mánadagur 7. mars 2016síða 42
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 10 • 7. MARS 2016
10
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Hús & Heim
Sjey ting sum skulu
vaskast hvønn dag
Fleiri av okkum kunnu halda sumt vera tað reina – ella skitna – tvætl,
men tilmælini eru greið, tá ræður um reinhald í einum køki
Reklamuprent í Norðragøtu kann tapetsera
ein stól – ja, ein heilan bil, um tað skal vera
H
eimasíðan – www.idenyt.dk –
mælir til, at sjey ting í einum
húsum verða vaskað hvønn dag.
Men, hvørji eru so
hesi tingini?
Í fyrsta lagi verður víst á, at viskistykki
eiga at verða skift hvønn dag. Tey
síggja kanska ikki so skitin út, men
fleiri royndir vísa, at viskistykki er
millum skitnastu ting í einum køki.
Sama er galdandi fyri lítla
handklæðið í baðirúminum. Hesi
gerast skjótt skitin, tí tey verða
gjarna brúkt fleiri ferðir um dagin
– og ofta av fleiri fólkum.
Tí eiga bæði viskistykki og hand
klæði, sum verða brúkt dagliga, at
verða skift einaferð um dagin.
Í øðrum lagi er tað
køksborðið
Her eigur tú at hugsa um alt, sum tú
leggur á køksborðið gjøgnum ein dag,
lyklar, post, mappu, viskistykki og
ymiskt annað. Tað er tí ikki so løgið,
at her eru bakteriur.
Køksborðið
eigur
at
verða
sóttreinsað hvønn dag, og tú eigur
at minnast til, at spritt-serviettarnir
verða skiftir, soleiðis at tú ikki bara
flytir bakteriurnar runt.
Í triðja lagi er tað brúsuhøvdið,
sum eigur at verða hildið reint.
Lættasti máti at halda flísar og
veggir í brúsurúminum rein er við
regluligari reingerð.
Tú kanst brúka eitt skavingar
jarn, tá tú hevur fingið tær eitt
brúsubað, tí koyrir tú vatnið burtur,
minkar tú samstundis um vandan
fyri hýggi og svampi.
Í fjórða lagi er tað
handvaskið
Tú heldur kanska, at vaskið er reint,
tá tú hevur vaskað tínar hendur ella
hevur vaskað upp, men soleiðis er
ikki.
Skittur og bakteriur seta seg fast
í vaskið. Tí er skilagott fyrst at brúka
ein vaskisvamp - fyrst við hørðu síðuni
niður fyri at beina burtur blettir. Síðan
verður vaskað við egnaðum vaskievni.
Í fimmta lagi er skilagott at seta
tallerkar, koppar og annað, sum
verður brúkt, í uppvaskimaskinuna
beinanvegin - ella at vaska upp við
hond. Soleiðis sleppur tað skitna ikki
á sama hátt at draga til sín smákykt.
Skitin íløt, sum sleppa at standa,
eru truplari at vaska dagin eftir.
Í sætta lagi er tað kaffimaskinan,
sum hjá mongum verður brúkt hvønn
dag.
Kaffimaskinan er sum ein heit
song fyri bakteriur og hýggj, og tí skal
hon vaskast dagliga.
Best er at vaska allar teir leysu
lutirnar
hvørja
ferð,
tú
hevur
brúkt kaffimaskinuna. Hetta kann
gerast í handvaskinum í heitum
vatni við uppvaskievni - ella í
uppvaskimaskinuni, um lutirnir tola
tað.
Gloym tó ikki at turka hitaplátuna,
tá tú hevur vaskað kaffimaskinuna.
Í sjeynda og seinasta lagi eru tað
matrestir og skorpur á gólvinum.
Tá tú matgerð, er trupult at
umgangast, at okkurt endar á
gólvinum, og tá ræður um at sópa
gólvið, eftir at tú hevur vaskað upp.
Kelda: idenyt.dk
Nógv – fyri ikki at siga alt - ber til við
folio.
Tað ber saktans til at tapetsera
ein stól og gera hann snøggan
og vakran, soleiðis sum viðhefta
mynd vísir, og tað ber enntá til at
tapetsera ein heilan bil.
Reklamuprent í Norðragøtu,
sum søldfirðingurin, Marne Berg
eigur og rekur, hevur roynt bæði.
Tað eru næstan óendaliga
nógvir møguleikar við folio, og
Reklamuprent hevur gjørt nógvar
ymiskar merk
ingar og klæð
ingar fyri við
skiftafólk.
– Vit leggja
okkum í fyrsta
lagi eftir at
dekorera, sigur
Marne Berg á
Reklamuprent
í Norðragøtu.
Tað er umráðandi, at reinhaldið er í lagi, og í hesi greinini verður
víst á fleiri ting, sum eiga at verða vaskað hvønn dag
Uppvask
- ikki til alt
Næstan alt kann
dekorerast
Uppvaskisápa er
góð til sítt brúk,
men kann ikki
brúkast til alt
Tað kann vera freistandi at
brúka uppvaskisápu, tá tú
vaskar bil - ella, tá tær vantar
vaskievni til uppvaskimaskinuna
ella vaskimaskinuna.
Men, uppvaskisápa er alt
ov »hørð« til bilvask og kann
skjótt oyðileggja billakkið.
Uppvaskisápa er heldur
ikki egnað til uppvaski
maskinuna, ei heldur til
klædnavask. Sápan skúmar
alt ov mikið og er heldur ikki
góð fyri uppvaskimaskinuna.
Júst tað sama er galdandi
fyri vaskimaskinuna, tá ræður
um klædnavask.
Brúkar tú uppvaskisápu í
vaskimaskinuni, verður skúm
ið alt ov nógv.
Úrslitið verður, at klæðini
gerast ikki rein – í fyrsta lagi
tí, at tey ikki verða skolað
nóg væl og í øðrum lagi tí, at
uppvaskisápan ikki megnar at
vaska klæðini nóg væl.
Kelda: idenyt.dk