Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-07, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. mars 2016síða 50

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 10 • 7. MARS 2016 18 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Hús & Heim Droymir tú um títt egna vakstrarhús? Ein lættur máti at byggja eitt lítið vakstrarhús, er at byggja tað burtur úr gomlum vindeygum Vilmund Jacobsen E ins og við plattum og platta­ viði, sum kann brúkast til mangt millum himmal og jørð, eru eisini nógvir ymiskir møguleikar við gomlum vindeygum, sum vera skift út. Hevur tú grønar fingrar, kann vera vert at lata hugflogið ráða. Eitt er, at tú kanst byggja tær eitt lítið vakstrarhús, soleiðis sum sæst í aðrari grein á hesi síðuni. Mini vakstrarhús Ein annar møguleiki er, soleiðis sum viðhefta mynd vísir, at byggja tær eitt sonevnd mini vakstrarhús. Antin húsið er størri ella minni, kanst tú velta tína egnu grøði - ikki bara einaferð, men ár um ár, og soleiðis kanst tú eisini fáa stóra gleði av hesum. So, nú várið nærkast, er bara at hugsa kreativt. Vilmund Jacobsen Tað eru ivaleyst nøkur, sum droyma um at eiga eitt lítið vakstrarhús, og tað er eisini onkur, sum hevur bygt eitt vakstrarhús burtur úr gomlum vindeygum. Vikublaðið veit um ein ungan føroying, sum bygdi sær vakstrarhús burt­ur úr stórum útskiftum skúla­vind­ eygum. Áhugin fyri vøkstri var har, og tá tíðin kom, fór drongurin niður til Danmarkar at læra til gartnara. Umrøddi maður hevur nú í nøkur ár bæði havt urtagarðsfyritøku og seinastu árini eisini blómuhandil. Teknaði húsið Danska kvinnan, Heidi Stokke Paulsen, droymdi eisini í fleiri ár um at byggja sær eitt vakstrarhús. Tíðin gekk, og knappliga stóðu henni fleiri gomul vindeygu í boði. - Húsini hjá einum av okkara vin­ fólkum vórðu rivin niður, tí tey vildu byggja nýtt. Húsini høvdu eina glasrøð við fleiri vindeygum, og fleiri av vind­ eygunum høvdu sprossar, sigur hon. Kann flytast Heidi Stokke Paulsen fór nú í holt við at tekna sítt egna vakstrarhús eftir teimum vindeygum, sum hon kundi hugsað sær at brúkt, og tað var sjeikurin hjá henni, sum gjørdi meginpartin av timburarbeiðnum. - Tá vit búðu til leigu, vildu vit hava eitt vakstrarhús, sum kundi flytast, sigur hon. Tað er úrslitið av hesi vakstrarhús- verkætlan, sum vit síggja á viðheftu mynd. Her síggja vit snøgga vakstrarhúsið, ið eisini er bygt soleiðis, at tað kann flytast Soleiðis kann eitt mini vakstrarhús byggjast – til gleði fyri fólk við grønum fingrum Ein møguleiki er mini vakstrarhús Máling – ikki bara hvít Tú kanst brúka litir, soleiðis sum tú hevur hug til – ella ikki hevur hug til Máling kann saktans vera meira enn hvít, tó at nógv halda seg til tað hvíta og ljósa. Men, máling kann veruliga fríska upp veggir, kommodu, skenk, borð og stólar, og um tú ynskir tað, kann máling og tapet rættiliga broyta rúmini við litum og mystrum. Máling og tapet kunnu skapa persónleika, geva orku og gleði um at “hittast” aftur - um vit so kunnu siga. Tú gleðir teg snøgt sagt at koma heim aftur til litríku rúmini og møblarnar. Og møguleikarnir við máling eru óendaligir. Tú kanst mála við fleiri litum, strípum, prikkum ella stjørnum. Tað er bara hugflogið, sum setir mørkini. Ein veggur kann eitt nú málast við litum - og kommoda, skenkar, borð og stólar við uppaftur øðrum litum. Tú kanst saktans brúka litirnar, soleiðis sum tú hevur hug til - ella ikki hevur hug til