Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-07, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. mars 2016síða 38

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 10 • 7. MARS 2016 6 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Bogi Ellingsgaard hevur elsta fim­leika­steypið F yrstu steypini, sum Havnar Fim­ leika­felag hevur latið, eru 100 ára gomul. Tað var í 1916, at felagið lat tvey steyp, eitt til menn og eitt til kvinnur at kappast um. Tann, sum vann steypið trý ár á rað fekk steypið til ognar. Og tað var ikki fyrr enn í 1936, at pápi Boga Ellingsgaard, Poul í Knútsstovu Ellingsgaard, sum tann fyrsti vann steyð í trý kappingarár á rað – og vann steypið til ognar. – Pápið vann steypið fyrstu ferð í 1933. Í 1934 var kappingin avlýst vegna sjúku, tuberklarnir gingu so ringir tá. Men so vann pápið steypið aftur í 1935 og í 1936, og tí fekk hann steypið til ognar, greiðir Bogi Ellingsgaard frá, sum sjálvur eisini hevur gjørt nógv fimleik, bæði sum íðkari og sum venjari. Steypið hjá kvinnum vann Sanna á Lag, Sanna hjá Carl á Lag, til ognar. Bogi Ellingsgaard veit ikki, hvar tað steypið man vera – men tað veit kanska onkur lesari okkara, og um so er, so frætta vit fegin. – Tá pápi vann steypið, var Arne Ellingsgaard, farbróðir, næstur at vinna steypið. Hann var nummar tvey, greiðir Bogi Ellingsgaard frá. Fimleikur hevur fylgt nógv í familjuni hjá Boga Ellingsgaard. Tí umframt hann og pápan, so hava børnini hjá honum eisini vant nógv fimleik – og nú eru tað abbadøturnar, Jónvá, Jóhanna Sofía og Súsanna Katrina, ið bæði sum íðkarar og venjarar gera nógv við fimleikin. – Eg veit ikki, hvat verður av hesum 100 ára gamla steypi, men kanska onkur abbadóttur fer við tí, heldur Bogi Ellingsaard brosandi fyri. Á steypið er graverað hetta ørindi: Tann kappin í væl framdi leikir og spæl hetta steyp eiga skal Um 20. aldaskiftið var ansurin stórur fyri tí, sum fyrifórst uttanlands, eitt nú hugurin til ítrótt. Saman við batnaðum umstøðum tóku ungir fimleikahugaðir havnardreingir seg saman í felag í 1901. Felagið kallaðu teir „Thorshavns Gymnastikforening Fimur“ og høvdu teir framsýning longu sama árið. Tað var ikki fyrr enn í 1906, at eitt miðvíst arbeiði byrjaði innan sjálvbodna fimleikin, tá ið havnardreingir heittu á læraran Jógvan Waagstein um at gerast leiðari teirra. Hetta sama árið høvdu teir eina framsýning við 15 fimleikarum. Í 1909 var fimleikahópurin mentur til trý fimleikalið, og avgjørt varð at stovna fimleikafelagið » «. Av fyrstantíð varð vant í fim­leika­ høllini hjá gamla real­skúlan­um. Høllini vantaði fim­leika­amboð, og royndi fimleikafelagið at fáa sær tey til vegar. Amboðini vóru plintur, hestur, ringar og motta. Útreiðslurnar fíggjaði felagið við framsýningum, dansi og skemti. Fimleikafelagið, sum bert hevði verið fyri menn, samtykti í 1912 at ganga ynskinum frá kvinnum um upptøku í felagið á møti. Ikki fyrr enn á vetri 1938/39 sluppu børnini framat í felagnum. Fimleikahøllin hjá nýggja real­ skúlanum (1916) bøtti munandi um umstøðurnar hjá kvøldfimleikinum, og sást hetta aftur longu sama vetur­ in, tá skipað varð fyri kapping fyri menn í einstaklingafimleiki. Kvinnur­ nar kappaðust fyrstu ferð í 1928. Treytin fyri at fimleikafelagið slapp at leiga høllina var, at lærarar­nir starvaðust annaðhvørt við real- ella kommunuskúlan í Tórshavn. Stríðið um føroyska málið sæst eisini aftur í søguni hjá Havnar Fimleikafelag. Frá 1925 og frameftir skrivaði felagið sínar gerðabøkur á føroyskum. Hetta hevði við sær, at felagið sum frá leið kom at eita Havnar Fimleikafelag. Í dag eru fimleikafeløgini í Føroyum seks í tali og hava tey í alt 3.163 virknar limir. Feløgini í Føroyum eru: Havnar Fimleikafelag, Tórshavn, 1909 Fimleikafelagið Ljósið, Tórshavn, 1975 Fimleikafelagið Støkk, Glyvrar, 1966 Klaksvíkar Fimleikafelag, 1998 Fimleikafelagið Flog, Fuglafjørður, 1989 Fimleikafelagið Fok, Syðrugøta, 1992 Kelda: stamps.fo/Brynolf Lamhauge Bogi Ellingsgaard við 100 ára gamla steypinum, sum pápi hansara, Poul í Knútsstovu Ellingsgaard, vann til ognar í 1936 Gjørdu fimleik í Havn í 1901 Fimleikarhøllin í gamla realskúlanum í Havn. Hon stóð í sunnara horninum í Bojsens garði, sum er garðurin kring Gamla Bókhandil. Hendan fimleikahøllini varð bygd í 1897 og brúkt til skúlin í 1917 flutti niðan í Tórsgøtu. Grundin á høllini sæst týðuliga enn tann dag í dag sum partur av grótgarðinum oman móti Vágsbotni Poul í Knútsstovu Ellingsgaard, sum vann fyrsta steypið hjá Havnar Fimleikafelag til ognar í 1936