mánadagur 7. mars 2016síða 40
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 10 • 7. MARS 2016
8
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Keyp føroyskt:
Taka støðu til dagsins samfelag
Hevur tú varnast tær eyðkendu strípurnar á óvæntaðum myndum seinastu mánaðirnar? So ert tú ikki tann einasti.
Fólkini handan átakið Keyp føroyskt hava seinastu mánaðirnar tikið støðu til tað, sum rørist í samfelagnum
hvørja viku. – Keyp føroyskt er ein partur av gerandisdegnum, og tí er tað, sum rørir seg í gerandisdegnum,
eisini ein partur av Keyp føroyskt, sigur Niels Arge Galán, stjóri á Sendistovuni, sum samskipar átakið
V
it minnast øll herligu kvinnuna
í sjónvarpslýsingunum, sum
bað okkum keypa føroyskt. Vit
minnast eisini kokkin Gutta Winther,
sum greiddi frá, at tær føroysku
rávørurnar er í heimsflokki. Nú biðja
fólkini handan Keyp føroyskt okkum
vísa atlit til tey viðurskiftini, sum røra
seg í okkara samfelag júst nú.
Á in.fo, umvegis teldupost,
á
Facebook
og
í
Vikuskiftis
Sosialinum hvørja viku, tekur Keyp
føroyskt støðu til, hvat er mest
áhugavert í Føroyum júst nú.
Hesa vikuna er tað Kvinnurørslan,
tí 8. mars er Kvinnudagur og í ár
eru 100 ár síðani, at føroyskar
kvinnur valdu fyri fyrstu ferð.
Áður hava myndirnar verið av
okkara dugnaligu
svimjarum, av leikinum Fólk og
dólgar í Kardamummubýnum, av
bjargingartyrlunum hjá Atlantic
Airways og mongum øðrum.
– Tað hendir nógv í tí føroyska
samfelagnum, og hvørja viku taka
vit støðu til, hvat er tað mest
áhugaverda júst hesa vikuna. So
gera vit “keyp føroyskt” tekning av
tí, tí okkara átak skal eisini liva og
virka í okkara pulserandi samfelag,
sigur Niels Arge Galán.
Átakið Keyp Føroyskt hevur
verið virkið og sjónligt í fleiri ár, og
eitt av høvuðsboðskapunum hjá
fólkunum handan átakið, nú vit
skriva 2016 er, hví tú skalt keypa
føroyskt.
– Eitt týdningarmikið poeng hjá
okkum at undirstrika er, at eingin
skal keypa føroyskt bara tí tað er
føroyskt. Tú skalt keypa føroyskar
vørur, tí tær eru kappingarførar
við tær útlendsku. Tú skal keypa
føroyskar vørur, tí tað skal vera eins
natúrligt sum, at vit hátíðarhalda
altjóða kvinnudagin til dømis, sigur
Niels Arge Galán, og sipar aftur til
innihaldið í vøkru tekningunum við
teimum Merkið-littu strípunum.
Tað skal vera natúrligt. Tú skalt
ikki keypa føroyskar vørur, bara tí
tær eru føroyskar. Tú skalt ikki
rinda ov nógv fyri
vørur, bara tí tær hava føroyskt
stempul. Nei, tú skalt keypa
føroyskt, tí uttan føroyskan áhuga,
fáa vit færri føroyskar vørur. Men
tað er ikki tín høvupína. Tú skalt
bara keypa tær tað, sum tær
dámar og ynskir. Og hví keypir tú
ikki heimsins bestu vørur, vitan og
sniðgeving?
– Tey evni vit taka upp í
myndunum, eru tey, sum savna
okkum. Vit nerta ikki við tey
evnini sum spjaða okkum, so sum
politisk evni, tí Keyp
føroyskt skal vera savnandi. Átakið
skal ganga á odda fyri at varpa ljós
á tað, sum ger okkum serstakar
sum tjóð, sigur Niels Arge Galán.
Fylg við á in.fo hvønn fríggjadag
fram til november, har tú sært
Keyp Føroyskt myndirnar framyvir.
Hvat heldur tú verður tað mest
áhugaverda í næstu viku?