mánadagur 7. mars 2016síða 48
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 10 • 7. MARS 2016
16
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Hús & Heim
So høg skulu tíni
trapputrin verða
Eru trapputrinini ov høg, verður trappan brøtt og tung - og eru trinini ov smøl, verður truplari at finna javnvágina
Ert tú troytt/-ur av tíni gomlu og slitnu trappu, ber til at fríska hana uppaftur
Vilmund Jacobsen
E
rt tú í holt við at byggja tær
eina trappu heima við hús, er
týdningarmikið, at trapputrinini
hava røttu hæddina. Djúpdin og
hæddin á trinunum hevur stóran
týdning fyri, hvussu góð trappan
verður at ganga eftir.
Eru trinini ov høg, verður trappan
brøtt, og tá verður hon tung at ganga
eftir.
Fyri flestu trappur er optimala
trinhæddin
umleið
12
til
16
sentimetrar. Hæddin á trinunum
eigur ongantíð at verða hægri enn 21
sentimetrar.
Tá tú byggir tína trappu, eigur tú
at hugsa um, hvør tað er, sum serliga
skal brúka hana.
Er talan um eldri fólk ella smábørn,
eiga trinini ikki at verða serliga høg.
Eisini djúpdin
Tað hevur eisini stóran týdning fyri
trappuna, hvussu djúp trinini eru. Eru
trinini ov djúp, noyðist tú at brúka
eyka tíð og orku at ganga upp og
niður gjøgnum trappuna.
Eru trinini hinvegin ov stutt ella
grunn, verður truplari at finna veruliga
stuðulin og javnvágina.
Eitt trapputrin skal helst ikki vera
minni enn 25 sentimetrar breitt, men
skal helst liggja millum 30 og 40
sentimetrar.
Grundregulin er, at tvær trinhæddir,
pluss djúpdin á einum trini skal liggja
um einar 62 sentimetrar tilsamans.
Kelda: idenyt.dk
Vilmund Jacobsen
Tú kanst mála ella beisa trappuna,
soleiðis at hon aftur verður sum nýggj.
Er trappan lakkerað ella málað
frammanundan, byrjar tú við at pussa
ella slípa.
Tá tað er gjørt, skal trappan
vaskast væl og virðiliga – og heilt inn
í allar krókar.
Tú byrjar at mála við góðari grund
máling og letur hana torna. Síðan
málar tú við vanligari máling. Tú kanst
enda við at smyrja lakk á málaðu
trappuna, tí lakkið ger, at málingin
heldur sær betri og vakrari.
Vøkur og náttúrlig
Hevur tú eina gamla trætrappu, kanst
tú beisa hana. Hetta gevur trænum
ein vakran og náttúrligan lit.
Men, áðrenn tú byrjar at beisa,
noyðist tú at gera trappuna klára.
Er trappan viðgjørd við lakki ella
træverju frammanundan, er neyðugt
fyrst at slípa tað gamla burtur.
Tá tað er gjørt, skal trappan
vaskast við heitum vatni og sápu og
sleppa at torna, áðrenn hon verður
beisað.
Kelda: idenyt.dk
Vilmund Jacobsen
Snikkarakjallarin hjá Bødvari Hjart
varssyni í Dali hevur øll árini lagt
seg eftir at gera trappur, spísiborð,
stólar, benkur, innhurðar, køkar og
annars alt vanligt snikkaraarbeiði
– eftir bílegging.
Tað, sum hevur fylt nógv mest
hjá fyritøkuni, eru trappurnar.
Tað var eisini tann tíð, tá
Snikkarakjallarin framleiddi einar
200-250 trappur um árið.
Men, soleiðis sum gongdin
hevur verið seinnu árini, og fá
sethús eru bygd, skal tað vera eitt
rímiliga gott ár, áðrenn talið av
trappum kemur upp á 50.
Ein onnur orsøk til minkandi
eftirspurningin er, at nógv verður
innflutt. Snikkarakjallarin hevur
tó altíð nakrar trappur í ordra
gjøgnum eitt ár.
Tá viðskiftafólk venda sær
til Snikkarakjallaran og ynskja
sær eina trappu, fer Bødvar
Hjartvarsson altíð út og tekur mát,
og tá trappan er liðug fer hann við
henni og setir hana upp.
– Viðskiftafólk seta stóran prís
upp á hesa tænastu, sigur Bødvar
Hjartvarsson.
Tað er ikki líka mikið, hvussu høg – og djúp – trapputrinini eru, tá tú byggir tína egnu trappu
Tú kanst mála ella beisa eina gamla trappu, soleiðis at hon verður sum nýggj
Fríska gomlu trappuna uppaftur
Trappur
úr Dali