrilestrar um autismu í Perluni, har tveir granskarar greiddu frá um teirra gransking innan autismu og genetikk, og hví autisma er so vanligt í Føroyum. Aftaná fór hon til móttøku fyri autismufelagnum í Reinsarínum. Móttøkan var fyri limir í autismufelagnum, børn við autismu og familju teirra. Uttan fyri Reinsaríið tók hon ímóti blómum frá einum ungum dreingi við autismu. Á móttøkuni vóru røður hildnar, millum annað søgdu forkvinnurnar í autismufeløgunum báðum, tí føroyska og danska, nøkur orð. Heðin Mortensen, borgarstjóri, helt eisini eina stutta røðu, og sjálvandi helt heiðursgesturin, Maria, prinsessa, eisini eina røðu. Í røðu síni vísti prinsessan, at hon sjálv hevur royndir av, at fólk í nærmastu familju hennara hava autismu, og hon tosaði um, at tað til tíðir var torført, at vísa tað tol, sum krevst, um ein skal hjálpa teimum við autismu víðari á leiðini. – Fyri tey, ið hava autismu, er framtíðin ræðandi, men vit mugu hjálpa teimum og vísa teimum, hvussu týdningarmikið tað er, at koma víðari, at gerast meiri sjálvstøðug. Tí tað er einans ein vegur - frameftir, segðiMaria, prinsessa. Prinsessan nýtti eisini høvi at vísa til Múrin í talu síni. Hon segði, at múrurin var eitt prógv um, at tað liggur í føroyingum at hugsa stórt, og hugleiddi hon um, hvussu stór hendan verkætlan má hava verið fyri Erlend bisp og hansara samtíð. Ikki kann sigast, at áhugin fyri prinsessuni var stórur. Umframt tey nærum 100, sum vóru komin til fyrilesturin, vóru eini tíggju 9-10 ára gamlar gentur úr Margarinfabrikkini komnar at heilsa upp á prinsessuna mikudagin. Maria, prinsessa, er verji hjá autismufeløgunum í Danmark. Hon hevur sjálv ein í nærmastu familju síni, ið hevur autismu.